Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: runavik.fo

Runavíkar Kommuna bakkar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.05.2018 - 15:03 Mentan Politikkur Tíðindi

Á miðdegi í dag varð sagt í útvarpstíðindunum, at fekst ikki ein loysn uppá fíggingina av 5 næmingum úr Eysturkommunu í framhaldsdeildini í Skúlanum við Løkin, so var skúlagongdin hjá teimum liðug, tá skúladagurin í dag var komin at enda, tað vil siga klokkan 13:30 fríggjadagin 18. mai.

Nú er greitt, at næmingarnir kortini ikki skulu úr skúlanum. Ikki tí at Eysturkommuna hevur bakkað, tí hon rindar framvegis ikki fyri næmingarnar.

Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu hevur kortini lagt eitt skriv út á heimasíðuna hjá kommununi, harí tað stendur, at næmingarnir kunnu halda fram hetta skúlaárið. Kommunan hevur annars kravt 15.000 krónur frá Eysturkommunu fyri hvønn næming. Fyrst var freistin at fáa fíggingina í rættlag 13. apríl, síðani var hon í dag, 18. mai, men hóast Eysturkommuna hvørga freistina hevur hildið, er nú greitt, at næmingarnir sleppa at gera skúlaárið liðugt.

Borgarstjórin í Eysturkommunu greiðir frá, at tað er ikki Eysturkommuna, sum hevur biðið Runavíkar kommunu um at hýsa næmingunum í framhaldsdeildini við Løkin, og kommunan vil ikki rinda fyri eina tænastu, hon ikki hevur biðið um.

Seinast eitt líknandi mál var, varð tað loyst við at næmingarnir fluttu bústað til Runavíkar Kommunu. Hetta hendi í 2014.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni