Lýsing
Lýsing
Lýsing
gomul mynd | Mynd: Norðoya Kunningarstova

Slóða fyri: Hjólvelting kl. 11 uttan fyri Kunningarstovuna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.05.2018 - 09:35 Mentan Tíðindi

Kom við og súkkla upp á tann stuttliga mátan. Súkklutiltak fyri øll. Vit súkkla gjøgnum býin við pyntaðum súkklum. Vit bjóða te, kaffi, frukt og vatn aftaná. 

Meira kunning um hjólvelting:
Vit ein hugnaligan og døllutan súkklutúr. Hevur tú súkklu ella ei, kom við, endamálið er at lufta so nógvar súkklur út í senn sum møguligt. Vit fara at pynta súkklurnar og lata ringiklokkur og floytur ljóma um allar geilar fyri at gera vart við ta bleytu ferðsluna, men mest av øllum ynskja vit at njóta ein spennandi súkklutúr, har ið vit sum bólkur telja sum eitt festligt „kollektivt akfar“. Og kanska onkur kann koyra ein ghetto-blastara við Freddy Mercury - I want to ride my bicycle á bagaguberaran - ja, øll kreativ hugskot eru vælkomin ;-)

„La vélorution“ er eitt franskt hugtak, sum er eitt orðaspæl ímillum „vélo“ (=súkkla) og „révolution“ (=kollvelting), og er harvið ein altjóða rørsla, sum vil eggja fólki at frígera seg frá bundinskapinum av dálkandi ferðsluvanum í gerandisdegnum. Henda rørsla inniber, at súkklandi fólk skipa tiltak, har ið tey við at súkkla í hópi gera vart við teir bleytu ferðsluhættirnar og leggja upp til sosialar og grønar broytingar av samfelagnum. Í Fraklandi í 70unum mótmældu nøkur eini motorvegabyggiætlan í París við vísa seg sum 10.000 fólk á súkklu. Rørslan hevur síðan spreitt seg í víða í ymsum formum, og er í dag mest kend undir eingilska heitinum „critical mass“. Í øllum størri býum í Evropa møtast so fólk úr øllum aldrum og krókum í samfelagnum til ein „vélorution“-súkklutúr, har ið samhaldsfesti og gott lag eru í hásæti, eins og grønar hugsjónir sum fólkaræði og sjálvbjargni verða livað út, eitt nú ígjøgnum frívilliga umvæling av súkklum og skeið í hesum sama. Henda „hjólvelting“ hevur fingið sín altjóða dag í París í 2009.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni