Lýsing
Lýsing
Lýsing

Slóða fyri: Planta eitt træ

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  19.05.2018 - 10:50 Mentan Tíðindi

Í morgun kl. 9 møttu hópin av fólki upp frammanfyri Kunningarstovuna, har býargartnarin, Hans Hjalti Skaale bjóðaði heili 200 runnar til tey, sum møttu upp, at seta niður.

Hetta var ein liður í umhvørvisvikuni, sum í ár hevur havt undirheitið “Slóða fyri”. Endamálið við Slóða fyri er at kveikja áhugan hjá borgarum og fyritøkum í kommununi at ganga á odda í spurningum um umhvørvisvernd og at vit í hvør sínum lag at slóða fyri.

Høvuðsevnið í ár hevur “vit og skil”. Skipað hevur verið fyri ymiskum tiltøkum, sum varpa ljós á burturkast sum eitt tilfeingi, ið kann gagnnýtast enn betur, um vit minnast til at skilja tað.

 

Skráin kann síggjast her:

https://klaksvik.fo/upload/tinymce/a6b38d5180e3e5ea215d55ec680e3b619d72f456.pdf

 

LEYGARDAGUR

9.00-12.00 Ókeypis trø at seta niður Trø verða latin 200

teimum fyrstu borgarunum, sum koma at heinta.

Stað: Uttan fyri Norðoya Kunningarstovu

9.00-12.00 Ruskposar kunnu heintast

Stað: Norðoya Kunningarstova

10.00-13.00 Vit og skil framsýning Verk úr burturkasti, sum

børn undir skúlaaldur og frítíðaransingin hava

tilevnað og tekningar hjá næmingum í 4. flokki.

Stað: Klaksvíkar Bókasavn

11.00-11.30 Hjólvelting Súkklutiltak fyri øll. Vit súkkla runt í

býnum við pyntaðum súkklum. Vit bjóða te, kaffi, vatn

og frukt aftaná. FNU skipar fyri.

Stað: Uttan fyri Norðoya Kunningarstovu

11.00-14.00 Vistgrøði selur ávísar matvørur í leysvekt

Havið egin íløt við. Tó eru pappírsposar eisini at fáa.

Stað: Norðoya Kunningarstova

11.00-14.00 Kom og planta títt egna grønmeti

Frida Klakkstein vegleiðir.

Stað: Ovara hædd á Norðoya Kunningarstovu

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni