Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ferðslukort Føroyar | Mynd: ssl.fo

Eitt interkommunalt infrakervi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.06.2018 - 14:13 Leiðarin Tíðindi

Almennu Føroyar eiga at hyggja at, um tað ikki ber til at kommunurnar yvirtaka samferðslukervið eftir sama interkommunala modelli sum SEV og IRF.

Teir interkommunalu stovnarnir ella fyritøkurnar í Føroyum virka sera væl. Vit hava eina interkommunala renovatiónstænastu í IRF, sum er framúr góð. Og elveitingin í Føroyum liggur somuleiðis í heilt góðum hondum hjá SEV. Báðar fyritøkurnar hava sjálvsagt avbjóðingar, ja, men tey flestu munnu vera á einum máli um, og hava álit á, at tær avbjóðingarnar verða handfarnar kompetent og skilagott.

 

Fáa ikki valuta fyri peningin nú

Tey sum eiga bil í Føroyum rinda á hvørjum ári umleið 360 milliónir í avgjøldum. 145 milliónir verða goldnar í skrásetingargjøldum, 107 milliónir í vektgjøldum og 108 milliónir í MVG og brennievnisavgjøldum. Samstundis koma einans 119 milliónir út aftur. 10 milliónir fara til kavarudding, 5 milliónir til ferðsluteljingar, fyrisiting og annað; 27,8 milliónir til viðlíkahald og 76,2 milliónir til nýgerðir.

Hetta merkir, at bert ein triðingur (!) av tí, sum vit gjalda til landsvegakervið, verður brúktur til endamálið!

 

Undirsjóvartunlarnir uppí

Hyggja vit so víðari at, hvat virkar væl, so síggja vit P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin. Teir eru í góðum standi og verða væl hildnir og riknir. Upprunaliga skuldu teir verða ókeypis, men politiska skipanin hevur vant seg við inntøkuna og tykist helst vilja burtur frá tí avtaluni. Har er ongin vilji til at fáa undirsjóvartunlarnar á løgtingsfíggjarlógina, og eitt argument er, at Landsverk klárar ikki at røkja sínar skyldur, sum nú er.

So hví ikki leggja alt landsvegakervið, sum tað er, í eitt interkommunalt felag? Hetta felagið skuldi fingið allar inntøkur av skrásetingargjaldi, brennievnisavgjaldi, vektgjøldum og bummgjøldum, og so skuldi tað havt sum einastu uppgávu at tikið sær av tí føroyska infrastrukturinum.

Eitt tílíkt interkommunalt felag er helst eisini tað besta boðið uppá ein aktør, sum kann lyfta stóru uppgávuna um ein framtíðar-Suðuroyartunnil.

 

Landið megnar tað ikki

Føroyar verða alsamt meira samanbundnar, og tað setir stór krøv. Tað er ikki nóg gott, at tað liggur hjá spjøddum myndugleikum – 3 ymiskum tunnilsfeløgum, umframt sum kastibløka millum Fíggjarmálaráðið og Samferðslumálaráðið, Landsverk og kommunurnar. Landsstýrið megnar ikki at umsita fíggingina, soleiðis at peningurin, sum borgarin rindar fyri landsvegakervið, kemur landsvegakervinum til góðar.

SEV er eitt gott dømi um, at tað væl ber til at ein interkommunalur felagsskapur soleiðis stendur fyri øllum frá innkrevjing av fígging frá brúkarunum til at veita neyvt somu góðu tænastu út í hvønn krók í landinum. Og við at kommunurnar áttu felagið, slapst undan tí ógreiða ábyrgdar- og uppgávubýtinum, sum vit í dag síggja millum land og kommunur, tá tað kemur til at halda ávikavist landsvegir og kommunalar vegir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð