Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kjartan Hansen frá Mekanor ment nýggja vaskimaskinu til aliringar

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  21.06.2018 - 14:07 Myndarøð Tíðindi Vinna

Í samráð við Bakkafrost, hevur Kjartan Hansen ment eina heilt nýggja vaskimaskinu til aliringar. Alarar siga, at arbeiði at reinsa aliringarnar fyri tara, gjar og annan vøkstur er eitt sera ótýdligt arbeiði. Hetta fer fram á ymsan hátt, eitt nú við at alibáturin hivar ringarnar upp frá, síðani verða tryggspularar brúktir. Hetta er sera strævi arbeiðið og harafturat ótýdligt, tí tú fært bæði sjógv tara og annað í andlitið, so ein vaskimaskina hevði verið ógvuliga kærkomin.

Kjartan Hansen hevur gjørt hetta arbeiði inni á roykivirkinum, har hann hevur leigað sær eitt høli til endamálið. Hann hevur bæðið verið við til at gjøgnumhugsa hvussu maskinan skuldi mennast og harafturat hevur hann einsamallur staði fyri øllum handverksarbeiðinum.

Í morgun var so komi somikið langt við menningini, at neyðugt var at flóta koyra vaskimaskinuna á flot og sleipa hana út á aliringarnar, tí nú skuldu seinastu justeringarnar gerast.

Norðlýsið var við á túrinum út á Poll í morgun og sigast má, at hetta sær sera spennandi út. Kjartan var nøgdur við royndirnar og tá liðugt var, varð vaskimaskinan sett inn aftur á Roykivirkið, har nakrar broytingar og justeringar skuldu gerast. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð