Felagið Føroysk Fjølmiðlafólk forsvarar framferðina hjá fyrrverandi tíðindaleiðaranum í KVF
Hóast Norðlýsið hevur roynt at fingið fatur á formanninum í felagnum Føroysk Miðlafólk, hevur tað ikki enn eydnast okkum. Men í samrøðu við VP.fo tekur Jón Brian Hvidtfelt ikki frástøðu til skandaluna á tíðindadeildini í KVF, men sigur einans at "Øll hava rætt til at biða um innlit"
Eftir at Norðlýsið kundi avdúka at ein ringur av miðlafólkum samvirkaðu um orrustuna í KVF, tók Brynhild Thomsen, tíðindakvinna í kvf alment frástøðu frá tí, sum er farið fram á tíðindadeildin undir leiðslu av fyrrverandi tíðindaleiðaranum.
Eisini onnur tíðindafólk í kvf hava tikið frástøðu og stuðla útsøgnini hjá Brynhild Thomsen, í einum afturlætnum bólki á Facebook fyri føroysk miðlafólk, sum verður brúktur til ymiskt fakligt kjak. LES MEIRA HER
Hóast avdúkingarnar hjá Norðlýsinum, og øðina í føroyska miðlaheiminum, hevur KVF ikki nevnt málið við einum orðið.
Vit hava roynt at fingið viðmerkingar frá formanninum í KVF, men hetta hevur ikki eydnast okkum.
Men umvegis Vágaportalin sigur formaðurin í Miðlafelagnum at "Øll hava rætt til at biðja um innlit".
VP.FO skrivar:
VP spurdi formannin í Føroyskum Miðlafólkum, Jón Brian Hvidtfeldt, hvør hansara viðmerking var til atburðin hjá Liljuni Weihe, Jan Lamhauge og Rebekku Manuelu Behrens í at gera research fyri Dimmu og Sosialin?
- Í fyrstu atløgu má hatta væl vera ein spurningur millum starvsfólk og leiðslu á stovninum.
- Yvirskipað vil eg tó nýta høvið at minna á, at øll hava rætt til at søkja um alment innlit.
- Orsøkirnar til innlitsumbønir kunnu vera mangar, men sum journalistur er altíð vert at seta sær spurningin, hví ein søkir innlit.
- Fyri journalistar er lógin um alment innlit eitt arbeiðsamboð, ið eins og onnur amboð skal handfarast við skili, sigur Jón Brian Hvidtfeldt í svarinum.
Sostatt kunnu vit staðfesta at Felagið fyri Føroysk Miðlafólk ikki vil taka frástøðu frá tí herferð, sum ein ringur av sjournalistum á Dimmu, Sosialinum og á tíðindadeildini í KVF samvirkaðu í, undir leiðslu av fyrrverandi tíðindaleiðaranum í Kringvarpi Føroya, har endamálið tykist hava verið, at seta stjóran í KVF, Johnny í Grótunum, í ringt ljós millum almenningin í Føroyum. Alt byrjað tá Johnny í Grótinum, sum stjórin í KVF sendi tíðindaleiðaranum, Liljan Weihe, hoyringskriv um uppsøgn.
Tó hevði nevndin í føroyska miðlafelagnum ongar trupuleikar at finnast at fyrrverandi stjóranum í kvf, tá tað kom fram at hann var upphavsmaður til grein á Vága Portalinum. Harafturat undirskrivaði formaðurin í miðlafelagnum eina kæru til stýrið saman við øðrum starvsfólkum á tíðindadeildini í KVF, tí tey ikki kundu standa modell til atburðin hjá stjóranum.
Um vit skulu fylgja linjuni í viðmerkingunum hjá Jón Brian Hvidfeldt til vp.fo, so kunnu vit væl eisini sagt, at øll hava væl rætt til at skrivað dulnevnd lesarabrøv, bert blaðstjørnirnar loyva tí, Men kæran frá starvsfólkunum í KVF kostaði Kringvarpstjóranum starvið.
Enn frættist einkið um at avdúkingarnar í Norðlýsinum um loyniliga ringin av samsintum fjølmiðlafólkum í stóru føroysku miðlahúsunum í Havn hevur fingið avleiðing fyri nakran.
Hóast djøru útsagnirnar og mótmælini hjá Brynhild Thomsen, tykist felagið fyri Føroysk Miðlafólk og leiðslan í KVF og leislurnar á Dimmu og Sosialinum verða meira áhugaði at leggja lok á málið.
Tá so er, kunnu vit bara vóna at politiski myndugleikin tekur fingurin úr einum vissum stað og setur eina almenna kanning í verk av óhugnaligu skandaluni, sum hevur rakt almenna Kringvarpið og ein stóran part av føroyska miðlaheiminum.