Lýsing
Lýsing
Lýsing
Aksel V. Johannesen, løgmaður | Mynd: kvf.fo

Seinasta ólavsøkurøðan hjá Aksel V.? - Greining av politisku støðuni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.07.2018 - 10:00 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Teknini eru ikki til at fara skeivur av. Jónleif Johannesen vil bloyta upp fyri regluni í fiskivinnunýskipanini um útlendskan ognarskap. Óluva Klettskarð vil hava tunlarnar norður um Fjall framskundaðar. Páll á Reynatúgvu spreingir fyri Sandoyartunlinum eitt ár fyri tíð. Krinvarpið undrast á, hví Magni Laksáfoss og Sonja Jógvansdóttir ikki eru farin uppí flokkar enn. Og Sonja sjálv undrast á, hví samgongan hevur fingið so lítið burturúr. Alt bendir á, at eitt tíðarskeið er um at enda, og tíð er at gera status.

Eitt tað kraftigasta signalið um hetta er lýsingarfilmurin, har Javnaðarflokkurin rósar sær sjálvum og samgonguni fyri avrik. Hetta verður gjørt uppundir val.

 

Vallyftini

Millum mongu vallyftini taldust lyftir um at rulla fleiri avgerðir hjá AB(D)H-samgonguni aftur. Landsbankin skuldi endurstovnast, flatskatturin skuldi avtakast, pensiónsforskattingin skuldi ógildast, og blokkurin skuldi frystast aftur. Blokkurin varð frystur aftur, og Landsbankin endurstovnaður, men hini bæði lyftini gjørdust ov dýr at halda. Í staðin bleiv pjøssað eitt sindur uppá progressivitetin í skattastiganum og forskattingin minkað nakað, men annars hildu skipanirnar fram.

Men tað sum samgongan óivað varð vald uppá, vóru lyftini um reformar. Reformerast skuldi í stóran stíl. Øll høvuðsvinnan skuldi nýskipast, sjúkrahúsverkið nýskipast, pensiónirnar nýskipast og stjórnarskipanin nýskipast. Og her vísti tað seg, at samgonguflokkarnir skutu væl omanfyri málið.

 

Nýskipanirnar

Stjórnarskipanin bleiv útsett ferð eftir ferð, inntil hon at enda varð løgd fram á ólavsøku í fjør. Men sjarmuoffensivurin við rundferðum kring landið at reklamera fyri henni kom ongantíð, og røringur kom heldur ongantíð í fólkið. Hon gjørdist eitt mál fyri politikarar og bara politikarar, varð send í nevnd, og haðani kom hon ongantíð út aftur. Løgfrøðin vendi tummilin niður, og eftir nakrar fundir í §25-nevndini vendi andstøðan eisini tumlinum niður. Hon dettur tí burtur, og verður neyvan løgd fram aftur eftir ólavsøku.

Menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið skuldi eisini vera ein nýskipan av øllum sjúkrahúsverkinum. Finnast skuldi fram til, hvørjar viðgerðir skuldu vera hvar, ein felags leiðsla skuldi skipast, og alt skuldi samansjóðast munandi betur. Men higartil hava vit bert sæð, at ein stjóri er settur omaná hinar stjórarnar, og at teir allir eru farnir munandi upp í løn, annars er alt við tað gamla. Afturvendandi rokilsið á Føðideildini í Havn boðar sum vant frá, at onki nýtt er í so máta.

Størsta kaosið gjørdist ikki óvæntað fiskivinnunýskipanin. Norðlýsið kundi í februar 2017 endurgeva fiskimálaráðharran fyri at siga, at alt fiskatilfeingið skuldi á uppboðssølu. Talið hevur sveiggjað í ólukkumát, áðrenn tað lendi á 15% fyri flestu fiskasløg og 25% fyri svartkjaft. Onkustaðni í samráðingunum komu økiskvotur inn, sum seinni vórðu broyttar til menningarkvotur, og sum í seinastu tímunum áðrenn tingviðgerðina blivu settar til 8,5%. Als ikki óvæntað regnaði inn við umsóknum um nógv meira enn 8,5%, tí har uppboðssølurættindi eru sera dýr fyri reiðaríini, eru menningarkvoturnar ókeypis.

Spurnartekin varð beinanvegin sett við nevndina, sum skal luta út, ikki minst tí at Fiskimálaráðið setti eitt valevni hjá Tjóðveldi til formann í nevndini. Og óansæð hvat nevndin ger, fara nógv fleiri at vera ónøgd enn nøgd, tá menningarkvoturnar eru býttar. Og nevndin fer, ofta uttan iva av órøttum, at fáa skotið í skógvarnar, at hon er óreiðilig. Tí slepst ikki undan, tá ein nevnd skal geva so mongum noktandi svar og bert fáum játtandi.

Óvissa valdar framvegis um veiðigjøldini til størsta partin av tilfeinginum. Har stóð beinanvegin í botni, og hóast Vinnunevndin gamaní hevur havt fundir um tað, vóru hesir so úrslitarleysir, at endin varð, at málið datt niðurfyri flaggdagin. Samstundis valdar framvegis óvissa um útmeldingina hjá løgmanni á ólavsøku í fjør um, at farast skal frá fiskidøgum til kvotur tann 1. januar í 2019.

Botnfiskaflotin, línuskip og trolarar, eru helst tann parturin av fiskivinnuni, sum treingja mest til ein reform, men her er nærum onki hent enn. Hóast drúgv tíð er fráliðin, og Fiskimálaráðið hevur havt góðar stundir til at gera hetta arbeiðið grundiga, hevur onki verið at hoyrt frá tí. Men her fæst sjón fyri søgn í august, tá fiskidagar aftur skulu samtykkjast. Ella helst longu í ólavsøkurøðuni.

 

Avrikini

Eyðgunn Samuelsen kann hinvegin bretta sær á. “Hennara” nýskipan kom ígjøgnum tingið, enntá við fleiri enn teimum 17 atkvøðunum hjá samgonguni og Sonju. At hinar nýskipanirnar miseydnast ella eru fløkjur, setir pensiónsnýskipanina í eitt uppaftur betri ljós, tí her hevur landsstýriskvinnan í almannamálum megnað tað, sum løgmaður ikki megnaði, fiskimálaráðharrin illa megnaði, og heilsumálaráðharrin bert partvíst megnaði.

Sirið Stenberg hevur eisini avrik at vísa á, hóast menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið er so sum so. Hon hevur nevniliga yvirtikið málsøkið persóns-, familju- og arvarætt, ið má sigast at vera eitt stórmál. Hetta er samstundis einasta veruliga yvirtøkan av týdningi, sum samgongan hevur framt, so tað fyllir sjálvsagt lutfalsliga nógv á plusskontuni fyri hetta valskeiðið. Tí í aðrar mátar er soltið á tí kontuni. 

Sjálvandi hevur samgongan framt onnur mál enn hesi, men tey eru at finna í smátingsdeildini, ikki høvuðsmál. Heldur ikki á sjálvbjargniskós er nevnivert komið burturúr. Einsamalla yvirtøkan hjá Sirið Stenberg og fastfrystingin av blokkinum (eisini eitt smámál) eru einastu varðarnir á sjálvbjargnisleiðini, og hetta er syndarliga lítið eftir 3 ár. Fyrst og fremst hevur samgongan virkað sum umsitari av pengum, nógvum pengum, og hevur sum soleiðis flutt rættiliga nógvan pening úr norðurøkinum í landinum til miðstaðarøkið.

 

Samgongan mótvegis Landnyrðingsføroyum

Norðoyggjar saman við Eysturoy og so samgongan hava avgjørt ikki verið pottur og panna hetta valskeiðið. Fiskivinnunýskipanin er alt annað enn populér í Norðoyggjum, og tað gav eisini at bíta til kommunuvalið í 2016. Manningin hjá Tjóðveldi í býráðnum í Klaksvík tódnaði úr 3 niður í 1 umboð, og tað eina umboðið var skjótt úti at kunngera fiskivinnunýskipanina sum orsøkina. Í desember í 2017 segði samgongan takk fyri seinast og skrivaði bara Sandoy, Suðuroy, Vágar, Norðstreym og Suðurstreym inn í viðmerkingina um menningarkvotur. Eysturoy og Norðoyggjar vóru avskrivaðar.

Á sjúkrahúsøkinum óttaðust norðoyingar afturgongd. Klaksvíkar Sjúkrahús fekk egna leiðslu eftir Læknastríðið, og norðoyingar hava síðani tá ongantíð verið álvuligir við at fáa sjúkrahúsið stýrt úr Tórshavn, har sterkar kreftir arbeiða fyri at fáa tað niðurlagt. Men har hevur óttin ikki víst seg at ganga út, av tí einføldu orsøk at ongin gongd er í at implementera menningarætlanina. Her er tí framvegis business as usual. Stjórin situr gamaní í Havn nú, men annars hendir onki, og onki nýtt merkir ofta gott nýtt fyri norðoyingar, serliga tá tað kemur til sjúkrahúsverkið.

Fyrrverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, var úti og segði tunlarnar norður um Fjall væl kunna bíða, hóast nærum øll onnur eru samd um, at teir eru átrokandi at fáa framskundaðir. Hetta avspeglar ein hugburð, har kapitalur ikki bert skal flytast úr Norðoyggjum til tað skjóttvaksandi miðstaðarøkið, men eisini har kapitalstreymurin ikki sleppur hin vegin fyri umsitarunum í Havn. Har liggja sostatt kreftir í Havn við tilknýti til samgonguna og forða fyri, at Landskassin ger sína skyldu og ger neyðugar dagføringar av samferðslukervinum í Norðoyggjum.

 

Stuttur avrikslisti, men val nærkast

Í Útvarpinum 5. juli var Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, bersøgin, tá hon segði, at hon ikki skilti hvussu samgongan kundi hugsa um val nú, har tey bóðu um mandat aftur, tá tey illa nokk høvdu brúkt tað mandatið, tey longu hava fingið. Hon segði víðari, at har liggur so nógv eftir á láni av tí, sum samgongan setti sær fyri, at tey heldur áttu at farið til verka við tí enn at fara út til val í næstum. Verður hugt at avrikslistanum hjá samgonguni, har fullfíggjað flugubein bert kann setast við ein Landsbanka og so pensiónsnýskipanina, hevur uttanflokkatingkvinnan rætt í, at hetta er sera lítið at hava at vísa á eftir 3 árum.

Eitt annað val spøkir eisini. Danska Fólkatingið hevur ongantíð sitið eitt fult valskeið uppá 4 ár. Forsætismálaráðharrin passar sær politiskar løgir og útskrivar altíð val í úrtíð. 18. juni í ár hevði sitandi Fólkating sitið í 3 ár, og nú vit nærkast miðjuni av juli, eru bert 11 mánaðir eftir til val skal vera. Men tað verða færri mánaðir enn so, til tað veruliga verður. Og tá verða føroysku flokkarnir eisini kastaðir út í eitt valstríð, hvat antin teir vilja tað ella ikki.

Í 2015 var fólkatingsvalið ein sera góður indikatorur uppá, hvussu løgtingsvalið fór at vera. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi gjørdust størstu flokkar og vunnu bæði valini. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin gjørdust nr. 3 og 4 til bæði valini, bara við øvugum forteknum. Og av teimum smáu flokkunum var Framsókn størstur, Miðflokkurin mittastur og Sjálvstýri minstur – til bæði valini. Verður fólkatingsval útskrivað áðrenn løgtingsvalið, fáa vit har aftur eina góða ábending.

 

Val helst í heyst

Samanumtikið kann roknast við, at løgmaður útskrivar løgtingsval innan alt ov leingi. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava givið honum krakk um stjórnarskipanina, veiðigjøldini liggja skotrað rimmarføst í nevnd og handklæðið tykist verða kastað í ringin í hinum málunum.

Uttanflokkatingkvinnan hevur púra rætt í, at tað verður ikki við einum drúgvum avrikslista, sum samgongan fer til val við, um hon fer til val skjótt, men støðan tykist fastløst.

So leingi tað var framdrift, helt løgmaður á. Gongd var í fiskivinnumálinum, eina løtu vóru útlit fyri umskipan saman við Miðflokkinum, og fiskivinnuuppskotið og pensiónsnýskipanin vórðu samtykt. Tann framdriftin er nú steðgað, og løgtingsnevndir hava nú í tveimum førum givið skarvin yvir og viðurkent, at “Hetta megna vit ikki”. Vinnunevndin segði beinleiðis, at um hon legði uppskotið fram, so fall tað. Og løgmaður hevur alla tíðina sagt, at júst tað – at uppskot hjá samgonguni falla á tingi – verður dropin, ið fær bikarið at flóta yvir hjá sær.

Verður staðfest, at vit ikki koma víðari, og at yvirgongdin til kvotaskipan heldur ikki verður til nakað, verður ólavsøkurøðan 29. juli 2018 helst tann seinasta hjá Aksel V. Johannesen.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni