Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vilnius er høvuðsstaður í Litava

Tankar úr Litava

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.07.2018 - 09:00 Ítrottur Leiðarin Mentan Veðrið

Søgan hjá Litava er styttri enn tann hjá Føroyum, men kortini meira umfatandi. Litava hevur verið eitt stórveldi í europeiskum høpi, og mørkini eru flutt óteljandi ferðir. Nú KÍ hetjurnar eru lendar í høvuðsstaðnum Vilnius, hevur Norðlýsið kagað eitt sindur nærri at hesum forkunnuga landinum í Baltikum.

Eins og á Malta, hava okkara forfedrar eisini gjørt um seg í Litava. Norðurlendskir víkingar gjørdu fleiri innrásir í 9. til 11. øld, og litavar skuldu eitt tíðarskeið gjalda skatt (en. “tribute”) til danska kongin. Í 11. øld gjørdi Kiev sær dælt av hesum og kravdi Litava eftir gjaldi afturfyri at verja seg ímóti innrásum vestanífrá. Dominansurin hjá Danmark var endaliga liðugur í Litava, men helt áfram longur norðuri, í Estlandi, har tað verður sagt, at Dannebrog dalaði av himli í 1219. Í 1040 høvdu litavar eisini fingið nóg mikið av Kiev og svaraðu aftur. Eina góða øld seinni var litaviski herurin somikið sterkur, at grundarlag var fyri einum sterkum og stórum litaviskum stati.

Litavar eru eitt slaviskt fólkaslag, men tað er ógreitt, hvaðani navnið kemur. Fyrstu ferð Litava verður nevnt, er tað í latinseraða sniðinum Litua. Á litaviskum eitur landið Lietuva og íbúgvarnir lietuvis, fleirtal lietuviai. At teir eru slavar hevur merkt, at tað hevur verið lutfalsliga lætt at flutt landamørkini, tí sami etniski bólkur hevur altíð búð hinumegin markið óansæð.

Upp gjøgnum seinmiðøldina veksur sambandið við Pólland, og tey bæði londini útgera saman í 1569 eitt tað størsta landið í Europa, tá tey skipa seg sum samveldi. Hetta samveldið stendur við í 200 ár, til tað verður sundurskilt aftur í 1772. Samstarvið heldur tó fram, og Pólland-Litava alliera seg við Sachsen og viðvirka seinni í at skipa Týskland sum samveldi í 1860’unum og 1870’unum. Men stutt eftir at samveldið er upployst, fær nýggja stórveldið í eysturi, Russland, alsamt størri vald í økinum. Hetta elvir til fleiri uppreistrar, men russarar eru við yvirlutan hvørja ferð.

Undir 1. veraldarbardaga takka týskarar í september 1917 fyri hjálpina 50 ár frammanundan og hertaka Litava frá tí viknaða Russlandi, sum tá er á eggini til kollvelting. Tá Týskland so eisini tapir veraldarbardagan árið eftir, lýsir Litava seg í 1918 sum fullveldi at vera, leyst frá sorlaðu stórveldunum Týsklandi vestanfyri og Russlandi eystanfyri. Hendan ríkisrættarliga støðan stendur við til 1940, tá tað tá sterka Sovjettsamveldið hertekur landið og lýsir tað sum Lietuvos Tarybų Socialistinė Respublika, litavisku sosialistisku sovjettrepublikkina.

Litava verður so verðandi sovjettiskt fram til rembingarnar í Eystureuropa síðst í 1980’unum. Í 1989 og 1990 velja tey flestu eystureuropeisku londini at lýsa seg óheft av Sovjettsamveldinum. Sovjett ger ikki stórvegis við hetta, men tá sovjettrepublikkirnar sjálvar byrja at vilja loysa, hendir hetta ikki uttan svørðslag. Tann seinasti sovjettiski vørrurin er á sumri í 1991, tá Sovjett sendir tanks inn í Vilnius. Mótmælisfólk stilla seg upp at blokera, men sovjettisku tanksini gera ikki mætari enn at trumla tey niður. 14 fólk vórðu dripin og 140 særd, øll óvápnað. Hetta fekk altjóðasamfelagið at venda Sovjett bakið, og eitt hálvt ár seinni gevur Mikhail Gorbatjov skarvin yvir. Kalda kríggið er av.

Danmark var fyrsta landið at viðurkenna Litava sum sjálvstøðugt land, og nógv bond eru bundin millum baltisku londini og Norðurlond síðani 1991. Nú 27 ár seinni gongur væl í Litava, og tað er eitt land í stórari framgongd. Landið er í dag nr. 41 á yvirlitinum Prosperity Index hjá Legatum Institute í London, 12 pláss hægri enn tá tað kom á listan í 2006.

Hitin liggur um 26 stig hesa vikuna, sól men eisini dropar viðhvørt. 

 

Fakta:

Navn: Litava. Offisielt Lietuvos Respublika, litaviska lýðveldið. Vanliga rópt Lietuva á litaviskum.

Vídd: 65.200 km²

Íbúgvar: 3.360.000

Høvuðsstaður: Vilnius við umleið 600.000 íbúgvum.

Stýrisslag: Lýðveldi (republikk) við semi-presidentialskipan, t.e. við bæði forseta og forsætisráðharra. 

Átrúnaður: 80% kristnir katolikkar. Minnilutar eru m.a. jødar, russiskt-ortodoks og protestantar.

Mál: Litaviskt við polskum og russiskum sum minnilutamálum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð