Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Ólavssøkumytur einaferð enn!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  18.07.2018 - 17:02 Bloggur Tíðindi

Allar tjóðir hava sínar upprunamytur, og vit á mínum aldri vórðu fløskað upp við Ólavi Halga, Sigmundi Brestissyni, Tróndi í Gøtu og mongum øðrum góðum monnum. Eg minnist at eg sum barn helt tað vera eitt sindur løgið, at heidni høvdingurin Tróndur í Gøtu hevði sítt egna kristna sálmaørindi, ið hann sjálvur skuldi hava yrkt. Tað stóð jú onkrari lesibók hjá okkum, og sálmaørindið er nú nummar 315 í Sálmabók Føroya Kirkju!

Um hann veruliga sjálvur hevur yrkt sálmaørindið, ella um tað eru orð løgd honum í munnin, veit eg ikki – men, innihaldið í sálminum minnir ikki sørt um keltiskan spiritualitet ella keltiskan kristindóm, og tað í sær sjálvum, er rættuliga áhugavert í hesum føri. Og hví hevði hesin gamli heidningurin úr Gøtu so sítt egna kristna sálmaørindi, og varð sagdur at duga trúarorðini og Faðir vár? Eg giti at Tróndur gamli var ávirkaður av keltiskum kristindómi. Men, fyri teimum, ið hava skrivað Føroya søgu tá, og fyri rómversku kirkjuni, vóru tey keltisku kristnu jú heidningar, ið skuldu umvendast til røttu trúnna!

Og tað var helst júst hetta, ið vóru veruligu ørindini hjá Sigmundi. Hendan tjóðarhetja okkara gekk í veruleikanum ørindir fyri rómverska og norska imperialismu. Hann gekk ørindir fyri andaliga einaveldið hjá Rómversk-Katólsku kirkjuni, og ørindi fyri ein harðrendan, eirindaleysan norskan kong, ið vildi hava Føroyar undir sítt skattavald.

Nakrir av landnámsmonnunum eru helst komnir sunnanífrá, úr víkingahøvuðsborgini Dublin og umvegis keltisku oyggjarnar til Føroyar. Við sær hava teir óivað havt konufólk av írskum/keltiskum uppruna, ið vóru kristin – og kanska vóru onkrir av landnámsmonnunum eisini sjálvir ávirkaðir av keltisku kristnu trúnni.

Á einum symposium á Keypmannahavnar Universiteti fyri fáum árum síðan varð víst á, at fornar gravarleivdir benda á, at kristindómurin hevur haft eitt ávíst tak á føroyingum longu áðrenn Sigmundur nakrantíð fór undir sítt trúboðanarvirksemi – og tað hevur Sigmundur vitað, aðrenn hann fór til verka. Hann skuldi jú vera vaksin upp hjá heidna Trónda í Gøtu, ið dugdi Credo og Pater Noster, trúarorðini og Faðir vár.

Hava vit framvegis hug at heiðra ein norskan kong og halgimenni, sum tjóðar- og frælsihetju, ið bara hevði til endamáls at noyða føroyingar at broyta sína keltisku kristintrúgv, og at leggja Føroya undir seg sum skattland? Er Sigmundur framvegis ein frælsishetja, tá vit vita at hann gekk imperialistisk ørindir fyri pávan í Róm og norska kongin? Og stakk fosturpápan í ryggin?!?

Tað er neyðugt støðugt at endurskoða okkara tjóðskaparligu og nationalu upprunamytur. Í dag er tað – haldi eg – beinleiðis komiskt at heiðra Ólav Halga og hannsara kristinboðan við svørði og eldi og rómverskari og norskari imperialismu. Og ørindasveinur hansara Sigmundur hevði neyvan fingið sæti á Løgtingi fyri nakran flokk í dag (annan enn Sambandsflokkin, og tó?).

Sangurin hjá Effersøe Eg minnist úr gomlum døgum, og fleiri við honum hava kanska verið við til at byggja tjóðina, og havt síni rættindi tann tíð tað var. Men stundin er helst langt síðan komin til at endurskoða fortíðina, fyri at finna fótafesti í framtíðini. Vit eiga aldrin at gloyma søguna, aldrin. Men tey fólkasløgini, ið líta ov nógv aftur um bak, tykjast at hava ilt við at finna sær fótafesti í nútíðini og framtíðini. Í samband við onkran risabrølara hjá bretum undir seinna heimsbardaga, skal Churchill hava sagt nakað soleiðis: Um vit  stara okkum blind í fortðíðini, so missa vit lættliga framtíðina úr eygsjón!

Mentanarliga og samfelagsliga støðan í Føroyum í dag, samanborin við tá tær nationalu og fólkaligu vekingarnar, sum fóru fram seinast í átjanhundrað- og nítjanhundraðtalinum, eru næstan eins langt frá hvørjum øðrum, sum eystur og vestur. Tí er alneyðugt at leggja sinnini á blot, at ríva niður gamlar garðar og mørk, og at hugsa av nýggjum, um hvat tað er at vera føroyingur, og um hvat tað er at vera Føroyar.

Eg skal ikki taka ólavsøkugleðina frá nøkrum. Tað er gott at halda tjóðarveitslu, og at vera errin av sínum landi, og okkara felags fortíð. Føroyingar hava mangar góðar orsøkir til at vera ernir av sínum avrikum gjøgnum øldirnar, og ikki minst í okkara tíð. Men Ólavur, Sigmundur, og tey nationalromantisku skøldini hava helst tænt sína tíð, og við størstu virðing fyri teirra avrikum siga vit í staðin: Vælkomnar nýggju Føroyar! Og góða ólavssøku í 2018!

Sum áður nevnt, so fortaldi ein skúvoyingur fyri mær, at tá hann sum skúlanæmingur var og vitjaði í Tinganesi, vóru tey inni á skrivstovuni hjá Erlendi Paturssyni, landsstýrismanni. Hesin hevði stóran kendan málning av Sigmundi Brestursyni hangandi á skrivstovubróstinum, og meðan hann tosaði við næmingarnar, peikaði hann millum annað á Sigmund og segði: ”Hesi var hin fyrsti sambandsmaðurin í Føroyum!”

So vita vit eisini tað!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð