Lýsing
Lýsing
Lýsing

Blunkandi bláljós

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  24.07.2018 - 16:06 Bloggur Tíðindi

Vit hava ikki flatskatt í Føroyum. Fiskivinnunýskipanin er ikki marknaðargrundað. Og tað er avgjørt ikki samhaldsfast at vit rinda bummgjøld fyri undirsjóvartunlarnar. Men hví halda fólk tað kortini? Stutta svarið er “vegna retorikk”.

Retorikkur er ikki bara orðasnildi. Retorikkur er eitt ómetaligt valdsamboð. Politikarar hava tí ofta lagt seg eftir at fáa kontroll á talaða og skrivaða orðinum; bæði við at meistra tað sjálvir, og við at royna at stýra fjølmiðlunum. Í gamla Grikkalandi og Rom vóru oratorikararnir, menn sum høvdu orðið í sínum valdi, sera høgt í metum.

Fjølmiðlarnir hava hinvegin ta øvutu uppgávuna; at fungera sum mótvekt til politiska valdið og altíð at vera í oppositión til landsins leiðslu. Teir skulu dekonstruera retorikkin og vísa fólkinum, um keisarin er nakin. Men til tíðir, tá miðlarnir eru veikir, ella uppaftur verri, tá teir renna ørindi fyri valdsharrarnar, sleppa politikararnir ígjøgnum við retorikki, sum er ov góður til at vera sannur. Her koma nøkur dømi.

 

Flatskattur

Í 2011 fóru fólk upp á barrikadurnar at mótmæla við skeltum, ið søgdu NEI TIL FLATSKATT. Ivaleyst í allarbestu meining. Men ongin hevur nakrantíð skotið ein flatskatt upp, og okkara verandi skattaskipan er heldur ongin flatskattaskipan.

Skotið var upp at gera eina skipan, har tey við inntøku úr 0-65.000 um árið rindaðu 0% í landsskatti, tey við 65.000-600.000 skuldu rinda 20% í landsskatti, tey við 600.000-1.000.000 skuldu rinda 25% og tey við yvir einari millión 30%. Umframt hetta kom so sjálvandi kommunuskattur. Her vóru sostatt 3 “knekk” inni – við 65.000, 600.000 og 1.000.000. Í eini flatskattaskipan er ongin munur á; allar inntøkur gjalda sama skattaprosent. Ein tílík skipan varð ikki skotin upp. Men við at siga “flatskattur” bar til at fáa heilar kravgongur at ganga og mótmæla einum uppskoti, sum als ikki var til.  

 

Marknaðargrundað

Skrúva vit so tíðina fram til 2016, so var loysunarorðið “marknaðargrundað skipan”. Við fiskivinnunýskipanini skuldu Føroyar á fyrsta sinni fáa eina marknaðargrundaða skipan. Har “flatskattur” fekk fólk at síggja reytt, gav “marknaðargrundað skipan” teimum jólaljós í eyguni. Og við at siga, at tað var tað man vildi, fingu fólk eisini inntrykk av, at tann fiskivinnunýskipanin, sum arbeitt varð við, var marknaðargrundað.

Nú er hon so sett í verk. 67,5%-77,5% grandfathering (sum er “business as usual”), 15%-25% uppboðssøla (alt eftir fiskaslagi) og 8,5% menningarkvotur, sum ein nevnd útlutar. Eg mæli til at fólk lesa undanfarna setningin eina ferð afturat og gera sær tankar um, hvørt hetta ljóðar marknaðargrundað.

Við at koyra 2 parallell løb – eitt, har argumenterað varð fyri eini marknaðargrundaðari skipan, og eitt, har arbeitt varð við fiskivinnunýskipanini, so fekk man uppbygt ein positivan stemning fyri marknaðargrundaðu skipanini, og slapp undan at argumentera fyri fiskivinnunýskipanini – tí fólk hildu, at tað var sama skipan.

 

Samhaldsfesti

Løgnastur av øllum er tó retorikkurin um samferðslukervið, har tað fremsta argumentið fyri at varðveita bummgjøldini í undirsjóvartunlunum er, at tað skal vera meira samhaldsfast (?). Her eru tingini vend fullkomiliga á høvdið, tí brúkaragjøld eru tann minst samhaldsfasti gjaldshátturin, sum er. Har rindar man einans fyri seg og síni.

Flutt yvir á útbúgvingarstovnar og sjúkrahúsverkið hevði leisturin úr undirsjóvartunlunum merkt, at vit einans rindaðu fyri skúlagongdina hjá okkara egnu børnum, og fyri hvørja vitjan á sjúkrahúsi ella hjá kommunulækna sær. Neyvan hevði nakar komið sær at kallað tað eina samhaldsfasta gjaldsskipan. Men kortini fáa norðoyingar og vágafólk at hoyra, at teimum fattast samhaldsfesti, tá teir ikki eru við uppá brúkaragjøld í Norðoya- og Vágatunlinum.

Á hendan hátt – við at brúka retorikk – kann man snara veruleikanum soleiðis, sum tað passar einum.

Lýsing
Bloggarin
Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund