Lýsing
Lýsing
Lýsing

Innilig konsert við Hans Andrias Jacobsen

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.10.2025 - 14:53 Mentan Tíðindi

Evnaríki troubadurin og ársins vinnari av Sement 2025 spælur konsert í stovuni á Nólsoyar Pálli og Marin Malenu

 

Keyp atgongumerki her

 

Tey sum hava upplivað live framførslur, hjá Hans Andriasi, vita at hann er serstakliga evnaríkur. Hann spælir væl og hevur eina sera góða og sterka rødd, sum røkkur langt út um tónleikapallin.

Tá ið hann vann tónleikakappingina Sement 2025 fyrr í ár, vóru dómararnir ovurfegnir og søgdu soleiðis: “Hann hevur altjóða stig og kann spæla allastaðni í heiminum. Bar seg ógvuliga væl á pallinum og hevur eina fantastiska rødd”.

Tónleikurin er spennandi, myrkur og kensluborin. Løgini eru vælskrivaði, innilig og eru eitt framúrskarandi bland av fólkatónleiki og amerikana rokki. Løgini leiða tankarnar til sterkar kenslur og myrkar søgur.

Við síni sterku debut útgávu, Vision, hevur evnaríki trubadururin spælt nógv bæði í Føroyum og úti í heimi. Eitt nú m.a. í Danmark, Sveis, Póllandi og Russlandi o.s.fr.

Vælupplagdi FMA vinnarin bjóðar lurtarum til eitt spennandi kvøld við nýggjum og eldri tilfari, søgum og hugna.

Tað er møguligt at keypa sær okkurt leskiligt at njóta, saman við inniligu tónunum og sanginum hjá Hans Andriasi í hesari serstakliga hugnaligu stovuni hjá Nólsoyar Pálli og Marini Malenu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Minningahald allahalgannadag
Team Klaksvík fær vitjan av VÍF í kvøld
Sanktiónir­nar móti Russlandi byggja ikki…
Innilig konsert við Hans Andrias Jacobse…
Ókeypis bussur til finaluna um løgmansst…
IRF - Rottangatøming í Hvannasundi og No…
Enn ein íbúðarverkætlan á Eiði
Eykasýning av "Friður á Pallinum"
Teitur bjóðar til Jóla­konsert
Bannon: Trump verður forseti í 2028
Ummæli: Orkuríkt dupultspæl í Varpinum
Sandavágs Talvfelag á odda 
Semja millum politiskar flokkar um linju…
Latið handaligu og kreativu útbúgvingarn…
Altjóða gudstænasta í Vestur­kirkjuni
Langsíðan hjá KÍ-viðhalds­fólku­num er nær…
Tríggir Mjølnir leikarar á Dream Team
Sámuel Akselsson Heldarskarð vunnið tvær…
Bókabúðin letur upp í Klaksvík
Avtala um neyðtilbúgving undirskrivað