Almennur spurningur til samgonguna: Nær verður arbeiðsvikan stytt?
Fakfeløg krevja svar frá samgonguni um styttri arbeiðsviku.
Arbeiðsvikan skal styttast, tað var eitt av gyltu vallyftunum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi á seinasta løgtingsvali. Styttri arbeiðsvika er eisini partur av samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.
Nú er so eitt gott ár til komandi løgtingsval. Men enn er arbeiðsvikan ikki stytt.
Styttri arbeiðsvika hevði lætt munandi um hjá øllum løntakararunum, serstakliga hjá barnafamiljum. Men nú tigur samgongan um ætlaninar um at stytta arbeiðsvikuna.
Vit undirritaðu fakfeløg vilja tí koma við einum almennum spurningi til Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, Sirið Stenberg, forkvinnu í Tjóðveldi og Ruth Vang, forkvinnu í Framsókn.
Nær verður arbeiðsvikan stytt?
Við virðing fyri føroyska lønmótakaranum vænta vit okkum svar frá forfólkunum í samgonguflokkunum.
Fakfelagssamstarvið
- Starvsfelagið
- Føroya Lærarafelag
- Føroya Pedagogfelag
- Akademikarafelag Føroya
- Heilsuhjálparafelag Føroya
- Havnar Arbeiðskvinnufelag
- Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar