Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd frá 1965, tikin í Árnafirði, aftaná at seinasta skotið var latið av í tunnlinum millum Ánir og Árnafjørð.

Kann tað lívsfarliga útsetast?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.08.2018 - 04:27 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Tosað verður í álvara um at landið skal fíggja innkomuvegin til Havnar frá Skálafjarðartunlinum. Eftir øllum at døma bert við annan tunnilsmunnan, tí onki prát er um at landið eisini skal gera innkomuveg Eysturoyarmegin. Samstundis biður løgmaður í ólavsøkurøðu síni fólk Eystan Múla sláa kalt vatn í blóðið, tí alt ikki kann gerast í senn.

Á Facebookbólkinum “Tunlar norður um fjall nú!” verður spurningurin vendur, um ábyrgdarhavandi fyri vega- og tunnilskervið í Føroyum kunnu krevjast fyri rættin fyri óviljað manndráp, um fólk doyggja í tunlinum vegna tess, at tunnilstrygdin ikki er í lagi, og fólksliga opiniónin er ikki at fara skeivur av. So gott sum øll halda, at tað kunnu tey.

Men innkomuvegurin til Havnar tykist hava skund. Høvuðsstaðarkommunan líður undir tí øgiligu ferðsluni, sum í dag kemur til Havnar, og hennara einasti innsatsur fyri at forgreina hana oman í býin hevur higartil verið ein ljóskurv. Kommunan tykist sostatt bíða eftir landinum, og frá landsins síðu hevur man higartil bara sett 2 milliónir av í 2019. Tað fekk fyri nøkrum mánaðum síðani Heðin Mortensen, býráðslim í Havn, sum eisini er løgtingsmaður, til at langa út eftir sínum samgongufeløgum fyri ikki at arbeiða nóg skjótt.

Men har ein vantandi innkomuvegur til Havnar í versta føri er irriterandi, so stendur ikki um lív har. Ongin doyr av tí, um innkomuvegurin verður nakað seinkaður. Tí bendir tað á eina skeiva raðfesting, at lívshættisligu tunlarnir til Árnafjarðar og Eystan Múla verða roknaðir sum nakað, sum væl kann bíða, meðan innkomuvegurin til Havnar verður roknaður sum nakað, ið hevur skund.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni