Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Summartiltakið á Kalsoynni oyðilagt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.08.2018 - 11:11 Tíðindi

Kaos er nú, árliga tiltakið hjá Mikladals Sóknar fráhaldsfelag er byrjað. Strandferðslan hevur tikið SAM úr sigling og sett Sildberan í staðin. Kommunan hevur einans ein lítlan buss, ið koyrir vitjandi fólkini og ferðafólk í hópatali, standa nipin á Varpinum.

So hendi tað aftur! Kalsoyingar eru ikki eins fyri lógini og onnur. Tey rinda sín góða skatt til samfelagið, men fáa ikki somu tænastu aftur.

Í morgun er árliga summartiltakið hjá Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag, ið til ber at lesa meira um niðanfyri her. Øll tey mongu sum hava staðið fyri fyrireikingunum og glett seg, at fáa vitjandi í Kalsoynna, mugu bara smyrja seg við, at almennu myndugleikarnir ikki spæla við. 

Strandferðslan hevur tikið SAM úr sigling og tískil sleppa bilar og bussar ikki til Kalsoyar. 

Sildberin er settur inn, hann tekur 40 fólk. Kommunan hevur sett ein buss at koyra ferðafólk í Kalsoynni, men hann tekur einans 19 fólk. 

Fólk eru eisini strandađi viđ persónbilum og campingbilum á Kalsoynni.

Síðani eru tað útlendingarnir, ið einamest ætla sær í Kalsoynna at síggja Kópakonuna og Kallin. Tey standa nipin á Varpinum í Klaksvík og hava sæð sínar ætlanir fara í vaskið. Fyri teirra viðkomandi verður so hesin parturin av Føroyum helst unexplored!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ásmund Olsen á hósdagskafé­ini í Betesda
Café Gloria við besta Torramati í Skálan…
Lyklaleikari hjá KÍ missir alla fyrru há…
Hósdagin 19. februar verður stór ferðavi…
KÍ spælir síðsta venjingardystin
Torradagar á Skúlatrøð
Er kuril á tráðnum í samgonguni?
Bjargingarbrøgd í KFUM & K
2025 var heitasta árið á Landgrunni­num í…
Torratingið avlýst!
Magnus Rasmussen stillar ikki uppaftur
Beinir spyr um Kalsoyar­leiðina
Januar 2026 - hvussu royndist veðrið?
Torramatur í Skálanum kl. 11.30 - 17.00…
Petur á Roykheyggi í Betesda í kvøld
Oyggja­fundur um undirsjóvar­tunnil
Framvegis stórt trýst á bústaðarmarknaði…
Torraskráin Mikudagin
Bílig fígging ger dýrar verkætla­nir lokk…
Brøgd á sjónum
Lýsing