Lýsing
Lýsing
Lýsing

Framsýningin av livandi fiski og krabbadýrum á Føroya Sjómannadegi í vanda

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  07.08.2018 - 19:31 Mentan Tíðindi

Eyðstein Poulsen, sum er ein av fyriskiparunum samband við Føroya Sjómannadag, sum verða í Klaksvík tann 18. august sigur, at ein av best vitjaðu tiltøkunum á Føroya Sjómannadegi nú er í vanda orsaka av nýggju djóraverndarlóggávuni.

Framsýningin av livandi fiski og krabbadjórum v.m., sum hevur verið tíðandi partur av Føroya Sjómannadegi tey 14 árini sjómannadagar hava verið fyriskipaðir í Klaksvík, er í stórum vanda, sigur Eyðstein Poulsen, sum er ein av fyriskiparunum av Føroya Sjómannadegi.

- Trupuleikin hjá okkum er nýggja djóraverndarlóggávan, sum er markant broytt av løgtinginum í seinastu tingsetu. Sambært henni er ikki longur loyvt at forstýra krabbar og fisk óneyðugt‚ so tey verða stressað.

- Framsýningin av livandi fiskum og skjeljadjórum hevur verið ein av stóru upplivingunum á Føroya Sjómannadegi, men nú er ivasamt‚ um tiltakið er forsvarligt.  

- Lesur tú lógartekstin‚ so kann tað fáa álvarsamar fylgir fyri okkum‚ sum fyriskipað, um eitt krutt, hummari ella krossfiskur skuldi doyð av stress av at koma í samband við forvitnar smádreingir ella smágentir. Skuldi onkur meldað‚ og vit verða sektaðir‚ so kunnu vit verða dømdir at sita upp til 2 ára fongsul, alt eftir hvussu álvarsamt brotið er. 

- Tað er ein løgin kensla - Vit‚ sum hava handfarið tilfeingið‚ sum livir í havinum, líka síðan vit vóru smádreingir, mugu nú vegleiðast av sakførara‚ um hvussu man skal handfara fisk og krabbar, fyri ikki at enda handan rimar, sigur Eyðstein Poulsen, nevndarlimur í Føroya Sjómannadegi við Norðlýsið.

 

Lógin er strong

§ 2. Løgtingslógin er galdandi fyri:

1)   Súgdjór, t.e. Mammalia.

2)   Fiskar, t.e. Agnatha, Chondrichthyes og Osteichthyes.

3)   Fuglar, t.e. Aves.

4)   Paddur, t.e. Amphibia.

5)   Skriðdjór, t.e. Reptilia.

6)   Tíggjubeint krabbadjór, t.e. Decapoda.

7)   Høgguslokkar, t.e. Cephalopoda.

8)   Onnur djór, sum eru í varðveitslu hjá fólki.

Stk. 2. Á sama hátt er løgtingslógin galdandi fyri ymisk menningarstig av somu djórum, um sansingargøgnini samsvara við menningarstigið hjá livandi djórum.

Stk. 3. Løgtingslógin er galdandi á føroyskum landøki og á sjóøkinum innan fyri 12 fjórðingar, á skipum, ið eru skrásett í Føroyum, og á flogførum hjá feløgum, ið eru skrásett í Føroyum.......

 

Í  § 3 í nýggju djóraverdnarlóggávuni stendur soleiðis skrivað:

……. Djór hava eginvirði, sum ikki er treytað av tí nyttuvirði, tey hava fyj´ri fólk. Djór skulu viðfarast væl. Tey skulu ikki verða nervað ella órógvað óneyðugt, og tey skulu verjast fyri óneyðugari strongd og vandanum fyri hesum…

Framsýningar o.a. 

§ 26. Tann, sum venur djór, og tann, sum brúkar djór til framsýningar, undirhald og kappingar, eins og tann, ið skipar fyri slíkum virksemi, skal tryggja, at djórið 1) er ført fyri at útinna virksemið, uttan at tað verður lúgvað ella skatt, 2) ikki er fyri ella verður ávirkað av evnum ella viðgerð, sum kann hava við sær, at virksemið er skilaleyst í mun til djóravælferð, 3) ikki tilvitað verður rætt, skatt ella nervað óneyðugt, og 4) ikki verður vant til ella brúkt til bardaga móti øðrum djórum ella móti fólki.

Revsing

§ 30. Tann, sum overvar, vanrøktar ella á annan hátt fer illa við djórum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp í 1 ár. Stk. 2. Eru viðurskiftini, nevnd í stk. 1, framd tilætlað ella av grovum ósketni, er revsingin sekt ella fongsul í upp í 2 ár. Stk. 3. Eru viðurskiftini, nevnd í stk. 2, sbr. stk. 1, at meta sum skammfaring, er revsingin fongsul í upp í 2 ár. 

Stk. 4. Um ikki hægri revsing er uppiborin eftir stk. 1-3 ella sambært lóggávuni annars, verður við sekt ella við fongsli í upp í 4 mánaðir revsaður tann, ið ikki ger eftir boðum, givin við heimild í § 19, stk. 3, ella sum brýtur ásetingarnar í §§ 6-12, 15-18, 20 og 22-26. Medvirkni verður revsað á sama hátt. Stk. 5. Revsingin, ásett í stk. 4, kann herðast til fongsul í upp í 2 ár, um gerðin ella undanlátið er tilætlað ella er gjørt av grovum ósketni, og tað við brotinum er 1) voldur skaði á heilsu hjá djórum, ella um vandi hevur verið fyri tí, ella 2) fingin er ein fíggjarligur vinningur, ella ætlanin hevur verið at fáa fíggjarligan vinning til ein sjálvan ella onnur…….

 

Nýggja login kann lesast her: 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch
Fýra býráðslimir takkaðu fyri seg