Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Politikkur og krígsretorikkur

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  09.08.2018 - 10:39 Bloggur Tíðindi

Nú Føroya løgmaður hevur hildið sína árligu tingsetanarrøðu, kenna andstøðupolitikararnir seg noyddar til at leggja í vaðið við mótretorikki – ikki sakligum, fakligum, politiskum viðmerkingum, men við saftigum krígsretorikki, tí soleiðis fremja tey politikk í Føroyum. Samgongan hevur per definitión aldrin rætt, og andstøðan hevur sjálvandi allar tær røttu loysnirnar.

Eg giti, at føroyingar flest vita, at soleiðis er støðan ikki. Tað er ongin sjálvfylgja, at ein samgonga altíð hevur rætt, og at ein andstøða altíð mistekur seg ella umvent. At reka eitt land er trupult, og tað er og verður langt frá høgravonginum hjá teimum borgarligu til vinstravongin hjá teimum vinstrasinnaðu, eins og tað altíð verður ein djúp gjógv millum radikalt samband og radikalt tjóveldi. Soleiðis er tað! Men tað ber kortini til at tosa pent, at vera kurteisligur og at virða hvønn annan, at leita eftir felags loysnum og at royna semju til frama fyri teirri eindini, ið eitur Føroyar, og fólkinum, ið har býr.

Andstøðan í løtuni heldur seg umboða vinnuna, og mælir mangan til vinnuligar loysnir í politiskum spurningum. Men spurningurin er, um nakar er fjarari frá vinnuligum loysnum, enn júst hesi politisku umboðini fyri vinnuna, sum við teirra æviga krígsretorikki og stundum fanansaktigheit, ikki høvdu fingið atgongd til leiðsluna í nakrari sunnari vinnufyritøku, har strembað verður eftir loysnum og úrslitum, heldur enn at leggja hvønn annan fyri bein og grenja um farnar syndir. Oddafólkini í føroysku vinnuvinarligu flokkunum høvdu aldrin fingið fótin inn um dyrnar í væl riknum vinnufyritøkum, tí tey kenna ikki stevið har. Tey hava, ið hvussu so er, ikki prógvað sín leiklut har – heldur hinvegin.

Ongin okkara, ið bara hava livað nøkur fá ár yvir konfirmatiónsaldurin, væntar, at øll altíð fara at verða samd um alt. Mínir jødisku vinir plaga at flenna at sær sjálvum og siga, at har tólv jødar eru til staðar, eru í minsta lagi átta og fjøruti meiningar. (Áðrenn ísraelsvinirnir í Føroyum leggja meg undir jødahatur, kann eg nevna, at kona mín er jødi, og tað eru børn okkara eisini!!!)

Tað sama kann sigast um føroyingar, har fýra føroyingar eru saman, eru ið hvussu so er átta og fjøruti meiningar - ikki tí, at teir eru serliga klókir, men tí at teir altíð skulu taka atlit til alt og øll møgulig, áðrenn teir tora at koma í tankar um, hvat teir sjálvur veruliga meina. Men hesin klandursretorikkurin, ið tekur seg upp í tinginum aftan á eina løgmansrøðu, er ósømiligur og byggir ikki land. Hann er aldeilis hugsjónarleysur og oyðileggjandi. Tó skulu tinglimir sjálvandi ikki sita og nikka og klappa dumt, sum tinglimirnir í eysturlendskum diktaturum.

Tað er næstan sum at bannast innan kórsgátt, at biðja føroyingar læra av dønum. Men danir hava yvirhøvur betri tingsið enn føroyingar. Í fólkatinginum verður strembað eftir so breiðum semjum sum gjørligt, týðandi mál verða ikki avgjørd við einari atkvøðu í meiriluta, og í fólkatinginum stremba tey støðugt eftir at gera langtíðar millumflokkaavtalur um øll týðandi mál. Føroya løgting minnir stundum meira um støðuna í Washington, har bæði tingini, kongressin og umboðsmannatingið bara hava eitt endamál, og tað er reinur fananskapur ella óargaligheit, sum tá republikanararnir í báðum tingunum nýttu alla sína orku til at forða fyri, at nakað sum helst skuldi koma burtur úr báðum valskeiðunum hjá Obama, bara tí at hann var av afrikanskum uppruna. Slíkt er óverdugt og landaskaðiligt, og gróðrabotnur fyri einum cowboyara frá hinum ótamda Wild Vest.

Eitt parlament er ein samtalustøð, har tað ikki bara ræður um at rópa harðast, um at spilla hvønnan út, ella um at leggja hvønn annan fyri bein. Eitt parlament, ein samtalustøð, eitt ting, eigur heldur at vera staðið, har limirnir tosa seg til loysnir og tingast til semju. Goyggj og gorr eru kanska gott undirhald, men galdursretorikkur og illgitingar hoyra ikki heima í professionellum leiðsluhøpi. Her ræður tað um fakligheit, um sakligheit, um dirvi (tað kostar stundum at meina nakað!) og um hugsjónir, ið røkka longur enn til næsta val og sínar egnu veljarar.

Nú hevur ongin spurt meg um mína fátøku meining! Men tað hevur aldrin hildið meg aftur frá at siga mína meining. Mín meining er, at løgtingið skal reduserast til hægst 21 skilagóðar limir, og landsstýrið til hægst fimm líkaso skilagóðar limir. Tað eru alt ov mangir limir í løgtinginum. Um Danmark skuldi havt líka nógvar tinglimir sum Føroyar, so skuldu tað havt 3.200 tinglimir! Tað er nógv gott fólk í løgtinginum, men har er eisini nakað av grapsi, og onkur óargadýr eisini, ið eru til óbótaligan skaða fyri føroyska búskapin og føroyska mentan. Tað skal so lítið av spillu til fyri at oyðileggja alt.

Eg eri ikki so naivur, at eg vænti, at løgtingslimir, ið frítt kunnu atkvøða fyri sínari egnu lønarhækkan og pensiónsfyrimunum, knappliga fara at avskaffa sítt egna jobb.

Men eg loyvi mær bara í allari eyðmýgd at heita á fólkið og á valfeløgini um at taka sítt virksemi í djúpasta álvara, soleiðis at tey sortera klammarsklukkurnar frá og loyva veruligum statskvinnum og monnum framat. Áhugin fyri valfeløgunum er alt, alt ov lítil, og tí kunnu kraftidiotar kroysta seg framat, og vit kunnu jú bara velja tey, ið eru komin upp á listan!!! Tí er nærdemokratiið so alvorliga álvarsamt. Vit velja ikki bara løgtingið á løgtingsvalinum, men sanniliga eisini á uppstillingarfundunum! Løgtingið kann bara bjargast av nærumhvørvinum – av tær! (og ikki av mær!).

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur