Lýsing
Lýsing

Tobbi: Tjóðveldi visti hvør fekk menningarkvotur

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  15.08.2018 - 08:44 Politikkur Tíðindi

Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi næstformaður í Tjóðveldi og landstýrismaður í fiskivinnumálum, skrivar í gjárkvøldi á sínum Facebook vanga: …. Ein sum hevði verið á gátt í einum av floksrúmunum á Gamla Apoteki fyri kortum hevði sæð øll hesi feløgini uppskrivað á einari talvu, sum onkur hevði verið so óansin at lata standa, eftir ein fund um menningarkvoturnar, so hetta er ikki øðrvísi enn ein hvør annar arabiskur bazarur….

Fyrrverandi landsstýrismaðurin er sera ávgjørdur um menningarkvoturnar. Hann skrivar m.a.:
 
Tórbjørn Jacobsen … eg kenni ikki tær 40 umsóknirnar, so tað fái eg ikki úttalað meg um, men tað skal ikki nógvur fantasiur til fyri at síggja, at hetta er rein politisk útlutan - royn og tekna eitt politiskt landakort samsvarandi umsøknunum, sum fingu játtandi svar, so fylgir partapolitiska leskanin einum ógviliga týðiligum ráki. Valstríðið til næsta løgtingsval er skotið í gongd á tíðindafundi í dag, og ivaleyst fer hetta partapolitiska stráfóðrið at síggjast aftur í atkvøðukassunum í Vestmanna, Vági, á Tvøroyri, í Seyrvági o.s.fr
 
Tórbjørn Jacobsen Kundi hugsað mær at fingið at vita hvussu nógvar umsóknir vóru úr Eysturoy og Norðoyggjum? Tær kunnu ikki allar hava verið so ússaliga skrivaðar, at tær als ikki sluppu upp í part? Hanus fekk uppí eina pøs av sild, well den, men álvaratos, hetta partapolitiska og akademiska býtið bleiv altso "stuttligari" enn eg hevði roknað við, eftir at eg hoyrdi um hesar vitleysu menningarkvoturnar á fyrsta sinni.
 
Tórbjørn Jacobsen Og profetiin frá byrjan gekk út, tey sum einaferð tømdu firðir og vágir fyri veiði- og fiskiloyvi, táið tey seldu fólksins ogn undan arbeiðandi bygdafólkinum fyri tíggjutals milliónir, verða nú undirdíkt og leska í og við menningarkvotum frá teimum, sum fyrisita fólksins ogn í dag. Bara liturin er hin rætt
 
Tórbjørn Jacobsen Hví mundi Gestur Hovgaard kenna seg trýstan til og hava fyri neyðini at siga, at ongin í processini hevði ringt til hansara um menningarkvotur, uttan at vera spurdur yvirhøvur? Her er væl kimað. Og alt bendir á, at Ingolf, Pauli Trond og Sirið hava sitið inni við Menningaraltarið, táið býtt var á skinninum. Ein máti at tryggja verandi landafrøðiligu umboðan Tjóðveldisfloksins eftir næsta løgtingsval, undrist bara yvir hví Óluvá ikki er sloppin framat býtinum, hvat hevur hon gjørt til sakar, nú menningarkúgvin slepti, táið komið var til Norðuroyggjar? 
 
Tórbjørn Jacobsen Hava vit ikki fingið at vita, at alt skuldi leggjast út á blik fyri almenninginum? Sá annars eitt noktandi svar fyri løtu síðani, og tað styrkir meg bara í niðurstøðuni, at hetta er ber og blektað politisk (fyri ikki at siga partapolitisk) útlutan.
 
Tórbjørn Jacobsen Ein sum hevði verið á gátt í einum av floksrúmunum á Gamla Apoteki fyri kortum hevði sæð øll hesi feløgini uppskrivað á einari talvu, sum onkur hevði verið so óansin at lata standa, eftir ein fund um menningarkvoturnar, so hetta er ikki øðrvísi enn ein hvør annar arabiskur bazarur  :-)
 
Tórbjørn Jacobsen Einaferð segði ein eldri politikari mær, eftir eitt heldur hvast orðaskifti, at hetta var ikki øðrvísi enn ein arabiskur bazarur, onki samband ímillum orð og gerðir 
 
Ein annar facebook kjakari Sólfinn Hansen hevur gjørt myndina um politiska býti av menningarkvotunum
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Mjølnir hevur aðalfund
Næmingar lesa fyri næmingum
Myndarøð: Virkið Vár
Kropsmál
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin