Fakta ella skvaldur, sannleiki ella gjøgnumskygni?
Hjá summum gløða knappaborðini, nú val tykist hómast í sjónarringinum. Og støðan er, sum altíð, svørt hvít, hini hava alla skyldina. Flokkur X hevur allar tær røttu loysnirnar. Andstøðan ella samgongan kann bjarga Føroyum. Vegurin í avgrundina er ikki at velja tey, sum eg ella vit eru samd við. Velja tit ikki meg ella okkum, so førir tað til heimsins undirgang í Føroyum.
Øll, ið hava livað bara eitt lítið sindur, vita fullvæl, at soleiðis er støðan ikki í veruleikanum. Flest øll mál, flestu støður og trupulleikar, eru rættulig komplex. Sjáldan finst bara ein loysn ella eitt sjónarmið, og tað er ongin trygd fyri, at einhvør loysn altíð er betri enn ongin loysn. Vit hava gjørt nútíðarsamfelagið til eitt stað, har alt kann loysast við yvirskriftum. Eina økonomisk/politiska tablett morgum og kvøld, so er loysnin vís. Soleiðis er støðan bara ikki. Summi mál kunnu als ikki loysast, onnur mál krevja truplar og fløktar loysnir – uppaftur onnur mál kunnu loysast á mangan hátt, og úrslitið verður líka gott.
Í gomlum døgum var valagitatión reint undirhald. Á valfundum í gomlu dansistovunum galt um at fá so nógvan látur sum gjørligt- álvarin kundi bíða til aftan á valið. Valfundir snúðu seg um um galdur og beistagtigheit. Í dag hevði ongin góðtikið slíkar fundir, men er støðan kortini stórt øðrvísi? Enn sleppa valevnir at oysa um seg við lyftum, skuldsetingum og fordómum, utttan at nakar veruliga setir teimum knívin á barkan, og sigur : Tøl! Fakta! Prógv! Ikki bara gitingar og lygnir! Ein búskapur, ein tjóð, eitt land kann ikki byggjast á gitingar, illgitingar, heilar og hálvar lygnir ella fordómar.
Í grannalondum okkara hevði ein partur av føroysku valevnunum og føroysku politikarunum dumpað upp á standandi fót, tí pressan hevði tráspurt tey eftir fakta, eftir tølum, eftir prógvum. Har hava tey sterkar fjølmiðlar, ið hava orku til at kanna mál, og serútbúgvið fólk til at seta røttu og viðkomandi spurningar.
Sjálvur haldi eg, at føroyingar eru eitt ”upplýst” og eitt ”mentað” fólkaslag. Tað eru fá lond í heiminum, har so stórur partur av fólkinum hevur langa útbúgving sum í Føroyum. Her rokni eg øll, ið hava útbúgvingar yvir níggjunda flokk, so sum hondverkaraútbúgvingar, sjóvinnuútbúgvingar, handils- og vinnuútbúgvingar og so framvegis. Og tað finnast eisini nógv klók fólk uttan nakra útbúgving! Eitt samfelag við so høgum útbúgvingtstøði eigur eisini at vera sjálvvist og ikki at finna seg í hvørjum sum helst. Tey eiga ikki at finna seg í, at undirmálingar oysa um seg við tómum tølum, tómum pástándum og luftkastellum. Tey eiga í staðin at seta góðskukrøv til teirra, ið ætla at blíva vald, og góðskukrøv til teirra ið eru vorðin vald. No nonsense commerades: úrslit, opinleiki og erligheit!
Onkur av okkum eru so gomul, at vit minnast valdfundirnar í gomlu dansistovunum, har politikkur bara var reint undirhald. Sum longu nevnt, so vóru tað valevnini, ið fingu áhoyrarnar at flenna mest, sum vóru hetjurnar. Ein skuldi trúð, at vit vóru komin longur á leið, nú eina hálva øld ella meira seinni. Kanska er undirhaldsvirðið minni í dag enn tá, men góðskan er ikki altíð nógv betri.
Undirritaði hevur ikki verið politiskt aktivur í Føroyum, síðani landið gjørdist eitt valdømi, og tí veit eg ikki, hvussu lokalfeløgini hava tað í dag, ella hvussu uppstillingarfundirnir ganga fyri seg nú. Men eg blívi við at siga, at floksfeløgini og uppstillingarfundirnir eru grundarlagið undir fólkaræðinum! Tað er á floksfundunum, at tey valdu skulu fáa at vita, hvørja leið tey skulu halda, og hvat tey skylda sínum veljarum.
Eg veit fullvæl, at ein rødd á løgtingi ikki kann detail- ella fjarstýrast, tí framtíðin er full av ókendum faktorum. Men, tey sum eru vald av fólkinum, hava bara sítt mandat í fólkinum. Frælsi til egotripp eigur at verða avvmarkað ella at fáa fylgjur. Tað er á floksfundum, og ikki minst á uppstillingarfundum, at góðskan verður løgd undir fólkaræðið, soleiðis at skilja, at her skulu vitug, djørv og framskygd ábyrgdarfólk veljast. Listin skal ikki fyllast við hvørjum sum helst í seinastu løtu ella bara við teimum, ið altíð hava verið har. Floksfeløgini og uppstillingarfólkini eiga at leita við sjóneyku og radara (ljós og lygt) eftir teimum røttu valevnunum. Uppstillingarfundirnir eru grundarlagið undir fólkaræðinum og støðið undir løgtinginum.
Er grundarlagið og støðið ov vánaligt, so ridlar ella koppar yvirbygningurin skjótt.

Bergur Jacobsen
Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Bergur Jacobsen
Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.