Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað eru tey, sum hava sjálvan Gud á Skype

SKRIVAÐ: Hergeir Staksberg  |  25.03.2013 - 18:12 Eldri tíðindi

Hava vit trúarfrælsi í Føroyum?Stutta svarið er nei. Longra svarið er, at vit hava eina almenna statsreligión, har vit dagliga verða teppibumbaði við kristindómi í surround og minnilutabólkar dagliga verða hóttir við bíbliuni

Hava vit trúarfrælsi í Føroyum?Stutta svarið er nei. Longra svarið er, at vit hava eina almenna statsreligión, har vit dagliga verða teppibumbaði við kristindómi í surround og minnilutabólkar dagliga verða hóttir við bíbliuni

Gjøgnum øldir hevur átrúnaður staðið á odda fyri at kúga og sensurera menniskjað. Tað er eisini rættiliga lætt at neyðtaka ein yvirnattúrligan mynduleika og leggja orð í munnin á gudinum, tí viðkomandi gudur kann ikki forsvara seg, tí hann hevur onki mál.

Í síðsta enda er henda framferðin, har mann leggur gudum orð í munnin, ein umbering fyri at ogna sær sjálvum vald og upphevja seg uppum onnur menniskju.

Dømi um hetta er m.a., at kirkjan sensureraði bókaútgávur. Í Fraklandi varð mann brendur á báli, um tilfarið í bókini ikki samsvaraði við kristnu fatanina hjá kirkjuni.

Vit kenna tað eisini frá okkara egnu søgu, har Sigmund Brestisson segði: Trúgv á Jesus ella doyggj. Tað var eisini ókristiligt at dansa, fara í biograf ella spæla kort. Felagsnevnarin er, at hetta er ein ógrundaður ótti fyri tí ókenda.

Feskasta dømi um sensur ocd og ógrundaðan ótta er ein bók, sum LGBT handaði løgtingslimunum. Sambært sensurprofetunum úr Miðflokkinum, sum opinbart hava sjálvan Gud á Skype, so verður hendan bókin endin á Føroyum og sjálvur Satan fer at taka yvir í Føroyum. Tí mugu vit fyri alt í verðini sensurera bókina og hótta við bíbliuni, tí annars søkka Føroyar til botns og verða uppetnar av krabbum.

Sjálvt um tað ljóðar sum ein langt úti Monty Python ella South Park sketch, so meina hesir sensurprofetarnir tað 100% seriøst. Men hóast tað er ógjørligt at taka seriøst, so skylda vit Jesus, sum hevur betri uppiborið, at vit siga samstarvið upp millum kirkjuna og statin, tí hetta er at halda hann fyri spott. Og vónandi sleppa vit so eisini undan hesum heiladeyða fjasinum, har mann skal óttast alt fremmant og sensurera alt tað, sum mann er ósamdur við... og turka tað upp í Jesus.

Lat okkum heldur njóta lívið fult út, so leingi vit ikki skaða onnur... uttan sensur og ótta!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Posta gevur út nýggj frímerki – frá segl…
Norðstrok: Kom við felagstúr
Aftur í 1956
Fosturforeldra­felagið á ferð: Hvussu fáa…
Grindamanna­felagið fegnast
Føroysk lúsadata í heimsflokki
Búnaðarstovan vertur fyri norð­urlendskar…
Vinningar í lutaseðlasøluni hjá N25Y – v…
Bókaframløga: Heimalambið Nella
Árligi ruddingardagu­rin verður týsdagin…
Dávur vitjar Norðlýsið
Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends 
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik