Lýsing
Lýsing

Serfrøðin mælir til kommunala útjavning

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  08.06.2013 - 19:25 Eldri tíðindi

ÚR greinasavninum juni 2014: Nógv verður tosað um sosiala ójavnan í Føroyum. Áhugafeløg stinga seg upp at verja tey veiku og alt gott um tað. Ikki minst í Tórshavn og almennu miðlunum verður nógv tosað um børn, gomul, sjúk osfr. men einki orð verður grett um størstu sosialu órættvisina í landinum - nevniliga kommunala ójavnan. Og sigur onkur nakað verður hetta skírt øvundsjúka. Spurningurin er eisini hvar KSF er.

ÚR greinasavninum juni 2014: Nógv verður tosað um sosiala ójavnan í Føroyum. Áhugafeløg stinga seg upp at verja tey veiku og alt gott um tað. Ikki minst í Tórshavn og almennu miðlunum verður nógv tosað um børn, gomul, sjúk osfr. men einki orð verður grett um størstu sosialu órættvisina í landinum - nevniliga kommunala ójavnan. Og sigur onkur nakað verður hetta skírt øvundsjúka. Spurningurin er eisini hvar KSF er.

Tá talan er um fiskivinnuna verður altíð sagt í høvuðsstaðnum at tað er av størsta týdningi at lurta eftir serfrøðini. Primera vinnan liggur í stóran mun kring landið so kvotur og fiskaloysi ávirka ikki fastlønt fólk – sum Havnin sjálvandi hevur nógv av. Men ikki øll serfrøði er líka væl umtókt í høvuðsstaðnum. Summi serfrøðingaálit verða beinleiðis tagt burtur. Her hugsi eg serliga um álitið viðvíkjandi kommunala ójavnanum, sum í roynd og veru er sosialur ójavni.

Tann 10 apríl 2008 legði búskaparráðið fram álit um kommunala útjavning á Hotel Føroyum. Talan var um eina skilagóða frágreiðing frá búskaparligum serfrøðingum. Lokalpressan í Havn, Kringvarp Føroya, gav ikki hesu serfrøðingafrágreiðing stórvegis umtalu og lætt er at gita hví. Frágreiðingin gagnaði ikki Tórshavn. Í frágreiðingini frá búskaparráðnum stóð m.a.:

Inntøkur og útreiðslur eru ójavnt býttar millum tær føroysku kommunurnar. Útrokningar vísa eitt nú, at íbúgvarnir á Streymoynni høvdu eina miðalinntøku uppá Kr. 174.244, meðan íbúgvarnir á Sandoynni bert høvdu eina miðalinntøku uppá Kr. 132.462 í 2006.

Útreiðslurnar hjá kommununum eru m.a. tengdar at fólkabýtunum; lutfalsliga nógv børn elva til størri útreiðslur til barnaansing og fólkaskúla, og lutfalsliga nógv eldri fólk elva til størri útreiðslur til eldraøkið. Tá hugt verður at fólkabýtinum sæst t.d., at 12% av íbúgvunum á Sandoynni vóru yvir 70 ár, meðan talið í Eysturoynni var einans 10% í 2006.

Kommunurnar á Streymoynni fáa sostatt meira í kommunukassan enn kommunurnar á Sandoynni, tá ið sama skattaprosent verður nýtt, meðan kommunurnar í Suðuroynni hava størri útreiðslur til eldraøkið enn kommunurnar í Eysturoynni. Hesin ójavnin millum kommunurnar í Føroyum ger tað, at kommunurnar hava ymiskar fortreytir at bjóða íbúgvunum tænastur. Kommunur við høgum inntøkum og lágum útreiðslum hava ráð til lutfalsliga lágt skattastøði og høgt tænastustøði, meðan minni hepnar kommunur mugu antin hava eitt lutfalsliga høgt skattastøði ella lágt tænastustøði.

Búskaparráðið heldur, at landsins politikarar áttu at skipað eina millumkommunala útjavningarskipan........

Omanfyri nevnda brot er ikki uppfunnið á radaktiónini á Norðlýsinum, men stendur á heimasíðu búskaparráðsins. Tey flestu ið løgdu navn til hesi orð eru skattaborgarar í Tórshavn, so ikki ber til at leggja tey undir lokalapolitiska øvundsjúka. Talan er heldur um objektivt, sakligt og fakliga væl úr hondum greitt arbeiði. Á síðu 20 í frágreiðingini stendur: Føroyar er einasta av norðanlondunum sum ikki hevur eina kommunala útjavningarskipan. (sitat endað)

Nú eru fleiri ár gingin síðani henda frágreiðing varð løgd fram og einki er hent uttan tað, at ójavnin økist fyri høvnn dag sum gongur. Her er neyðugt við einum aðalorðaskifti og tað eigur at koma nú!

Kommunan í Tórshavn er í dýrastu neyð tí kassin er á tremur og neyðugt er við hugflogi fyri at finna nýggjar hættir at brúka pengar. Samstundis eru tað kommunur í landunum sum hava skattaprosentið í topp, men tá lógarfestar skyldur eru yvirhildnar sum skúli, heilsukrøv og kirkjugaður, so er einki eftir – ella peningur restar í. Hvussu leingi kunnu okkara landspolitikarar standa modell til henda ójavna??

Hvar er Kommunu Samskipan Føroya?

Tað sum er mest tragiskt í øllum hesum er at ein kommunalur felagsskapur sum KSF átti at gingið á odda fyri at fingið eina útjavningarskipan at virka men her ræður tøgnin og ein kann spyrja seg sjálvan hví?  Tað liggur ein tung ábyrgd á politisku leiðarunum men hóast tilmælið frá serfrøðini so tykist politiska skipanin handlings lammað og orsøkin kann einans verða sterk kapital áhugamál í miðøkinum. At hetta politiska stór mál onga rúmd fær í høvuðsstaðarpressuni kemur ikki óvart á.

LES EISINI:

Kommunal útjavning NÚ!!

Almennur ójavni gongur eisini út yvir tey veikastu í samfelagnum!

SÍ EISINI TILMÆLI FRÁ BÚSKAPARRÁÐNUM (PDF fíla) niðanfyri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin