Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit ynskja eina rættvísa og einfalda kommunala útjavning

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  10.06.2013 - 17:41 Eldri tíðindi

Sigur formaðurin í Føroya Kommunufelag, Asbjørn Djurhuus, sum undirstrikar at ein av orsøkunum til at øll Norðanlond hava eina útjavning er at hettar minkar um kappingina millum kommunur um almennar stovnar.

Sigur formaðurin í Føroya Kommunufelag, Asbjørn Djurhuus, sum undirstrikar at ein av orsøkunum til at øll Norðanlond hava eina útjavning er at hettar minkar um kappingina millum kommunur um almennar stovnar.

Asbjørn Djurhuus, formaður í Føroya Kommunufelag, sigur at einki er hent í spurninginum um eina kommunala útjavningar skipan síðan búskaparráðið mælti landsstýrinum til at fáa slíka skipan at virka í 2008.

-Øll Norðurlondini hava slíkar skipanir í dag og Føroya Kommunufelag ynskir eisini eina slíka skipan, men vit hava lagt tríggjar treytir við: Tað skal verða ein einkul skipan, sum øll kunnu skilja og harvið løtt at umsita. Útjavningin skal verða rættvís og skipanin skal verða á einum støði so hon ger veruligan mun.

-Einki av Norðurlondum útjavnar 100 % og sum skilst er talan um at útjavna millum 50% og 75%. Tað vil siga at um ójavnin millum ovastu og niðastu kommunu er 100 mió. kr., so verða í mestalagið 75 mió. kr. útjavnaðar. Tað er sjálvandi umráðandi at tað altíð skal loysa seg at tjena pening og hendan meginreglan eigur sjálvandi eisini at verða galdandi fyri kommunur.

-Higartil hevur man einans tosað um at javna skattainntøkurnar, men sum Norðlýsið hevur víst á so ferð inn og útflutningur um eina havn og tí er spurningurin um hesar inntøkurnar ikki eisini eiga at verða javnaðar út á ymisku kommunurnar.

Stórur ójavni

Tá búskaparráði gjørdi eina uppgerð í 2008 vísti tað seg at ójavnin millum borgarar og kommunur var sera ógvusligur. Kommunurnar sum liggja sunnanfyri miðjuna í landinum vóru mannaðar av borgarum sum tjentu í miðal 30% minni enn borgarar í Tórshavnar Kommunu. Síðani henda kanning varð gjørd er meira lív komið í Suðuroynna so støðan í Suðurøkinum er kanska betur um sama kanning varð gjørd í dag.

Harafturat er tað eisini ójavnt hvussu nógvar útisiglarar kommunurnar hava og tá hesir sleppa undan at rinda kommunuskatt er hetta ein vaksandi trupuleiki sum vit eiga at viðgera, serliga nú landsstýrið arbeiðir við at leggja fleiri økir út til kommunurnar at umsita.

Fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging hevur feigað alt tos um størri kommunalar eindir av borðinum og tí er umráðandi at vit fyrihalda okkum til at landið verður deilt sundur í størri og smærri kommunur. Somuleiðis er umráðandi at lóggávan fyriheldur seg til hendan veruleika. Tað er einans landsins myndugleikar sum hava loyvi til at krevja inn skatt og tí liggur málið um kommunala útjavning hjá Landsstýrinum og eg trúgvi at í veruleikanum kann eingin hava nakað ímóti at ein útjavning verður soleiðis at borgarar kring um í landinum uppliva eitt meira samhaldsfast samfelag.

Í Norra var skipanin einkul tá hon varð sett í verk, men síðani hava politikarar ferð eftir ferð broytt skipanina fyri at hjálpa neyðstøddum kommunum. Tí er norska skipanin í dag sera trupul at skilja og henda feilin mugu vit ikki gera í Føroyum, sigur formaðurin í Føroya Kommunufelag, Asbjørn Djurhuus.

Norðlýsið hevur eisini biði um viðmerking frá formanninum í Kommunu Samskipan Føroya, Heðin Mortensen, og vit vænta at frætta higani seinri í dag ella í morgin.

LES EISINI:
Lýsing
Seinastu tíðindini
Samgongan slær egin orð upp í glens
Skapa karmar fyri oljuvinnu og kanna møg…
Beinir, Bárður og Jacob í lands­stýrið
Heilsugott ábit til børn og ung í Húsinu…
Føroya Bjór: Klaksvíkar kommuna ynskir i…
Aksel og Margit í lands­stýrið fyri Javna…
Neyvan nakar eyka heilsu­skúli í Havn
Tiltøk í vikuni
KS: Trý nýggj starvs­fólk á Tænastudeildi…
Mini TeenStreet í Kelduni – 10. og 11. a…
Sjey aðalráð geva Sandoynni umboðan
‘’Suffer in Silence’’ er nýtt staklag ef…
Munandi betrað landafrøði­lig umboðan
Óvissan um tjóðarsemjuna opnar fyri Nýgg…
Samgonguskjalið undirskrivað
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…