Lýsing
Lýsing
Lýsing

FYRRVERANDI LØGMAÐUR: Tað eina valdømi syndrar flokksskipanina og miðsavnar uppstillingina

SKRIVAÐ: Jógvan Sundstein  |  25.12.2018 - 07:10 Eldri tíðindi Politikkur

ÚR GREINASAVNINUM:Rættiliga greitt er, at sum tíðin gongur hvørvur annað høvuðsatlitið við tingumboðanini, nevniliga trygdin fyri breiðari landsumfatandi umboðan. Samstundis fara valdømisfeløgini at hvørva og flokksorganisatiónirnar gerast veikari. Helst verður eisini torførari at stýra flokkunum, og lættari verður at bróta út og fremja persónligar uppstillingar, skrivar Jógvan Sundstein í brævið til Norðlýsið

 

LESARABRÆV ÚR GREINASAVNINUM TANN 24 NOV 2013

Løgting, flokkar, persónar, umboðan.

Fyri stuttum hendi nakað í føroysku politisku skipanini, sum ikki er hent seinastu 67 árini. Ein av stóru flokkunum á tingi koyrdi – ekskluderaði – ein av sínum tingmonnum úr flokkinum. Seinast hetta hendi var í 1946, tá Javnaðarflokkurin koyrdi Jákup í Jákupsstovu úr flokkinum. Tað, sum hendi tá, var, at fólkaatkvøða hevði verið um loysing ella stjórnaruppskotið. Løgtingið hevði samtykt, at fólkaatkvøðan skuldi vera, og aftaná skuldi tingið so avgreiða úrslitið av atkvøðuni. Men her hendi tað, at tingmenn og flokkar gjørdist ósamdir um at fylgja úrslitinum. Javnaðarflokkurin vildi ikki góðtaka úrslitið, men tann eini tingmaðurin hjá flokkinum, Jákup í Jákupsstovu, var ósamdur í hesum og vildi atkvøða fyri at fylgja atkvøðuúrslitinum. Hendan støðutakan hansara, at respektera eina lógliga fólkaatkvøðu, gjørdi, at hann varð ekskluderaður úr flokkinum.

Orsøkin til, at eg taki hetta fram, er, at hesu ferð ein útblaking verður framd, er tað júst í sama flokki, at hendingin fer fram. Umstøðurnar eru sjálvandi ikki tær somu, og vóru helst álvarsamari í 1946, men kortini má viðgangast, at við tí politisku flokkskipan vit hava, og hava havt í meira enn eina øld, so er tað ein merkisverd hending, tá ein flokkur “avmonterar” ein av sínum fólkavaldu limum. Av góðum grundum veit eg ikki um alt, sum er gingið fyri seg innanhýsis í Javnaðarflokkinum í samband við viðurskiftini og støðutakanar hjá Gerhardi Lognberg í teim ymisku málunum, men Gerhard er ikki ein, sum krógvar seg burtur. Hann hoyrist rættiliga væl í almenna rúminum, eisini tá hann skiftir orð við sínar partamenn. Stórur partur av orðaskiftinum er tí vorðið almannakunnugt.

Tað er ikki ókent, at í øllum flokkum kann vera innanhýsis ósemja. Hon kann vera bæði um ymisk politisk mál, men kann eisini vera beinleiðis persónlig. Eg skal koma aftur til aðrar flokkar, men lat okkum fyrst taka Javnaðarflokkin í núverandi støðu. Tað hevur verið týðuligt, at bæði politisk og persónlig ósemja hevur verið millum Gerhard Lognberg og flokksformannin Aksel V. Johannesen. Um slíkar ósemjur sleppa at festa seg, tess verri verður møguleikin at loysa tær, og tær gerast ein veruligur trupulleiki, sum rakar alt flokksarbeiði. Ein slíkur flokkur er í vanda fyri at gerast óarbeiðsførur. Tað er partvíst tað, sum hendi við Javnaðarflokkinum. Støðutakanin til Eysturoyatunnillin gjørdist ótrúverdig, og støðan gjørdist nærmast eitt flopp, tá uppskotið um misálit á løgmann varð framlagt og fall og opinberaði spjaðingina í flokkinum.

Men hesin flokkur hevur eisini ein annan, og kanska upp aftur størri trupulleika. Sum einasti flokkur á tingi hevur hann alment proklamerað, at hann undir ongum umstøðum vil fara í eitt stjórnarsamstarv við ein annan ávísan flokk. Vit vita, at eitt meirilutastýri í Føroyum ikki kann skipast uttan við í minsta lagi tveimum, helst trimum, flokkum. Tá so ein av størri flokkunum útilokar ein annan av størri flokkunum, tá hevur fyrr nevndi flokkur, og serliga formaðurin, ein mega trupulleika. Tað er tekin um antin vantandi samarbeiðsvilja ella samarbeiðsevni, ella kanska bæði. Og so freistast ein at hugsa, um tað eisini hevur verið galdandi í samband við viðgerðina av Sandoyartingmanninum.

Um vit hyggja at øðrum flokkum á tingi, so kunnu nevnast fleiri ósemjur innanflokks. Hesar kunnu merkjast í orðaskiftum, síggjast aftur í ymiskum atkvøðugreiðslum og so framvegis. Tað er nátúrligt, at meiningar brótast, men sum oftast finst eisini ein loyalitetur móti flokkinum, hvørs politiska høvuðsgrundarlag bygt verður á. Hinvegin eru fleiri dømi um, at persónar sjálvir eru rýmdir úr ávísum flokkum. Eitt tað kendasta dømi var, tá Jóannes Patursson fór úr Sjálvstýrisflokkinum síðst í tríatiárunum. Onnur dømi kundu veri, tá Kjartan Mohr fór úr Fólkaflokkinum og stovnaði sín egna flokk. Eitt feskt dømi er eisini, tá Poul Mikkelsen fór úr Fólkaflokkinum og stovnaði nýggjan flokk. Í hesum báðum førunum hevur tó helst mest verið talan om perónliga ónøgd. Ein kann eisini undra seg yvir onkur onnur dømi um flokksskifti. Hví flutti Sjúrður Skaale til dømis frá Tjóðveldi til Javnaðarflokkin? Men tað er ikki alt, sum kann forklárast.

Flokksbýti á tingi

Hóast frammanfyrinevndu dømi um eksklusiónir og rýmingar úr flokkum, so má ásannast, at í stóran mun hava fólkavaldu politikkararnir verið flokkstrúgvir. Politikkur snýr seg um at byggja og viðlíkahalda eitt samfelag, tað vil eisini siga eitt land, verið tað seg lítið ella stórt. Tá fólkið savnar seg í politiskar flokkar, er tað, tí tey savnast um ymiskar hugsjónir. Tað eru grundsjónarmiðini undir teim ymisku hugsjónunum, sum fær fólk at bólkast í politiskum flokkum. Í Føroyum byrjaði flokksbýti við, at politikkarnir býttu seg í tveir flokkar, alt eftir hugsjónini um sjálvbjargni. Vert er at leggja til merkis, at vit høvdu eitt ting (parlament) áðrenn vit høvdu politiskar flokkar.

Sum tíðin gekk og samfelagið mentist gjørdist hugsjónargrundarlagið breiðari og politisku flokkarnir blivu fleiri, so vit í dag hava um leið sjey í tali. Flokkarnir hava allir hvør sína meira ella minni væl útgreinaðar flokksskráir. Sjálvt um vit ikki enn hava fullveldi, so hava vit eina politiska skipan, sum líkist teim londum, ið standa okkum nærmast, nevniliga londunum í Norður- og Vestureuropa. Tað vil siga, at vit hava eitt parlament (løgting) og eina stjórn (landsstýri). Løgtingið er mannað av teim politisku flokkunum, valdir neftir eini góðkendari demokratiskari valskipan. Havast má tó í huga, at valið av tingfólki fer fram í kapping millum flokkarnar og eisini í rættiliga stóran mun millum persónarnar. Slík kapping er í mongum førum sunn, men kann eisini hava við sær ósemjur, sum ikki altíð bøtast aftur.

Í Føroyum hava vit havt eitt ting í fleiri øldir, ja longur enn flest onnur lond. Men sum áður nevnt hava vit bert havt flokkar í stívliga eina øld. Upprunaliga og líka til fyri 6 árum síðani sendu ymisku partarnir av landinum síni umboð á ting. Landið var býtt upp í valdømi, sum hvørt sær- nøkulunda í mun til fólkatalið – vóru tryggjað umboðan á tingi. Sum frá leið og vit fingu flokkar og fólkatalið øktist meira í summum valdømum, fingu vit tey sokallaðu eyka umboðini ella útjavningarmandatir. Men prinsippið var, at øll øki í landinum skuldu hava umboðan, samstundis sum flokksumboðanin var so matematisk røtt sum gjørligt.

Stórt sæð var hendan skipanin góð. Um onkrir skeivleikar vóru, kundu justeringar gerast. Hetta samsvaraði eisini við skipanirnar í okkara grannalondum, har økisumboðanin og flokksumboðanin fylgdust. Hendan skipanin hevði eisini við sær, at flokkarnir fingu ein organisatoriskan leiðslustruktur við sjálvstøðugum floksfeløgum í valdømunum, sum síðani vórðu skipað í einum landsfelag. Hesi valdømisfeløg skipaðu fyri uppstilling til løgtingsval.

Men so hendi tað, at nakrir tingmenn helst ikki kendu seg nóg tryggar í sínum egna valdømi, og tí vildu hava skipanina broytta, so teir høvdu størri møguleika at verða afturvaldir. Táverandi løgtingsformaður var ein av forsprákarunum fyri at fáa broytt valskipanina til, at Føroyar gjørdust eitt valdømi, Hann legði uppskot fram um hetta, og fekk tað samtykt í tinginum stutt fyri valið í 2007.

Hetta hevði við sær, at uppstillingarnar vórðu miðsavnaðar og eingin tinglimur kom at umboða nakað valdømi, tí tey vóru avtikin. Enn er so mikið stutt fráliðið, og tí er munurin ikki so sjónskur. Men rættiliga greitt er, at sum tíðin gongur hvørvur annað høvuðsatlitið við tinghumboðanini, nevniliga trygdin fyri breiðari landsumfatandi umboðan. Samstundis fara valdømisfeløgini at hvørva og flokksorganisatiónirnar gerast veikari. Helst verður eisini torførari at stýra flokkunum, og lættari verður at bróta út og fremja persónligar uppstillingar.

Edmund Joensen verjir í eini tíðargrein nýggju skipanina og heldur, at hon skal bert umsitast skilagott. Sjálvandi er nakað um tað, at ein skilagóð umsiting altíð er til bata fyri eini hvørji skipan, men mín meting er, at tá eini tvey valskeið afturat eru farin aftur um bak, er tað ikki bara landsumfatandi umboðanin, sum er farin fyri skeyti, men eisini floksskipanirnar verða útvatnaðar. Vit koma helst at síggja fleiri floksuppgerðir, einkultpersónar fara at rýma, og flokksósemjur fara at gerast meira sjónligar. Tá eitt valskeið afturat er farið verður helst ov seint at venda aftur til tað, sum upprunaliga var ætlanin við einum parlamenti.

 

Jógvan Sundstein

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap