Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ veitslan byrjar kl. 19.00

SKRIVAÐ:  |  08.11.2025 - 15:02 Ítrottur Tíðindi

Tað verður ein veitsla við nógvum góðum innsløgum, væl stýrdum av Símun Joensen, sum borðstjóra.

Vit kunnu gleðast um at kvinnurnar vunnu Føroyameistaraheitið og at mennirnir gjørdu reint borð við at vinna "THE DOUBLE".

Umframt at Gepetto borðreiður við lekkrari oksasteik til høvuðsrætt og rabarbukompott til desert verður kvøldið á tremur við góðum undirhaldið.

Niclas Heri úr Dynamit
"Sonur pápi tín býr í Tórshavn" og "Grøv nummar 13" kunnu fáa øll at syngja við, og tað verður ríkiligt av møguleika fyri tí á veitsluni. Niclas Heri er sum altíð, sera væl upplagdur, og gleðir seg at hoyra alla KÍ familjuna syngja við til øll tey kendu løgini hjá Dynamit.

Guðrun Sólja
Besta røddin í landinum skal sjálvandi sygnja "We Are The Champions". Tí tað er júst tað vit eru hjá bæði kvinnum og monnum. Vit hava gjørt slætt borð, og tað skal heiðrast.

Jón úr Grandma's Basement
Teir eru "kyllaaligir", kanska onkur hevði sagt breinraknir við sínum teksti. Teir eru í hvussu so er stuttligir, og duga at fáa fólk at syngja við.

Jón hevur ongan matari enn ársins vinnara av Sement við sær, nevniliga Hans Andrias Jacobsen á gittar.

Hjarnar
50 ár á pallinum - and still going strong! Teir eru háaktuellir við stórari heiðurskonsert í Varpinum, og leygarkvøldið leggja teir leiðina framvið at spæla lagið "Alla Nátt", ið kann fáa øll upp úr stólinum.

Gilli og Klaksvíkar Sjónleikarafelag 
Gilli kann fáa øll at trekkja upp á smílibondini. Hann kemur sjávandi ikki einsamallur, og uttan at siga ov nógv, so kunnu tit gleða tykkum enn einaferð at møta Klaksvíkar Sjónleikarafelag í toppform.

Dansur
Dj Cool er ein av Føroya royndastu Dj`s og hevur hann kóka føroysku dansigólvini upp í yvir 30 ár og nú ger hann tað aftur saman við KÍ monnum og KÍ kvinnum.

Hann hevur hitað upp fyri nøvn sum Anastacia, James Blunt, Dj Aligator, Dr Alban, Nik&Jay, Outlandish, Rasmus Seeback, Ida Corr bara fyri at nevna nøkur úr rúgvuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir spælir toppdyst kl. 16
Veðrið í vikuni
Salamiferðin hjá Trump - nú Europa er bl…
Portørar­nir frá KS vitja 4. flokk
Fiasko úr enda í annan
Fiasko úr enda í annan
Viðareiðis­tunnilin letur upp aftur í dag…
Ljós í myrkri
Jóla luksus loppir í Badminton­høllini
Starvs­venjing á Veðurstovuni
Nývaldu kirkju­ráð­ini virkin
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku
Ávegis, men í skeiva ætt
Veðrið um vikuskiftið
Einar´s Single Malt Whisky - Tóra Sigmun…
Lockheed Martin veitir loftávaringarrada…
Myndarøð: Jólahald hjá KBI