Ikki undirtøka í samgonguni fyri styttri arbeiðsviku við lóg
Aksel V. Johannesen hevur ikki slept vónini um styttri arbeiðsviku, men hann sigur, at mótstøðan er sterk, bæði frá kommunalu arbeiðsgevarunum, privatu arbeiðsgevarunum, og eisini í samgonguni er mótstøða ímóti at gera tað við lóg. Hann vónar, at tað eydnast at seta hol á arbeiðið, sum hann orðar tað, í hesum valskeiðnum.
Í gjár var langt frá fyrstu ferð í valskeiðnum, at løgmaður vitjaði Norðlýsið, og at kalla hvørja ferð hevur hann fingið spurningin um, nær arbeiðsvikan verður stytt. Tann spurningin hevur hann mangan fingið frá øðrum miðlum, fakfeløgum og borgarum annars eisini, so tað er við vanda fyri at ljóða sum ein skøvað pláta og at troytta løgmann, at vit aftur spurdu hann um tað, men veruleikin er, at arbeiðsvikan ikki er stytt enn, og løgmaður er neyvan ósamdur í, at politikarar mugu takast upp á orðið, tá teir lova nakað. Løgmaður er eisini fúsur at svara:
– ”Eg vóni tað framvegis, at arbeiðsvikan fer at verða stytt. Men tað er trupult, tí mótstøðan móti styttri arbeiðsvikuni er framvegis stór, fyrst og fremst frá arbeiðsgevarasíðuni, bæði privatu arbeiðsgevarunum og teimum kommunalu. Tað er eisini trupult at fáa undirtøku fyri at gera tað við lóg, og vit hava ikki undirtøku fyri tí í samgonguni, sum er. Men málið er ikki slept, og eg havi ein forvæntning um, at vit fáa sett hol á tað í hesum valskeiðinum. Fáa vit tað, so er tað ein byrjan, og tað er ikki eitt mál, sum Javnaðarflokkurin fer at sleppa í tíðini, sum kemur.”, sigur hann. Hann heldur fram:
– ”Orsøkin til, at man tosar um styttru arbeiðsvikuna, er, at vit hava eitt samfelag, sum er broytt so nógv, síðani vit fóru niður í 40-tíma arbeiðsviku í 1980. Tá var tað kanska ikki heilt vanligt, at bæði maður og kona arbeiddu. Samfelagshjólini mólu spakuligari. Nú eru bæði faðir og móðir til arbeiðis, og nógvar barnafamiljur eru undir tíðartrýsti, sum ger, at tíðin ikki strekkir til. Tað er helst ein viðvirkandi orsøk til, at tað eru nógv fleiri børn og ung, sum hava avbjóðingar í dag, enn tá vit (løgmaður og blaðstjórin, blðstj.) vóru smádreingir”, sigur løgmaður.
Um styttu arbeiðsvikuna
Til løgtingsvalið í 2022 fór Javnaðarflokkurin til val uppá, at arbeiðsvikan skal styttast niður í 37 tímar. Og í ólavsøkurøðu løgmans í 2023 sigur Aksel V. Johannesen, at ”Uppskot um at stytta arbeiðsvikuna verður lagt fyri Løgtingið í heyst”. Tað hendi ikki.
Á Ólavsøku árið eftir, ella rættari dagin eftir, 30. juni 2024, dregur løgmaður í land. Hann heldur tað ikki vera rætt at sleppa málinum um at stytta arbeiðsvikuna, men sigur eisini, at uppskotið um tað ikki kemur fyrrenn í fyrsta lagi á vári í 2025. Høvuðsorsøkin er, at arbeiðsgevarasíðan hevur trekt seg úr arbeiðnum vegna umfatandi verkfallið og eftirfylgjandi lønarhækkingar sama summar. Arbeiðsgevarasíðan var frammanundan ikki heit fyri uppskotinum, sigur hon 7. februar og aftur 6. juni 2023, tó at stjórin í Vinnuhúsinum upprunaliga var positivur á jólum í 2022.
5. mars í 2025 saknar Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, fígging fyri uppskotinum, meðan Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, dagin eftir sigur, at málið er óbroytt. Nú í heyst, 29. oktober 2025, eftirlýsti fakfelagssamstarvið at fáa at vita, nær arbeiðsvikan verður stytt.