Lýsing
Lýsing

Teksturin gevur bert meining um tunnilsfelagið verður avtikið tá lánini eru afturgoldin

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  10.01.2014 - 00:00 Eldri tíðindi

Norðlýsið hevur heitt á avokatar at meta um hvørt galdandi lóg um “Fast samband um Leirvíksfjørð” skal tulkast sum at feløgini skulu avtakast tá lánini eru afturgoldin ella at haldast skal fram til eginpeningurin, sum er innskot frá landskassanum eisini skal endurrindast. Fyrstur at svara er Jógvan Páll Lassen:

 

 

Í LØGTINGSLÓG NR. 33 FRÁ 26. MARS 2002 UM FAST SAMBAND UM LEIRVÍKSFJØRÐ

§ 1 stk 3 er ásett

Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/F Norðoyatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið uttan viðurlag avhendað landinum til ognar.

Í § 5 stk. 2 stendur

”Við útveganarkostnaði skilst tær samlaðu byggiútreiðslurnar til vegir og tunnilsgerð v.m”

Útveganarkostnaðurin er fíggjaður við partapeningi og lánspeningi, og á vanligum máli merkir lógartekstin, at alt tað sum tunnilin hevur kostað skal fáast inn aftur, soleiðis at landið til sína tíð fær ein tunnil ókeypis frá felagnum, samstundis sum partafelagið hevur fingið allan partapeningin aftur. Landið eigur partafelagið og kann taka partapeningin inn aftur í landskassan

Men lógarteksturin er ógreiður, tí hvat merkir ” og P/F Norðoyatunnilin stendur sum eigari,”, tí felagið hevur alla tíðina staðið sum eigari, baði aðrenn byggingin fór í gongd, og meðan byggingin fór fram og til nú.

 

Meira rumbul stends av at hyggja í viðmerkingarnar, tí har stendur m.a.


“Leiðsla felagsins hevur upplýst, at teir í løtuni arbeiða við einari íløguætlan upp á kr. 330 mió fyri samlaðu verkætlanina, gjørd upp í 2003-prísum uttan fíggjarkostnað, byggirentu og MVG.
Partur av hesari upphædd skal tó fíggjast við bummpengainntøkum, so landskassans partur verður tilsamans kr. 225 mió, harav kr. 30 mió eru játtaðar í 2001.
Írestandi kr. 195 mió verða sambært hesari anleggslóg játtaðar við kr. 32,5 mió árliga í seks fylgjandi fíggjarár 2003-2008. Sum greitt er frá omanfyri, er landskassans partur av fíggingini avmarkaður til hesa upphædd. Afturat upphæddini upp á kr. 225 mió skal tó leggjast kostnaðurin av avleiddari vegagerð við Leirvíkar bygd, ið Landsverkfrøðingsstovnurin hevur ábyrgd av, og sum verður partur av landsveganetinum. Fyribils kostnaðarmetingin av hesi vegagerð er kr. 50-80 mió, alt eftir, hvør loysn verður vald. Dýrasta loysnin er at gera ein tunnil undir Leirvíkar bygd, men er samstundis tann loysnin, sum órógvar umhvørvið í bygdini sum minst. Landsstýrismaðurin hevur enn ikki avgjørt, hvør loysn, ið skal verða framd.


Samlaðu bruttoútreiðslurnar hjá landinum til verkætlanina verða tí uml. kr. 275-305 mió, um vegagerðin við Leirvík verður roknað uppí. Vegagerðin við Leirvíkar bygd er tó ikki fevnd av hesum lógaruppskoti, men verður neyðug at fremja, um Løgtingið samtykkir lógaruppskotið. 

Um tunnilsverkætlanin verður framd, sleppur landið hinvegin undan at gera íløgur í nýtt (nýggj) skip til Leirvíksfjarðarleiðina og møguligar umbyggingar av havnunum.
Ein leyslig meting av einum nýggjum, størri skipi við nøktandi kapasiteti ella tveimum smærri ferjum er uml. kr. 120-160 mió, umframt kostnað av møguligum havnaumbyggingum. Samlaðu nettoútreiðslurnar hjá landskassanum av undirsjóvartunlinum verða tí leysliga mettar. til uml. kr. 115-185 mió, frároknað tær havnaumbyggingar, ið møguliga høvdu verið neyðugar, um undirsjóvartunnil ikki verður gjørdur.
Avgerandi fyri samlaðu nettoútreiðslurnar er serliga, hvussu vegagerðin við Leirvíkar bygd verður framd. “

 

Tí her verður tosa um “samlaðar nettoútreiðslur” hjá landskassanum av undirsjóvartunnelinum. Tað hugtakið gevur onga meining um lógarteksturin skal takast fyri fult, tí tá eru ongar “samlaðar nettoútreiðslur” at tosa um, tí landið fær alt aftur.

 

Tað kann tí geva góða meining tá Jákup Mikkelsen sigur at meiningin var at bara lánskuldin skuldi rindast aftur.

Jógvan Páll Lassen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin