Lýsing
Lýsing

Kommunal útjavning sera átrokandi

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  11.03.2014 - 20:56 Eldri tíðindi

Nú landsstýrið arbeiðir við at leggja hægri gjøld á alivinnuna og røddir eru frammi um at landskassin skal taka hægri gjøld fyri frá fiskimonnum og reiðarríðum sum virðisøkja fiskatilfeingið, er átrokandi neyðugt at ein útjavning verður sett í verk. Tórshavnar Kommuna hevði meira enn hálvt hundrað milliónir í inntøkum frá Tórshavnar Havn sum samanborið við Klaksvíkar Kommunu er ein góður triðingur av samlaðu inntøkunum hjá næststørstu kommununi í landinum.

Nú landsstýrið arbeiðir við at leggja hægri gjøld á alivinnuna og røddir eru frammi um at landskassin skal taka hægri gjøld fyri frá fiskimonnum og reiðarríðum sum virðisøkja fiskatilfeingið, er átrokandi neyðugt at ein útjavning verður sett í verk. Tórshavnar Kommuna hevði meira enn hálvt hundrað milliónir í inntøkum frá Tórshavnar Havn sum samanborið við Klaksvíkar Kommunu er ein góður triðingur av samlaðu inntøkunum hjá næststørstu kommununi í landinum.

Samstundis sum Tórshavnar Kommuna so at siga einsamøll fær allar inntøkurnar av útflutninginum av alifiski og pelagiskum- og øðrum fiskasløgum, kemur ikki eitt oyra inn í tilfeingisgjaldið úr høvuðsstaðnum. Norðoyggjar og Eysturoy gjalda 77% av samlaða tilfeingisgjaldinum av makreli og sild í 2013. Samstundis eru flestu aliøkini í Norðurøkinum

80% av tilfeingisgjaldinum rinda av virkjum í Eysturoy og Norðoyggjum.

Sambært hagtølum frá Vørn komu góðar 136 milliónir inn í tilfeingisgjaldið.

Norðlýsið hevur kannað eftir, hvørji økir í landinum gjalda tilfeingisgjaldið, ið var ásett fyri makrel og sild í 2013.Og skjótt sæst, at her eru einstakir partar, ið gjalda næstan alt ”gildið”. Eysturoyggin stendur fyri helvtini av tilfeingisgjaldinum, har m.a. Framherji, Faroe Origin og Varðin halda til. Í Klaksvík komu 27,1 % frá JFK og Hvalnes. Í Suðuroynni hava teir eisini goldið sín part. Stívliga 15% av samlaða tilfeingisgjaldinum er komið úr Suðuroynni. Á Streymoynni er einans 4,4% komið inn, har Thor í Hósvík stendur aftanfyri allan tann partin. Sostatt er ikki ein króna komin inn frá Tórshavnar Kommunu í tilfeingisgjaldi í 2013.

Tað einstaka skipið, ið hevur goldið mest í tilfeingisgjaldið er Tummas T, sum hoyrir til Varðan í Syðrugøtu.

Aliøkini liggja eisini uttanfyri miðøkið

Sum korti omanfyri vísir so eru flestu alibrúkini í Norðoyggjum og Eysturoy og tað er sera avmarkað hvat kommunurnar í hesum økjum fáa av inntøkum frá tilfeingisgjaldi og útflutningi, hinvegin missa tær beinleiðis inntøkur so hvørt sum alivinnan og fiskivinnan skal rinda meira avgjøld til landskassan.

Tí er neyðugt við eini kommunalari útjavningarskipan.

Hinvegin so kann tað taka tíð at bíða eftir kommunalu útjavningarskipanini, tí eiga teir av okkara politikarum, sum eru valdir kring landið, og sum síggja tað virðismikla í at varðveita fjølbroytni í landinum, at krevja, at tilfeingisskatturin og gjaldið, sum nú verður lagt á aliviinuna og er og verður lagt á fiskivinnuna skal býtast millum land og kommunur eins og partafelagsskatturin verður býttur millum hesar báðar partarnar.

Nógv av skatti landsins verður brúktur í høvuðsstaðnum, meðan nógv av vinnuligu virðum landsins verða skapt uttan fyri høvuðsstaðin. Fyri at útvega neyðuga infrastruktur til vinnuligt virksemi, eru kommunurnar noyddar at gera ymsar íløgur, og er tað tí rímiligt, at kommunurnar fáa part av tí teilfeingisskatti, ið nú fera at verða lagdur á alivinnuna og er og verður lagdur á fiskivinnuna, eins og partafelagsskatturin verður býttur millum land og kommunur. Hesin peningur kann so aftur verða brúktur at menna ymiskan vinnuligan struktur í kommununum.

Sí annars yvirlit frá VØRN um hvør tað er sum rindar tilfeingisgjald

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…