Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klagur um starvssetanir í Musikkskúlanum í Suðuroy

SKRIVAÐ: Danial Viðoy  |  25.02.2016 - 12:13 Eldri tíðindi

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt tvær klagur um starvssetanir í Musikkskúlanum í Suðuroy.

TÍÐINDASKRIV FRÁ LØGTINGSINS UMBOÐSMANNI:

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt tvær klagur um starvssetanir í Musikkskúlanum í Suðuroy.

Klagað var um, at lærari og leiðari fyri Musikkskúlan vóru settir, uttan at størvini vóru lýst leys. Klagað varð eisini um setanartilgongdina, tá leiðarastarvið seinni varð lýst leyst.

Umboðsmaðurin hevði onga viðmerking til, at leiðarin av Musikkskúlaskipanini mitt í skúlaárinum hevði sett lærara í starv 10 tímar um vikuna fyri eitt styttri tíðarskeið uttan at lýsa starvið leyst beinanvegin. 

Umboðsmaðurin staðfesti, at bý- og bygdarráðini í Suðuroy onga lógarheimild høvdu til at lata heimildina at seta leiðaran til nevndina fyri musikkskúlan, og bað tí bý- og bygdarráðini um at taka setanarmálið av leiðara upp til nýggja viðgerð.

Umboðsmaðurin heitti samstundis á landsstýriskvinnuna í kommunumálum um at hava eftirlit við, at avgerðin um setan av leiðara verður tikin á røttum stað.

Harumframt mælti umboðsmaðurin Mentamálaráðnum til at dagføra regluverkið fyri musikkskúlar. (LUM 15/00094).


LES ÁLITIÐ Í FÍLINI NIÐANFYRI:
Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti