Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jórun aftur í Klaksvík við gulli um hálsin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  27.09.2016 - 15:23 Eldri tíðindi

Í tí sambandinum var skipa fyri móttøku á í venjingarhølunum "Mátt og megi". Jógvan Skorheim,  borgarstjóri og Signhild Vilhelmsdóttir fluttu fram røðu. Røðan hjá Jógvani er niðanfyri:


Gott kvøld øll somul

Tað er stuttligt at vera norðoyingur og klaksvíkingur.
Enn einaferð hava føroyingar og Klaksvíkingar klárað at fingið fantastiska flott úrslit í útlandinum.

Saman við fremstu ítróttarfólkunum innan bodybuilding, hevur Jórun Mørkøre enn einaferð víst, at hennara vilji kann taka hana á mál.
---
Góða Jórun!

Í juni í 2014 helt eg eisini røðu fyri tær. Tá hevði tú vunnið Natural Power Fitness. Eg endaði røðuna við siga, at:

“Tú hevur strembað, og tú hevur klárað. Tú hevur nátt tínum máli, og kenni eg teg rætt, so bíðar næsta málið fyri framman.”

Tað vita vit longu nú. Í november skalt tú, saman við øðrum, aftur avstað. Tá verður tað heimsmeistaraheitið, ið farið verður eftir. Vit klaksvíkingar gleða okkum at fylgja tær víðari, og vilja vit sum býráð stuðla tær í strembanini eftir heimsmeistaraheitinum.

Eg legði til merkis, at Dávid Galán, skrivaði skemtiliga á facebook soleiðis:

“First we took Manhattan, now we take the world!”

Eg havi hug at siga, “that is the spirit”!

At náa slíkum úrslitum krevur nógv frá nógvum pørtum. Familja og avvarandi, hava stuðlað tær á allan hátt – tað veit eg!

Eisini hevur tú gjørt íløgu í hetta rúmið, sum vit í dag standa í. Nú kanst tú venja onnur, og somuleiðis venja sjálv í tínum egna nærumhvørvi. Eg veit, at tað hevur havt týdning fyri teg.

Ein týðandi lutur fyri einum góðum úrlsliti er góð venjing. Við Jákup Jakobsen sum venjara, hevur tú miðvíst arbeitt fyri málinum, sum tú í dag hevur nátt. Til tíðir kann tað vera strævið at hoyra ein venjara rópa í høvdi á einum, beint sum kreftirnar eru við at ganga undan, men tað eru júst tey tøkini, ið kanska geva mest.

Og tað eru kanska tey fægstu, ið vita, at sjálvur havi eg eisini upplivað teg sum venjara, inni í júst hesum hølunum.

Men lat meg eisini skunda mær at siga, at eg fari ikki at venja til HM, tað má blíva eina aðruferð

Tín eldhugi fyri heilsu- og ítrótti er smittandi og hugtakandi. Tú hevur pressað, trýst, lyft, hálað og kroyst meira enn tey flestu, og hóast títt dagliga virki er at vera bakari, so gongur tú høgt upp í at fáa rætta matin, til røttu tíðina.

Góða Jórun!

Ein gullkróna í undankappingini, er eitt stórt stig á leiðini til heimsmeistaraheitið. Tú hevur víst okkum øllum, hvussu stóran týdning stríðsvilji hevur. Tú ert ein fyrimynd, sum umboðar Klaksvík á fínasta hátt!

Takk fyri tað, enn einaferð hjartaliga til lukku og góða eydnu í komandi kappingum.

Takk fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bjørn Eidsvåg í Løkshøll - tónleiku­rin s…
SÍ fekk bank – vaknaði og vann, men tapt…
Ein ovurfegin formaður takkaði alt og øl…
Móttøka fyri Mjølnir í Varpinum kl. 23.3…
Toppdystur í Klaksvík sunnudagin
Video: Rigga til framsýning
1. Mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna
Lisa hjá Eliseus við fostursoni­num Jógva…
Dania O. Tausen spælir á Summar Festival…
FM í flogbólti: Avgerðin fellur í dag
Miriam & Bjarnhild í kvartfinalu í Finla…
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin