Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ferðavinnan í Norðoyggjum

SKRIVAÐ: Mimmy Vágsheyg  |  22.11.2017 - 22:52 Bloggur Tíðindi

Ímynda tær: Viðingar hyggja undrandi, meðan japanarir við veingum leypa av Ennibergi. Uppi í Borðoyavík renna reality-tv-stjørnir, tí Paradis Hotel er flutt inn í neysti hjá Niclas Hera og norði á kósini flóta saltvatnssvimjandi danir synkront runt um Gadus. Á Kalsoynni gleðast tey, tí twittarir hava tikið rabarbur í Húsum, og Jóhanna er farin at útflyta rabarbusaft til USA. Men í Kunoy er undanstøða; alt bygdafólkið er farið niðan í Viðalunduna á miðari nátt, tí 7 brasilianskar ommir eru vilstar, og neyðars Símun mátti rýma av flokksmannabrogini úti í Fugloy, tí Angelina og Brad ynskja sær frið til “parterapi”.

Hetta var ein øðilig ramsa, men lat okkum líka hugleiða um ferðavinnuna í Norðoyggjum.

Flúgvandi japanarir, Brad Pitt og øll hini eru vælkomin til Norðoyggjar. Gestablídni hevði ikki bila og ivast ikki í vit kunna øll fáa nakrar krónir í kassan, gleði, vinabond og læru úr ferðafólki og sikkurt eisini eina rúgvu av stórum yvirskriftum - ja Norðoyggjar kunna gerast heimskendar.

Vit vita um ferðafólk ið eru komin sera illa fyri í fjøllinum, og um vaksandi stúran um hagar og djóralív. Føroyar og fjøllini kennast knappiliga so smá og sárbar, men loysning er ikki at seta prop í holið. Vit skulu takað í rórið við báðum hondum og stýra ferðavinnuna hógliga eftir eini kós sum vit leggja í samhuga. “Vit í samhuga” eru lyklaorðini, vit í samhuga eru Norðoyggja ferðavinna.

Vit eru Team Norðoyggjar

Ferðafólk eru gestir, ið gjarna vilja gjalda, fyri at vitja títt heim og tínar norðoyggjar.

Tey hava áhuga í tær, í tínari søgu og tey vilja uppliva Norðoyggjar, hugna sær, njóta og læra okkara mentan, smakka okkara mat, hoyra okkara tónleik, fiska, ganga og merkja okkara list, og tey vilja tosa við teg.

Tað er ein vaksandi eftirspurningur. Ferðafólk koma, og økjast í tali, nógv ár fram, um vit vilja ella ikki. Hetta er forsøgnin.

Eins og fiskivinnan, so ávirkar ferðavinnan okkum eisini, sum eitt lið av fólksins ogn. Øll eiga fongin, sum skal vekslast til fólkið. Tað er jú okkara oyggjar og vit øll merkja tað góða og tað verra.

Norðoyggjar eru ein eind; Team Norðoyggjar. Hevur tú búðstað í Norðoyggjum, so ert tú eisini partur av Team Norðoyggjar og Visit Norðoy er okkara pallur. Visit Norðoy er ein týdningarmikil pallur, hjá øllum borgarum í Norðoyggjum.

 

Visit Norðoy

Føroyar eru býttar upp í ferðavinnu eindir undir Visit Faroe Island: http://visitfaroeislands.com, her er Visit Norðoy ein eind sum umboðar Norðoyggjar.

Visit Norðoy http://visitnordoy.fo er nýggja heitið hjá Norðoya Kunningarstovu:

Elsa Poulsen, leiðari á Visit Norðoy sigur hetta verða høvuðsuppgávur hjá Visit Norðoy:

 

•       Kunning til ferðafólk, bæði føroyingar og útlendingar

•       Menning av ferðavinnuni -  at menna eina burðardygga ferðavinnu, og at menna ferðavinnutænastur í økinum

•       At samskipa tiltøk fyri kommunurnar

•       At samskipa uppgávur fyri handilsfelagið

Kunning, tænasta, menning, samskipa og marknaðarføra, hetta eru stórar uppgávur í eini skjótt veksandi vinnu í harðari kapping og vit eru mitt í eini landsdekkandi ferðavinnu kollvelting.

Nógvar broytingar fara fram og nakrar broytingar eru uttanfyri okkara ávirkan, men sum vit mugu vera í lutfalli við og vit mugu javnan endurskoða umstøðurnar vit eru í.

Í 2019 missur Visit Norðoy uml. 240.000 krónur av síni fíggjarætlan. Hetta er árligi fríggjarstuðul frá Visit Faroe Island, sum dettir burtur. Ábyrgdin at reka, og fíggja lokalu kunningarstovurnar, verður sostatt áløgd í nógv størri mun tað kommunala og lokala.

Vit mugu góðkenna broytingar, og eisini diskutera og endurskoða stovnin, ætlanir og viðtøkur.

Í nærmastu framtíð mugu vit, samla tropparnir her norði, fyri at leggja ein plan. Og taka nakrar avgerðir um hvørjar leiklutir Visit Norðoy skal hava komandi árini.

Óansæð hvat niðurstøðan verður, so taka vit ábyrdina og endamálið er at menna kappingarførið, fólkini, fíggjarliga avkasti, náttúrina og eisini okkara umdømið. Vit mugu fara til verka saman.

Ferðafólk skulu ikki bara koma til Norðoyggjar at venda, nei! Ferðafólk skulu trívast her, tey skulu ferðast um alt Norðoyggjar, sova, eta, uppliva Norðoyggjar í nakari dagar.

Nakað sum eg síggja sum avgerðandi fyri eina burðadyga og framgonguríka ferðavinnu er;

•       Samstarv og enn meir samstarv

•       Trúvirði og gjøgnumskygni

•       Langtíðar planleggjing

•       Netverkan og gott samskifti

•       Kreativitetur

•       Íløgur bæði persónliga og fíggjaliga

•       Tænasta og fleksibilitetur

•       Ein ávís mongd av okkara lokal patritismo.

 

Eitt yvirskipað ferðavinnukoncept fyri Norðoyggjar styrkir okkum. Tað er sum sjókortið vit halda fast í - á farleiðini til miðið.

Eitt gott koncept, má spíra úr okkum sjálvum,  tað má verða ein upprunaligur partur av okkum. Tað má verða nakað vit tíma at verða partur av, nakað vit eru stolt av. So verður tað nemmari og stuttligari at virka í. Okkara sagnir, søgur og samtíð, beint nú og í morgin. Konceptið er okkara reyði tráður, sum eigur at virka, stuðla og verða vegleiðandi til øll onnur koncept virkin í norðoyggja ferðavinnu.

Fjølbroytni er ein styrki. Tá vit síggja okkara ymisku styrkir og veikleikar, síggja vit hvussu vit kunnu samstarva so vit standa sterkari, bæði lokalt og eisini saman við hinum eindinum undir Vistir Faroe Island.

Visit Faroe Island hevur seinastu árini marknarført nøkur slagorð fyri alt Føroyar, Untouched, unspoiled, unbelieveble, osv.. Vit kundi faru á somu bylgju, men tó soleiðis at tað eyðkennir okkum í Norðoyggjum. Møguleikarnir eru nógvir, her er eitt dømi uppá slagorð:

The Unbreakable, untamed ella unyielding Northern Isles

 

Men fyrst skulu vit seta okkara ein framsýnta ætlan, ið verður okkara mið. Eitt dømi:

Norðoyggjar í samhuga, ganga fremst í ferðavinnuni.

Ferðavinnan í Norðoyggjum er skipa; sosialt, umhvørvisliga og fíggjarliga ábyrdarfult.

Mítt høvd sprutlar við hugskotum beint nú, kundi eg ramsa eina rúgvu upp, men nú vil eg heldur, hoyra tykkara hugskot.

Kom sig tína hugsan

 

Lýsing
Bloggarin
Mimmy Vágsheyg
Íverkseti

Mimmy Vágsheyg er fødd í 1980 og uppvaksin á Lítlu Brekku í Klaksvík. Miðlingur av trimum systrum. Ein rokalig smágenta við stórum krúllutum hári - hon sum rann, súklaði og tuskaði við dreinginum frá morgun til kvøld. Hon lýsir seg sjálva sum mamma og leikandi venjari. Angrar bert tað hon ikki fekk gjørt. Hon siterar ofta Astrid Lindgren - “Hatta havi eg ikki roynt fyrr, so tað dugi eg heilt vist!”. Orð sum “ógjørligt” finnast slet ikki í hennara verð - naïv og "Optimist by Choice". Pausa er eitt pitstop, til at kunna fyrireika segat kunna drøna avstað aftur.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni