Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bretski hægstirættur viðger Brexit

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  05.12.2016 - 11:48 Eldri tíðindi

BBC sendir í løtuni beinleiðis frá orðaskiftinum í bretska hægstarætti, sum skal taka støðu til um parlamenti skal góðkenna Brexit ella ikki.

BBC sendir í løtuni beinleiðis frá orðaskiftinum í bretska hægstarætti, sum skal taka støðu til um parlamenti skal góðkenna Brexit ella ikki.

Spurningurin hevur stóran týdning, tí tað er ikki vist at undirhúsið fer at góðkenna Brexit fólkaatkvøðuna, um syjórnin noyðist at spyrja parlamenti.

Bretski hægstirættur var fram til 2009 ein nevnd undir bretska yvirhúsinum, men er í dag ein sjálvstøðugur stovnur, leysur av bretska parlamentinum. Tó hava hægastrættardómararnir framvegis sæti í yvirhúsinum, men teir hava ongan atkvøðurætt.

Tað eru ikki nógv sum vænta at bretska stjórnin hevur møguleika at vinna kæruna. Stjórnin førir fram at av tí at fólkið hevur atkvøtt fyri Brexit á eini fólkaatkvøðu, er ikki neyðugt at spyrja parlamenti.

Men hægsti rættur gjørdi í 1610 eina niðurstøðu, sum segði: "....the King by his proclamation or other ways cannot change any part of the common law or statute law....".

Hetta merkir at eingin kann skerja ella broyta rættindini hjá bretsku borgarunum uttan við samtykki frá parlamentinum, skrivar BBC.

Sí her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026