Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vestmanna Fiskavirki: Veruligu makrelroyndirnar byrja í heyst

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  02.02.2017 - 18:17 Eldri tíðindi

”At frysta makrel er nakað, sum vit longu duga.” Tað sigur Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nótaskip.

”At frysta makrel er nakað, sum vit longu duga.” Tað sigur Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nótaskip, nú Vestmanna Fiskavirki hevur fingið ein part av makrelkvotuni fyri 2017 til ”vinnuligar royndir”. Jógvan Jespersen undrast á, hvat tað er fyri royndir, ið Vestmanna Fiskavirki skal gera.

Eyðun Olsen, stjóri á Vestmanna Fiskavirki, sigur við Norðlýsið, at tey frysta makrelin heilan, men eskjurnar ið tey nýta eru smærri enn tær, sum størru makrelvirkini nýta.

”Vit nýta eskjur heilt niður í støddir, har bara tríggjar fiskar fara í hvørja. Tað gevur betri prís,” sigur hann. Hann viðgongur tó, at øll framleiðslan hjá teimum fer ikki í hesar smáu eskjurnar.

”Vit hava líknandi amboð sum tey stóru virkini hava, so vit gera eisini tað sama, men vit royna eisini at leggja okkum eftir at fáa meira fyri vøruna,” sigur hann.

Ætla at gera meira við vøruna í heyst

Ein partur av makrelkvotuni verður fiskaður nú, og restin verður fiskað í heyst. Eyðun Olsen sigur, at makrelloyvið hjá teimum kom so brádliga, og tí vóru tey ikki klár við teimum veruligu royndunum, men í heyst hevur virkið aðrar og størri ætlanir.

”Tað er ikki greitt enn, hvat tað verður, men vit hava onkrar ætlanir um at skera fløk og annað,” sigur Eyðun.

”Tað sum er so gott í ár er, at nú vita vit í góðari tíð, at vit fáa makrel í heyst. Tað hava vit ongantíð verið sikkur í fyrr,” sigur hann.

Mánadagin landaði Fram 250 tons av makreli til Vestmanna Fiskavirki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…
Alivinna: Lokal dálking og miðsavnaður v…
Vakrar myndir av kappróðrar­fólku­num hjá…
Norð­oyastevnu­konsertin 2026