Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Valdsdystur um virðir

SKRIVAÐ: Johann Lützen  |  15.03.2017 - 15:46 Eldri tíðindi

Politiskaskipanin hevur lagt seg út við fiskivinnuna. Við slagorðum sum fólkaræði ogfólksins ogn verða nú politiskar ætlanir lagdar, ið einamest koma miðøkinum tilgóða, tá alt dusti hevur lagt seg.

 

Politikkur snýrseg um vald, um hvussu vit skulu býta virðini her í samfelagnum. Síðani Føroyargjørdust eitt valdømi er politiska valdið meira og meira sentralisera íSuðurstreymi. Tað eru flestar stemmur at fiska eftir har og tískil síggjastfleiri og fleiri politikarar tala Miðstaðarsøkina.

 

Seinastu tíðinahava vit sæð ymsar aktørar í samfelagnum í hornatøkum viðfiskivinnunýskipanaruppskoti, sum samgongan ætlar at fremja. Politikarar,reiðarar, búskaparfrøðingar, fakfelagsformenn, fólk innan veiðuliðini og onnureru frammi í miðlunum hvønn dag við hvøssum lesarabrøvum har frontarnir eruknívskarpt uppsettir.

 

Í einum oghvørjum samfelagi eru sokallaði aktør-struktur problematikkir. Ávirkaeinstaklingar samfelagsskipanir ella ávirka samfelagsskipanir einstaklingar.Flestu sosiologar og samfelagsfrøðingar eru á einum máli um at tærsamfelagsskipanir vit hava ávirka møguleikarnar hjá hvørjum einstøkum meira ennhvat hvør einstakur kann ávirka samfelagsskipaninar.

 

Ein heiltgrundleggjandi samfelagsskipan vit hava er vallógin, ið m.a. ásetur at Føroyarhava eitt valdømi. Fram til 2008 vóru 7 valdømir, sum vórðu knæsett ílandafrøðiliga hóskandi støddir. Henda valskipan gjørdi at ymsu økini ílandinum kundu verða vís í at teirra atkvøður fóru einans til uppstillaðivalevnir innan teirra valdømi.

 

Eina valdømi gerat atferðin hjá politikarum og flokkum er broytt í mun til fyrr. Fyri at fáamaktina mást tú hava stemmurnar og tá flestu stemmurnar eru í Suðurstreymoy,snikkað flokkar og politikarar sjálvsagt retorikkin samsvarandi. Ella við øðrumorðum, politikarar handla bara útfrá nýggju spælireglunum við eina valdøminumvið tí úrsliti at fólkaræði flytir til Havnar.

 

Í løtuni eru vitsjónarvitni til ein veldigan dyst um valdið á okkara virðum. Vøllurin erkritaður við eina valdøminum sum bak- og síðulinjum og tí er kongstankin helstat hvat ger tað um vit missa 300 stemmur í Klaksvík,um vit vinna 600 stemmur í Havn?”.

 

Tí síggja vit íhesum døgum politikarar, serfrøðingar og tey virkandi í vinnuni í togtogast umvirðini. Eina valdømi ger, at líkindini eru ímóti Norðurøkinum og hvussu leikurfer, vil bert tíðin vísa.


Johann Lützen, stjóri

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
P-dagur í dag
Stórur dagur á TSK
Høvuðs­útbúgvingarstørv krevja uppnormeri…
Heimurin á einum vegamóti
Ein væleydnað fyrsta ferðavinnu­ráð­stevna
KÍ og B36 spæla venjingardyst í kvøld
Torradagar á Norðoya Fornminna­savni
Jakobina á Summar Festivalin
Torraskáin fríggja­dagin
Nýggjur leiðari hjá Føroya Banka í Klaks…
Talvlands­kappingin løgd út á blik
Vælkomin Yui Shibuya
Nema ger størri íløgur og styrkir virkse…
Barnaár­ini í Svínoy
Kom og sig tína hugsan um ferðavinnu í N…
Torravikan í Café Fríðu
Tað var ein frægd at hoyra Ásmund greiða…
Graseinkjukvøld á Torradøgum
Brekumboðið: Brekrættinda­sáttmálin ikki…
Guðrið Højgaard: - KG verður flottasta h…
Lýsing