Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eftirlýsing: Yvirtøkur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.11.2017 - 09:24 Eldri tíðindi

12. september var minniligi “kjak”fundurin í Degi og viku, har samgonguleiðararnir vórðu bodnir í studio at geva hvørjum øðrum herðaklapp. Sjálvrósið fylti natúrliga tað mesta í hesi sending, men millum hevjanina av egnum avrikum og teimum hjá samgongufeløgunum, slapp tó ein eftirlýsing framat, helst av óvart, ið viðvíkti útflutningspolitikki og uttanríkismálum. Hví hendir ikki meira á hesum økinum?

12. september var minniligi “kjak”fundurin í Degi og viku, har samgonguleiðararnir vórðu bodnir í studio at geva hvørjum øðrum herðaklapp. Sjálvrósið fylti natúrliga tað mesta í hesi sending, men millum hevjanina av egnum avrikum og teimum hjá samgongufeløgunum, slapp tó ein eftirlýsing framat, helst av óvart, ið viðvíkti útflutningspolitikki og uttanríkismálum. Hví hendir ikki meira á hesum økinum?

Tá samgonguskjalið varð skrivað, setti samgongan sær fyri at yvirtaka loftrúmið, útlendingamál og persóns-, familju- og arvarætt. Hetta stendur beint niðanfyri setningin um, at lógin um stjórnarskipan kemur til fólkaatkvøðu í seinasta lagi í 2017. Men enn er onki hent. Ein lunkað útsøgn frá formanninum í Framsókn um at Føroyar eiga at taka ímóti flóttafólkum druknaði í kjakinum um burkabann, men annars verður bert sagt, at “arbeitt verður við málinum”.

15. september skrivar Bjarni Kárason Petersen í Framsókn um ódnartøkini hjá samgonguni og vil geva eitt yvirlit. Men eisini har verða sum avrik roknað “ein arbeiðsbólkur er settur saman at...” endurskoða Hoyvíkssáttmálan, tingini í útnorði “vóru samd um at seta niður ein arbeiðsbólk”, og við Kina “arbeiðir Landsstýrið við at gera eina langtíðarætlan”, eins og “arbeitt verður við at gera eina formliga umsókn” til EFTA, “Landsstýrið arbeiðir fram ímóti” einum handilssáttmála við EABS, og viðvíkjandi ES verður “arbeitt við at víðka sáttmálan”. Tá tað kemur til marknaðarføring av føroyskum fyritøkum verður “arbeitt við at betra um fortreytirnar fyri samstarvi”. Tað einasta ítøkiliga, ið verður nevnt, er ein sendistova í Moskva (ið varð sett á stovn undir fyrru samgongu) og so ein tollækking av útflutningi til Suðurkorea.

Alt gott um at landsstýrið arbeiðir, og ting taka sjálvandi tíð. Men bert at hava eittans avrik, meðan átta onnur framvegis liggja á láni er heldur lítið, tá hugsað verður um, at samgongan hevur virkað í 25 mánaðir. Og eru yvirtøkurnar púra gloymdar?

Á heimasíðuni hjá Framsókn, undir yvirskriftini “Nú verður farið undir at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyar” stendur “Uppskotið hjá Framsókn, ið fekk 2. viðgerð í dag, varð samtykt við 27 atkvøðum fyri og ongari ímóti. “Heitt verður á landsstýrið um at útgreina og kanna møguleikarnar fyri at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum til føroyska umsiting, og síðani at taka upp samráðingar við ríkisstjórnina um yvirtøku, og at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um skipan av føroyskum loftrúmseftirliti.” So er byrjan fingin á tilgongdina.”

Men hjá Løgtinginum er onki mál um yvirtøku av loftrúminum enn komið. Seinasta uppskotið um tað er frá Tjóðveldi í 2011. Sami flokkur skeyt eisini í 2012 upp at yvirtaka útlendingamál, men nú hann er í samgongu, er hvørki uppskotið lagt framaftur. Sagt verður, at væntandi verður yvirtøkudagurin settur til 29. juli 2018, men lagt verður rættiliga sigandi afturat, at “Í síðsta enda er spurningurin um, hvørt familjurættarlig mál verða yvirtikin, ein spurningur um politiska vilja Løgtingsins”. Hetta er ein sjálvfylgja, men er veruliga ikki komið longri?

Tað er at undrast á, at burtursæð frá hesum hevur onki verið at hoyra frá teimum trimum yvirtøkunum, sum samgongan setti sær fyri í samgonguskjalinum, nú valskeiðið er meira enn hálvrunnið.

Formaðurin í Framsókn og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum kann sjálvandi hava vakrar tankar við ynski sínum um at taka ímóti flóttafólkum, men spurningurin er um hetta ikki er roykslør, tí hann veit helst sum er, at meiriluti ikki er fyri tí. Ið hvussu er tykist hetta uppskotið káma út yvir, at ongin av ætlaðu yvirtøkunum í samgonguskjalinum er framd ella sett á skinnarar, nú farið er inn í triðju og næstseinastu tingsetu í hesum valskeiðnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð