Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvar skulu bilarnir verða?

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  02.11.2017 - 10:52 Eldri tíðindi

Hugaligt er at eygleiða stóra byggivirksemi í miðbýnum og á skúlaøkinum í Klaksvík, men tað tikist ikki sum at nøkur skilagóð ætlan er við parkeringsviðurskiftunum í býnum.

Hugaligt er at eygleiða stóra byggivirksemi í miðbýnum og á skúlaøkinum í Klaksvík, men tað tikist ikki sum at nøkur skilagóð ætlan er við parkeringsviðurskiftunum í býnum.

Í miðbýnum verða nógvar íbúðir bygdar, ein húsarhaldsskúli og nýggj handilshølir. Fleiri aðrar ætlanir eru eisini. Í Norðlýsinum í vikuni varð kunngjørt, at gomlu ætlanirnar við eini rennibreyt og ítróttarøkið eystanfyri svimjihøllina nú skulu realiserast. Harafturat vóru tekningar av øðrum byggistigið, sum er ein høll, sum skal innilokað rennibreytina og allan hendan nýggja partin av ítróttarøkinum.

Samstundis er býráði um at seta spakan í til eitt nýtt áskoðaraskýlið sunnan fyri plenina í Djúpumýru og tá hesar ætlanir eru liðnar er so at siga einki eftir av einasta stóra parkeringsøkinum, sum er til nærhendis ítróttarøkinum og líka frá Eiðinum har Tekniskiskúlin er. Sera avmarka pláss er fyri bilum kring Badmintonhøllina og Skálan, og KÍ høllin missir so at siga øll síni parkeingspláss, við ætlaðu nýbyggingunum í økinum. Atlantis, Betri Banki, Maverik og Fótbóltsvøllurin hava eitt lítið parkeringsøki norðanfyri verandi fótbóltsskýli. Í dag er reint kaos kring Betri banka og álitið, tá brúdleyp ella onnur tiltøk eru í Skálanum og í høllunum, eru ólógliga parkingin í íbúðarøkjunum, sum eru tætt uppat.

Taka vit so nýggju skúlabyggingina, so hava hesir prýðuligu bygningsverk minni parekeringsøkir enn gomlu skúlabygningarnir hava havt.

Samstundis verður tosað um at vaksa um grønu økini í miðbýnum. Hettar gongur uttan iva eisini út yvir parkeingsviðurskiftini.

Norðoya Sparikassi er ein av heilt fáu um ikki tann einasti, av stovnunum í býnum, sum hevur roynt at gjørt fleiri parkeingsøki til bilar í miðbýnum, men hetta økið er privat og hoyrir til stovnin, hóast tað verður brúkt av skúlum, samkomu og íbúgvum í økinum.

Taka vit so Betesda og nýggju íbúðirnar í miðbýnum og buss-sentralin sum liggur niðanfyri telefonstøðina, eru umstøðurnar í dag als ikki nøktandi. Næstan hvønn gerandisdag og serliga í vikuskiftinum eru tiltøk í Betesda og tá standa bilar allastaðir, og bussar hava trupult at koma ígjøgnum. Eisini er stór læknamiðstøð í økinum og politistøðin í Klaksvík er sentralur fyri alt virksemið hjá politinum í Føroyum í norður-, eystur- og vesturøkinum. Í dag eru umleið 18 politistar knýttir at støðini í Klaksvík, so her er vantandi at útbyggingar eisini skulu gerast.

Mitt í øllum hesum verður seinasta hond nú løgd á at byggja ein nýggjan mentanardepil við sjónleikara/konsert palli og høll, listasavni og øðrum har sum posthúsið er í dag.

Um nakrar mánaðar fara 34 familjur at flyta inn í nýggju íbúðirnar í miðbýnum og í kjallaranum fara nýggir handlar at húsast. Samstundis verður spaki settur í nýggjan Húsarhaldsskúla, sum skal byggjast har kappróðrarneysti stendur og eitt nýtt ferðamál ”húsið hjá Nólsoyar Páll” letur upp har tiltøk óivað fara at verða fyriskipað. Harafturat er byggingin byrjað til nýggjan Banknordik í miðbýnum og í nærmastu framtíð er ætlanin at byggja fleiri íbúðir og eitt spildurnýtt hotel.

Í býarætlanini er lagt upp til at eitt nýtt og stórt parkeringshús skal byggjast norðanfyr Føroya Bjór, og hetta skal so eftir øllum at døma verða loysnin til allar parkeringstrupuleikar í øllum miðbýnum, men spurningurin er um hesin útlendski leistin virkar í Klaksvík. At fáa Føroyingar við okkara veðurlagi at parkera 100-400 metrar frá búplássi/handli o.so.fr., sum vit nú einaferð skulu verða í – hevur eingin enn megnað og tað man verða ivasamt um hetta man fara at eydnast Klaksvíkar Kommunu.


Landsmyndugleikarnir mugu traðka í karakter

Ein sera átrokandi og vaksandi trupulleiki i Klaksvík, er at heldur eingin loysn er funnin á vaksandi tungu ferðsluni, sum kemur úr vaksandi aktiviteti hjá fiskivinnuni á vestursíðuni og í Norðhavnini.

Øll hendan tunga ferðslan verður send beint inni íbúðarøkir ella inn í sjálvan miðbýin í Klaksvík, men her haldi eg at løgtingið eigur at traðka í karakter og lóggeva tungu ferðsluna av landsvegunum, so útflutningur og innfluttningur av vørum úr og til útheimin eisini fór um Norðhavnina. Hetta hevið gagnað baði ferðsluni og umhvørvinum. Trupuleikar eru av tungari ferðslu í øllum landi og her er lætt at finna eina bíliga og umhvørvisvinarliga loysn, við at flyta tunga flutningin sjóvegis.

Bilar fara at fylgja okkum langt inn í framtíðina men tað tikist sum at vit í alt ovstóran mun lata tilvildina ráða og so er skilið har eftir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð