Lýsing
Lýsing
Lýsing
Aleksandra á Dul, stjóri á www.notion.fo

Tvey gerandislig prei til leiðaran

SKRIVAÐ: Alexandra á Dul  |  10.09.2018 - 06:17 Bloggur Tíðindi Vinna

Eingin gyltur vegur er lagdur til, hvussu ein leiðari í dag tryggjar gott og virkið samstarv í einum toymi/deild. Uppskriftin er ymisk og treytað av umstøðum, menniskjum, kemi millum starvsfólk, uppgávum, førleikum, tíð, máli o.s.fr. Ja, her eru nógvir tættir og nógvar umstøður, ið ein leiðari skal leggja uppfyri, tá ið hann skal finna tað góða stevið saman við starvsfólkunum í toyminum!

At leiða er einki bara

Sum heild er arbeiðsbyrðan hjá einum leiðara stór – uppgávurnar eru rúgvismiklar, og viðhvørt kunnu tær gerast tungar og draga út, evstumørk skulu haldast, pengarnir skulu disponerast á skilagóðan hátt, ymiskar fyrisitingarligar uppgávur skulu viðgerast og fyrispurningar svarast – samstundis sum leiðarar skulu tryggja framgongd, leiða sítt starvsfólk og loysa teir mongu knútar, sum dagliga stinga seg upp!

Í dag síggja vit ofta, at dugnalig fólk arbeiða seg upp og sum frá líður fáa tillutað eitt starv við leiðsluábyrgd. Hetta er teimum væl unt, men hava tey leiðslukunnleika? Summi eru so heppin, at tað fellur teimum natúrliga at leiða –  tey hava eina viðfødda leiðsluílegu, verður ofta sagt – og so hoyra vit um tey, sum fáa tillutað eitt leiðslustarv, men sum tíverri ikki megna at fylla leiklutin nøktandi. 
 

Hvussu tryggja vit so gott og virkið samstarv?
 
Hetta (leiðsla og at leiða) er eitt evni, sum nógv hava sett orð á, og ein teirra er Rene Willerslev, stjóri á Naturmuseet í Keypmannahavn. Hann sigur soleiðis í tíðindablaðnum Mandag morgen:

 

“Ledelsen skal afgive magt nedad, så medarbejderne kan føle sig som helte i deres eget arbejdsliv …” (…) ”Hierarkier er mega uproduktive, hvis du skal være idéskabende. Skabelsen af idéer fungerer bedst i flade strukturer, hvor det ikke er din status i hierarkiet, som afgør din rolle i et rum, hvor sekretærens idé kan være lige så vigtig som professorens.” 

 

Hetta brotið er tíðarhóskandi og kanska eitt sindur øðrvísi! Her hugsi eg ikki bara um fyritøkur, har nýskapan og endurskapan hevur nógv at siga fyri teirra tilverugrundarlag! Nei, als ikki! Hetta er eisini viðkomandi hjá fyritøkum, ið veita eina tænastu, arbeiða við fyrisiting, framleiða okkurt serstakt í framleiðsluhøll o.s.fr.! Og hví nú tað? Jú, tí at í takt við, at leiðsluhugtakið er vorðið fløkjasligt, er annað virksemi í fyritøkuni eisini vorðið torgreiddari. Í dag er vanligt at hava eitt stórt førleikayvirlit á einstøku deildunum – við øðrum orðum eru førleikarnir nógvir og ymiskir á einstøku deildunum, og samstundis eru eisini ymisk perspektiv fyri, hvussu ein uppgáva best verður loyst! Og øll tann vitanin og royndirnar kunnu vera gull verdar, um leiðslan kann gagnnýta tær og seta tær í verk og á tann hátt at gera arbeiði og tilgongdir á deildini betur skikkað o.s.fr.

Av tí at leiðsla, og hvussu hon tryggjar gott og virkið samstarv, er eitt stórt evni, og meiningarnar eru ymiskar, vági eg mær at koma við tveimum ítøkiligum ráðum, sum eg havi upplivað hava havt jaliga ávirkan í gerandisdegnum hjá einum leiðara.
 

Afturboðanarmentan
 
Alt ov ofta hoyri eg leiðarar siga, at teir hava ilt við at røkja sítt leiðaravirksemi orsakað av tíðartroti. Ert tú ein teirra, kann eg mæla tær til at seta ferðina niður og hugsavna teg um tína leiklut, og hvønn týdning og hvørja ávirkan hann hevur fyri tíni starvsfólk og trivnaðin á deildini.

Tá ið ein leiðari forsømir sína leiðsluábyrgd, sæst tað ofta á samskiftinum millum hann og starvsfólkini (les: samskiftið verður avmarkað og í summum føri næstan einki!). Hetta er sera harmiligt, tí tað kann elva til ótryggleika og køva motivatiónina millum starvsfólkini.

Tað, sum vit í dag vita, er, at flestu starvsfólk hámeta ein sjónligan leiðara, sum regluliga kunnar síni starvsfólk um arbeiðsuppgávur og gongdina hjá deildini (gevur innlit) og samstundis gevur sær stundir til at sparra og seta seg inn í arbeiðsviðurskifti og trivnaðin hjá starvsfólkunum. Ein tílíkur áhugi er við til at kveikja samstarvsgleðina og kensluna av, at tað er her, ein hoyrir heima og ger mun!
 

At býta út og menna
 
Flestu okkara kenna hugtakið fløskuhálsur og hava ivaleyst eisini sett hugtakið í samband við leiðarar! At uppgávur ikki koma víðari, tí tær liggja á borðinum hjá leiðaranum, kann vera ørkymlandi fyri starvsfólkið. Her verður ein sum leiðari noyddur til at kanna, um uppgávurnar kunnu býtast øðrvísi, og í onkrum føri má leiðarin læra starvsfólkini upp ella geva teimum tær neyðugu heimildirnar, so tey kunnu átaka sær hesar uppgávur og loysa tær. Hetta er við til at skapa framdrift í arbeiðinum og økir um nøgdsemið hjá starvsfólkinum í toyminum. Somuleiðis fær leiðarin stundir til aðrar uppgávur, eitt nú til at leiða og tryggja framdrift í toyminum. Tó skal sigast, at hetta er lættari sagt enn gjørt, tí tað tekur tíð og krevur gott yvirlit at duga at síggja, hvussu uppgávurnar kunnu býtast øðrvísi/betur og summar takast burtur. Samstundis skal leiðarin sýna starvsfólkunum atlit, tí tað kann kennast svárt at missa eina uppgávu ella fáa eina eyka uppgávu! Her er tað umráðandi, at leiðarin gevur sær stundir til at greiða frá og er tøkur gjøgnum alla broytingartilgongdina!

Hvussu megnar tú tín leiðsluleiklut? Situr tú við einum gullkorni viðvíkjandi leiðslu, og hvussu vit betur kunnu navigera í leiklutinum, ert tú vælkomin at senda mær ein teldupost. Tú ert eisini vælkomin at siga tína hugsan inni á Kjakglugganum.

 

Lýsing
Bloggarin
Alexandra á Dul
Cand. Merc. í HRM & HA í heimspeki

Alexandra á Dul hevur eina HA í heimspeki og eina kandidatútbúgving í HRM frá Copenhagen Business School. Hon hevur búð í Keypmannahavn í 16 ár, og í tíðarskeiðnum 2012–2018 arbeiddi hon sum HR-partnari í eini miðalstórari heilivágsfyritøku. Summarið 2018 fluttu familjan og hon heim til Føroyar, og í dag búgva tey í Klaksvík, og hon starvast í Havn. Hon umsitur HR-pallin NOTION, sum m.a. er ein íblástrarkelda til HR-arbeiði í gerandisdegnum í Føroyum. Alexandra hevur serligan áhuga fyri HR og starvsfólkaviðurskiftum, og henni dámar væl at blogga um ymisk viðurskifti í gerandisdegnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði