Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging

Betri Trygging við vaksandi kundaskara og nýggjum produktum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  19.09.2018 - 12:13 Tíðindaskriv Vinna

Hóast fyrra hálvárið 2018 hevur verið merkt av øktum kostnaði til endurtryggingar og av stórum skaðum, harímillum fleiri eldsbrunum, heldur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging, úrslitið vera nøktandi.

”Vit fáa alsamt fleiri nýggj viðskiftafólk, so tað meta vit vera eina sera jaliga gongd,” sigur stjórin. ”Vit arbeiða støðugt við at menna og tillaga produktir og dekningar fyri at gera okkara tænastuúrvæl breiðari og meira fleksibult hjá kundanum.”

 

Virði fyri kundan

Betri vil seta fokus á at skapa virði fyri kundan við at leggja enn størri dent á fyribyrging. Hetta verður gjørt við kunnandi kundatiltøkum og við tøkni, ið kann brúkast til ávaring og fyribyrging. Eisini vil felagið gera tað lættari hjá kundanum at fráboða skaða. Tí kom Betri í januar við eini app, har kundin lætt og skjótt kann fráboða skaða umvegis appina við m.a. at senda mynd av skaðanum, og kundarnir hava tikið væl ímóti nýggja møguleikanum. Framyvir verður tað eisini lættari at fráboða skaða á heimasíðuni.

Fyri at tryggja at kundin verður hoyrdur, ger Betri Trygging regluliga nøgdsemiskanning á skaðaøkinum og kann fegnast um, at úrslitið av hesum kanningum er sera gott.

”Hjá okkum hevur tað allarstørsta týdningin, at vit eru har, tá skaðin hendir. Vit skulu vera klár og veita persónliga hjálp, tá kundin brádliga kemur í neyð. Tí er tað sera gleðiligt, at afturmeldingarnar hjá kundunum eru so góðar júst á hesum økinum,” sigur Ingunn Eiriksdóttir.

 

Kundarnir eiga Betri

”Vit eru eitt øðrvísi tryggingarfelag við tað, at kundin eigur okkum, og vit stremba støðugt eftir at nøkta tørvin hjá kundanum. Vit eru eitt lutafelag, har kundin hevur stóra ávirkan,” sigur stjórin í Betri Trygging.

Arbeitt verður við at dagføra produktir og tænastur á fleiri økjum, so enn fleiri valmøguleikar til kundan kunnu væntast í næstum.

Tøl um fyrra hálvárið 2018

  Hálvársúrslitið aftaná skatt er 8 mió. kr.
  Brutto tryggingargjøldini vóru 181 mió. kr.
  Brutto skaðaendurgjøldini vóru 109 mió. kr.
  Nøgd av skaðum var 5.268

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald