Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd frá heystardegi í 2015, tá fjallfólkið í Barmi kom á rætt á Norðoyri.

Bóndin: Eitt miðal ár í Barmi

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  25.09.2018 - 18:43 Mentan Tíðindi

Levi Joensen, bóndi í Barmi, hevði væntað betri seyð í mun til veðrið, sum hevur verið. 

Teir vóru á fjalli í Barmi fríggjadagin. Levi Joensen letur væl at fjalldegnum.

- Veðrið royndist ikki so væl sum vit vónaðu. Tað vóru dropar næstan allan dagin. Men vit fingu alt, sum vit sóu hendan dagin. Vit vóru 9 mans og 9 hundar. Vit fóru til gongu kl. 07.00 og vóru í rættini á Norðoyri kl. 15.00, sigur Levi Joensen.

- Vit hava flett, og vektin er tað, sum hjá okkum svarar til eitt miðal ár. Tað er knapt 30 pund. Hetta er seyður, sum gongur úti alt árið. Í mun til veðrið í summar, har tað hevur verið turt stóran part av tíðini, so høvdu vit væntað nakað betri seyð, tí tað plagar at roynast betri hjá okkum, tá tað er turt, men soleiðis var ikki í ár, sigur Levi Joensen.

 

Hann sigur, at orsøkin fyri, at farið verður so tíðliga á fjall er, at ærnar vera betri fyri, tá tær sleppa av við lombini tíðliga. Tað hevur týðning, tá seyðurin gongur úti alt árið, og so fær man eisini betri kjøt við at fara tíðliga á fjall, leggur hann afturat. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð