Lýsing
Lýsing
Lýsing
Henrik Old hevur takkað fyri seg og pakka síni ting á fremsta bonki í Løgtinginum saman. Nú situr hann á rekkjuni aftanfyri. | Mynd: Oliver Joensen

Pínslavátturin Henrik

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.10.2018 - 09:45 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Henrik Old hevur biðið um at verða loystur úr starvi, og sambært Stýrisskipanarlógini skal løgmaður eftirlíka einum tílíkum ynski og hevur eisini gjørt tað. Orsøkin er, at semja ikki fekst í samgonguni um ætlanina hjá Henriki Old um at fara undir at bora tunnilin til Fámjins fyrst.

Tað var í fjør heyst, at Henrik Old skeyt upp at gera Fámjinstunnilin fyrst. Limirnir hjá samgonguni í Fíggjarnevndini í Løgtingunum valdu tó at seta Dalstunnilin fremst og Tjørnuvíkartunnilin næst. Hesa samtyktina metti Henrik Old ikki vera bindandi, og tann 23. mars í ár meldaði hann so út, at Tjørnuvíkartunnilin skuldi standa fyrstur á skrá.

Síðani valdaði friður leingi, og fámjiningar og suðuroyingar annars styrktust støðugt í vónini um, at Fámjinstunnilin fór at verða boraður í heyst. Tað kom tí óvart á øll, at løgmaður, 6 mánaðir eftir at Henrik Old var komin við síni fráboðan, stutt innan at farast skuldi undir at bora, boðaði frá, at hann og samgongan høvdu gjørt av, at Dalstunnilin skuldi borast áðrenn Fámjinstunnilin.

Enn einaferð var alt á gosi í Tinganesi, og fleiri fundir vóru í farnu viku, har løgmaður og landsstýrismaðurin í samferðslumálum tingaðust. Hesir fundirnir endaðu úrslitaleysir, og í Kjakinum í KvF týskvøldið 25. september róði landsstýrismaðurin fram undir, at hann møguliga fór at leggja frá sær, av tí at løgmaður hevur tikið hann av ræði.

Mánadagin 1. oktober vísti Henrik Old so, at hann ikki er ein maður, sum framsetir tómar hóttanir. Hann bað um at verða loystur úr starvi, og fer tí í Løgtingið sum meinigur tingmaður.

At síggja til hevur Henrik Old alla Suðuroynna tvørtur um floksmørk aftanfyri seg. Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin, legði sama dag, sum fráboðanin frá løgmanni kom, frá sær sum nevndarlimur í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag. Suðuroyar Sunnara Javnaðarfelag meldaði út, at eisini tey stuðlaðu Henriki Old, og seinni hevur Suðuroyar Tjóðveldisfelag eisini boðað frá, at brádliga avgerðin hjá løgmanni fer at fáa avleiðingar fyri atkvøðurnar hjá samgonguni. Eisini Sirið Stenberg hevur verið frammi og sagt, at hon stuðlar raðfestingini hjá Henriki Old.

Spurningurin er, hvat hendir nú. Henrik Old fer í Løgtingið, og har kann hann aftur seta sum krav, at Fámjinstunnilin verður raðfestur fremstur. Til dømis í fíggjarlógarviðgerðini. Samgongan hevur frá byrjan av havt smalast møguliga meiriluta, og til fíggjarlógina í fjør vildi Sonja Jógvansdóttir ikki atkvøða fyri, men tá atkvøddi Sjálvstýri saman við samgonguni. Lítið bendir á, at Sjálvstýri enn einaferð fer at gera tað.

Hyggja vit at samgonguni í einum fuglaperspektivi, so er líkt til, at nú vit fara inn í eitt valár, er tað nærum einans í miðstaðarøkinum og Sandoynni, at samgongan hevur sín basa. Í Norðoyggjum og Eysturoy er stór misnøgd við samgonguna vegna fiskivinnunýskipanina og nú eisini, at samgongan ikki vil fara undir Tunlar Norður um Fjall í hesum valskeiðinum. Í Vágum hava borgarligu flokkarnir seinastu mongu árini havt stóran meiriluta. Og Suðuroyggin tykist nú kollektivt eisini at venda Landsstýrinum bakið.

Hevði løgmaður reagerað skjótari og givið síni kontraboð stutt eftir, at landsstýrismaðurin hevði meldað sína raðfesting út, hevði hann møguliga sloppið burturúr tí við skinninum á nøsini. Men við at lata málið hvíla so leingi, meðan vónin hjá suðuroyingum gjørdist bjartari og bjartari, kom útmeldingin bæði í einum valári og undir eini fíggjarlógarviðgerð. Hetta drúgva atgerðarloysið kann fara at vísa seg at vera avgerandi fyri lagnuna hjá samgonguni. Hvussu víkir og vendir, so fær samgongan so úr at gera við at vinna álitið hjá suðuroyingum aftur, og spurningurin er, um tað ikki er ov seint.

Eftir stendur Henrik sum pínslavátturin, ið steyrrættur talaði Roma ímóti. Tað er ikki sørt, at tankarnir verða leiddir aftur á tíðina, tá Norðoyggjar eisini høvdu politikarar, ið tordu tað. Fyrr í ár søgdu vit seinasta farvæl við ein líknandi vita í myrkrinum, og í dag eiga Norðoyggjar ikki longur nakran, ið letur samgonguformenninar greitt fáa tað at vita, at tey ikki taka undir við at Norðoyggjar verða fyri vanbýti í raðfestingunum.

Tað eina valdømið hevur gjørt, at í dag sita norðoyatingfólkini í samgonguni har sum varafólk fyri landsstýrisfólk, sum búgva í Suðurstreymoy. Og natúrliga, men tíverri fyri Norðoyggjar, er tað fyrst og fremst hendan leiklutin sum vikarar fyri suðurstreymoya-tingfólk, tey útinna.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð