Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skorheim: Stóri inntøkuvøksturin er steðgaður

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.10.2018 - 14:42 Tíðindi Vinna

Vit mugu bara staðfesta, at ávirkanin av fiskivinnupolitikkinum sæst aftur í okkara nærumhvørvi. Stóri inntøkuvøksturin hjá Klaksvíkar kommunu er steðgaður, meðan miðstaðarøkið fer spolandi avstað, sigur Jógvan Skorheim borgarstjóri

Vit hava vent okkum til Jógvan Skorheim, borgarstjóra at hoyra hansara viðmerkingar til tíðindini frá hagstovuni um at lønarútgjaldingarnar í fiskivinnuni eru minkandi. 

- Hóast landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, og onnur umboð úr Tjóðveldisflokkinum tekna aðrar myndir, so siga tey konkretu tølini nakað annað. Stóri inntøkuvøksturin hjá Klaksvíkar kommunu er steðgaður, meðan miðstaðarøkið fer spolandi avstað, sigur Jógvan Skorheim borgarstjóri.

- Hagstovan slær fast, á heimasíðu sínari, at, "tað er í bólkinum fiskivinnu og øðrum ráevnisvinnum, at lønirnar eru minkandi, meðan í hinum vinnugreinabólkunum sæst ein lutfalsliga javnur vøkstur". Vit mugu bara staðfesta, at ávirkanin av fiskivinnupolitikkinum sæst aftur í okkara nærumhvørvi.

- Tað merkir at borgarar, ið okkara kommunu og í landnyrings Føroyum sum heild vinna minni. Hetta er longu sjón fyri søgn, og við tíðini kunnu vit vænta enn stórri ávirkan, sigur Jógvan Skorheim í stuttari viðmerking.

- Tað sum eg óttist mest fyri, er at landsins leiðsla ikki veit hvat hon gerð, og veit hvørja ávirkan fiskivinnunýskipanin fer at hava fyri okkara land, sigur Jógvan Skorheim at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…