Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Eru føroyingar ”eitt” fólk?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  17.10.2018 - 09:10 Bloggur Tíðindi

Sum tað ljóðar í almenna orðaskiftinum, so er tað lítið ið bendir á, at føroyingar veruliga eru eitt fólk, ein tjóð – heldur tykist talan at vera um ein hóp av ættarbólkum, ið eru tengdir saman av Atlantshavinum og einum felags tungumáli.

Føroyingar hava ikki altíð kent seg sum føroyingar, men heldur sum partar av eini bygd, ella av eini ætt.  Fyri einum tvey hundrað árum síðani, vóru vit ikki føroyingar, sum nú, men bygdafólk ella ættarfólk, stikaði inni av Atlantshavinum.  Í dag billa vit okkum inn, at vit eru FØROYINGAR éin tjóð, men støðuga stríðið millum gomlu ættarbólkarnar bendir á, at so er ikki kortini.

Nú er tað onki serdømi fyri Føroyar, at eitt sonevnt ”land” ella tjóð er lutað sundur í ættarbolkar, stammur ella klanar – sovorðið finnst um allan heim.  Suðurnoreg mótvegis Norðurnoregi, tað sama í Svøríki, og Keypmannahavn mótvegis donsku provinsini.  Hjá grannunum í Bretlandi er støðan ikki mætari.

Men, Føroyar eru kortini eitt sindur ørvísi í mun til nevndu londini, tí onga aðrastaðnis nýtir landsins ting so nógva orku til ættarbólka ella stammustríð, sum í Føroyum.  Ferð eftir ferð verður landsins høga ting lagt lamið, orsaka av ættarbólkastríði.

Latum okkum bara siga sum er, at í Føroyum eru í høvuðsheitinum sjey ættarbolkar, sjey stammur, ið hava ilt við at sita um sátt, og eru tær, Syðuroyarstamman, Sandoyarstamman, Vágastamman, Suðurstreymoyarstamman, Norðurstreymoyarstamman, Eysturoyarstamman og Norðoyastamman – umframt fleiri aðrar undirættarbólkar.

Hjá George Orwell vóru ”some pigs more equal than other pigs” – summir grísar vóru meira eins enn aðrir grísar. Í Føroyum  er tað meira synd í summun ættarbólkum, enn í øðrum ættarbólkum. Herrópið hjá føroysku stammunum tykist at vera: Tað er altíð meira synd í okkum enn í tykkum! Ella: Tit kradda, vit gjalda!

Við hesum stammu- ella ættarsundurlyndinum er tað næstan – fyri ikki at siga – ógjørligt at stjórna einum landi, tí tað er so synd í teimum tað er synd í, at tað sjálvdan ber til at ugga tey. Tey gráta og illa láta, sum pinkubørn í einum køldum myrkum kolkjallara, og rópa: Vit skulu hava, kosta hvat tað kosta vil!

Summir av ættarbólkunum tykjast meira viðeiriligir enn aðrir – stammuhøvdinganir eru næstan til at tosa við, og tey tykjast at hava eina hóming av, at landið ið er umgyrt av Atlantshavinum og har tey tosa eitt felags tungumál, stundum eisini hevur ein felags tørv, ella at tað eru mál, ið tæna øllum fólkinum.

Men, tað tykist mangan eins og stammuhøvdinganir í veruleikanum hava luskað seg inn á ættarbólkatingið, við at billa fólki inn, at tey eru skipaði í politiskar og demokratiskar eindir. Men, so skjótt tey eru innandura í ættartinginum, so eru tey flestu av teimum aftur stammuhøvdingar, ið rópa: Tað er altið meira synd í okkum enn í tykkum!  Ella: Tit kradda, vit gjalda!

Superklanintendanturin, sum kanska eina løtu helt at hann sambart avtalum ættarbólkanna millum, hevði eitt fylgi aftanfyri seg, verður skjótt greiður yvir at alt fylgið er tann reini vargur. Hvør roynir sum frægast at bjarga sær skinninum, men við tað at tað er so synd í summun, at tey ikki kunnu troystast, er ikki lætt at vera superklanintendantur, ei heldur hansara varaklanintendantar.

Onkur var so hugflogin, at stovna eitt fylgi av eftirlitsfólkum, sum skuldu halda skil á klanunum, við at upplýsa vanliga fólki um hvat ættarbólkanir og teirra leiðarar havast at.

Men, við tað at tað eru stammuhøvdinganir, ið løna teimum flestu av hesum eftirlitsfólkunum, so er stórur vandi fyri at tey halda kjaft, heldur enn at finnast at stammuhøvdingunum og ættarbólkaskipanini. Hini eftirlitsfólkini, ið skulu føða seg sjálvan, eru tíverri so fá í tali, og so fátøk, at tey neyvan eru nøkur hóttan móti stammu/ættarbolka skipanini.

Eitt syndarligt skil, siga tygum?  Ja, og soleiðis verður tað, inntil tað ikki longur er so øðiliga nógv meira synd í summun enn í summun.  Tí tey syndarligastu rópa og gráta so hart, at restin bara gevur eftir í reinum ”medynk”.

Skipanin er eisini soleiðis, at ongin skal vita betur enn ein annar, tí øll vita best. Eingin hevur rætt til at sláa nevan í borðið, meðan øll hava rætt til at duka í borðið. Ongin skal ráða, meðan øll skulu ráða! Allir grísanir eiga at vera eins, men teir frekastu hava ein frammihjárætt!

Teir ættarbólkanir, ið tað er mest synd í, og sum gera mest um seg, og sum órógva mest  í ættarbólkatinginum, eru kendir.  Men, talufrælsi loyvir ikki at vit siga hvørji tey eru, ella hvaðan tey eru.  Tys, tys!  Hysj, hysj!

 

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar