Lýsing
Lýsing
Lýsing

Drunnhvíti á vitjan

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  18.10.2018 - 13:54 Myndarøð Tíðindi

Petur Simonsen og starvsfólkini á skrivstovuni hjá Christian í Grótinum í ánunum, varnaðust týsmorgunin ein sjáldsaman gest á altanuni uttanfyri skrivstovuhølini.

Hetta var ein lítil fuglur, ið sá út til at vera illa fyri. Petur Simonsen sigur, at hann sá hann fyrst á morgni, men tá hann framvegis var har tá Petur hugdi út seinni, fór hann eftir honum og tók hann inn. Fuglurin sýntist vera illa fyri og ristist, so tey koyrdu hann í eina eskju og góvu honum at eta.

Skjótt fann Petur út av at talan var um ein Drunnhvíta.

Ringt var til mín, og sjálvandi var eg skjótur at koyra ein túr norður í Ánir at fáa eina mynd.

Hagani ringdu vit til Jens-Kjeld Jensen fuglafrøðing. Hann segði okkum, at ungarnir hjá Drunnhvíta eru floygdir júst um hesa tíðina. Um tú sært eina tunna hvíta rípu aftast á veingjafjarðunum, so er hetta ein ungi, ið júst er floygdur.

Eg rokni við, at hesin er blivin ørkymlaður av ljósinum frá skrivstovuhølunum og hevur verið drigin at ljósinum í flognum. Tað er nevniliga so, at ungarnir fara á flog um næturnar, sigur Jens-Kjeld, og tí kann hann hava rent seg fasta har.

Vit spurdu eisini um Jens-Kjeld visti um nakra koloni her í nánd. Nei, segði hann, men bæði í Fugloy og í Svínoy og eisini í Mikladali hava nógvir drunnhvítar verið merktir gjøgnum árini.

Og, leggur Jens-Kjeld afturat, teir flúgva beinleiðis út reiðrinum og suður til suður Afrika, har teir fyrst halda til og koma ikki aftur hendan vegin fyrr enn um eini tvey ár. Teir koma bara á land í bútíðini og tá eru teir um 5 ára gamlir. Men teir síggjast nógv á flogi kring oyggjarnar og eru ógvuliga kimligur á flogi.

Drunnhvítaungin, kann samanlíknast eitt sindur við havhestungar og Líra, Drunnhvítin er sera feitur og luktar illa. Eitt munnheld hevur verið: “Tú stinkar, sum Drunnhvíti”.

Í Fuglabókini skrivar Mikkjal á Ryggi, at ein ótrúlig søga hevur gingið í Føroyum, um at Føroyingar áður turkaðu kropparnar, drógu veik ígjøgnum teir og so brendu teir sum ljós, men tann søgan er lítið trúlig, helt Mikkjal á Ryggi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni