Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt ídnaðarøki um eitt ár - Spinnaríið um at vera liðugt

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  19.10.2018 - 12:02 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjárkvøldið var seinasti dagurin av átakinum hjá Klaksvíkar Kommunu undir heitinum Klaksvík í fokus.

Vit byrjaðu við bátahylin í Borðoyarvík, har Tummas Lervig, formaður í havnanevndini bjóðaði vælkomin og síðani greiddi Óla Jákup Bech, tekniskur leiðari í Klaksvíkar Kommunu frá ætlanini við ídnaðarøkinum, ið kommunan skal undir at gera byggibúgvi har. Óla Jákup nevndi, at stóru munur var á innkomnu tilboðunum. Hægsta tilboðið var 44 milj. kr ímeðan lægsta tilboðið var 24 mij. Býráðið er í samráðingum við felagið sum hevði lægsta boðið og Óla Jákup Bech roknar við at byrjað verður upp á arbeiðið í hesum árinum, og at tað fer at taka umleið eitt ár til arbeiðið verður liðugt. Nevnt var eisini, at roknast kann við, at virki, ið skulu hava øki har, sleppa inn á økið, at byrja bygging áðrenn alt verður liðugt.

Síðani var fari niðan á Spinnaríið, har Tummas Lervig bjóðaði vælkomin og gav síðani orðið til Eyðbjørn Poulsen, ið hevur verið stýrisformaður fyri grunnin Spinnaríið. Eyðbjørn segði, at uppgávan hjá grunninum hevði verið at útvega pening til restaurering av Spinnarínum. Nú er nærum komið á mál, nakað av arbeiðið er eftir og tá tað er liðugt, er uppgávan hjá okkum liðug. Hann segði, at tað var sera sera ringt at útvega pening til eitt slíkt átak og at umsóknirnar, ið vórðu sendar út vóru sera nógvar. Annars var hann stoltur av úrslitinum, og kundi vísa ein sera snotuligan bygning fram.

Um ætlaninar frameftir segði hann, at tað lá í kortinum, at í niðaru hæddini skuldi vera eitt spinnarí. Orsøkin til at maskinurnar ikki vóru komnar inn enn var, at fíggingin til spinnaríið ikki var komin upp á pláss.

Um ovaru hæddina segði hann, at tann hæddin var ikki liðug, men at har skuldi ein áhugabólkur við bátasavni í huga taka sær av at fylla karmarnar.

Eftir Eyðbjørn Poulsen, segði borgarstjórin, Jógvan Skorheim eisini nøkur orð.

Veðrið var ikki av tí besta í gjárkvøldið, tí høvdu ikki so mong leitað sær út í bátahylin, kanska eisini tí at áhugin ikki var so stórur millum borgarar fyri hesum, heldur ikki var nógv at síggja har í myrkrinum. Á Spinnarínum møtti væl av fólki og býráðið borðreiddi bæði við suppu, kaffi, vælkomstdrykki og onkrum afturvið. Alt í alt eitt væl fyriskipað tiltak.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð