Lýsing
Lýsing
Lýsing

Er menningarsamrøðan útgingin?

SKRIVAÐ: Alexandra á Dul  |  23.10.2018 - 16:25 Bloggur Vinna

Tann góða gamla menningarsamrøðan er eitt hent amboð hjá leiðarum, tá teir m.a. skulu suma inn á trivnaðin og raðfesta menningina hjá sínum starvsfólki. Menningarsamrøðan leggur nevniliga upp til, at starvsfólkini fáa høvi at tosa um sínar arbeiðsuppgávur/-gongd, ábyrgd, og hvussu tey trívast og fakliga mennast í arbeiðinum. Harumframt leggur menningarsamrøðan upp til, at bæði starvsfólk og leiðarar sínámillum kunnu meta, um væntanirnar eru samsvarandi, og leggja kósina fyri tíðina fyri framman.

Í dag síggja vit ofta, at tað er langt ímillum menningarsamrøðurnar. Ein orsøk til, at menningarsamrøðan er vorðin so sjáldsom og lítið tosað um, er, at hon er tíðarkrevjandi – og tað geldur fyri alla menningarsamrøðugongdina – bæði áðrenn, undir og eftir samrøðurnar. Eg havi fyri upplivað, at hon varð vrakað. Hetta hevði við sær, at vit máttu seta okkurt annað ístaðin, so vit áhaldandi kundu tryggja okkum góðan trivnað, viðkomandi menning í sambandi við strategisku ætlanirnar hjá fyritøkuni og bestu mannagongdirnar í gerandisdegnum.

Summi seta eisini spurning við, um tíðin ikki er runnin frá menningarsamrøðuni, tí hon ikki longur er tíðarhóskandi og stuðlar ikki eins væl upp undir tað smidliga grundarlagið, sum nógvar fyritøkur í dag virka á, m.a. tí umstøður og uppgávur broytast í tíð og ótíð, samstundis sum krøv og tørvur uttanífrá hava tað við at troka seg alsamt meir inn á fyritøkurnar og soleiðis ávirka gongdina á arbeiðsplássunum.
 

Menningarsamrøðan – okkara fyrimynd
 
Um tíðin er runnin hjá menningarsamrøðuni, so haldi eg tó, at menningarsamrøðan skal viðurkennast og síggjast sum okkara fyrimynd, tí hon er eitt hent amboð hjá leiðarum, við tað at hon tryggjar innlit í arbeiðsdagin/-gongdina, trivnaðin o.s.fr., umframt at hon leggur upp til, at leiðarar og starvsfólk fáa høvi til at raðfesta og rætta ymiskt í gerandisdegnum.
 

Nútímans samskiftisgrundarlag
 
Er menningarsamrøðan vrakað, má okkurt annað koma í staðin.

Í dag samskifta og meta vit títtari, um væntanirnar eru samsvarandi, bæði saman við okkara leiðarum, men eisini við okkara starvsfeløgum. Vit arbeiða meira við verkætlanum og samstarva nógv við ymisk yrkisfólk/-bólkar – vit leypa í og úr verkætlanum – og tað kann gera tað torført hjá leiðarum at menna deildina hjá sær, tí spurningurin er: í sambandi við hvat? Her er tað týdningarmikið, at leiðarar tosa saman og fáa innlit í økini hvør hjá øðrum, so teir tryggja sær, at teirra egnu starvsfólk fáa neyðug innlit “úti á markini” og tey røttu amboðini til at loysa uppgávurnar tvørturum.

Hvørja støðu hava tit til menningarsamrøðuna? Verður hon árliga sett á skrá, ella er hon eitt vanrøktað barn?

Hava tit ikki árliga starvfólkasamrøður, viðmæli eg leiðarum at fáa eina afturboðanarmenning í lag. Hetta er ikki nakað, sum kann samanberast við menningarsamrøðuna, men ein tílík menning kann lofta starvsfólkum, um okkurt er áfatt, umframt at bæði starvsfólk og leiðarar støðugt saman kunnu meta, um væntanirnar eru samsvarandi.

Tú kanst lesa um afturboðanarmentan í greinini her.
 

Munadygg afturboðan og sparring millum starvsfelagar
 
Gott samstarv og góðir starvsfelagar skulu ikki undirmetast! Og tað stendur hvørjum einstøkum frítt at fáa í lag eitt gott og munadygt samstarv við starvsfelagar, leiðarar og tvørtur um deildir.

Eru tit ikki von at hava afturboðanir (feedback) á arbeiðsplássinum, kann tað tykjast undarligt knappliga at skula geva ella fáa afturboðan. Men millum starvsfólk kann tað gerast í sambandi við sparring. Starvast tú í einum lítlum toymi, ber til at tosa um, í hvørjum høpi afturboðan kann hava virði fyri tykkara arbeiði, og hvussu tað kann gerast á munadyggan hátt.

Her eru nøkur prei til eina afturboðanarmenning millum starvsfelagar:

  • Afturboðan skal bara gevast, um tað er ynskiligt. Tí er tað gott at avtala, um afturboðan er nakað, ið tit vilja hava í tykkara gerandisdegi.
  • Afturboðan kann gevast, har regluliga verður ferðast, og best er, um avtalað verður, hvørjum tú kundi hugsað tær at fingið afturboðan frá, tí tað skal kennast trygt, rætt og gott.
  • Set tíð av til afturboðan og sparring, t.d. eina ferð um mánaðin. Setið tykkum saman í ein minni bólk (tvey ella trý) og avtala, hvørji øki tit kundu hugsað tykkum at sparrað og fingið afturboðan um.
  • Byrja í tað smáa. Tað kann vera hart at fáa afturmeldingar, byrja við at geva góðan afturboðan – tað vísir virðing fyri tínum starvsfeløgum. Tá tit hava uppbygt eitt trygt og gott grundarlag, kunnu tit geva munadygga afturboðan, sum leggur upp til umhugsan og sparring.
  • Ert tú í einum toymi, so sig tínum starvsfelagum, á hvørjum økjum, ið tú vilt hava afturboðan. Hetta kemur bæði tær og tínar starvsfelagar til góðar, tí teir ikki føla, at teir “blanda seg” uppí títt øki.
Lýsing
Bloggarin
Alexandra á Dul
Cand. Merc. í HRM & HA í heimspeki

Alexandra á Dul hevur eina HA í heimspeki og eina kandidatútbúgving í HRM frá Copenhagen Business School. Hon hevur búð í Keypmannahavn í 16 ár, og í tíðarskeiðnum 2012–2018 arbeiddi hon sum HR-partnari í eini miðalstórari heilivágsfyritøku. Summarið 2018 fluttu familjan og hon heim til Føroyar, og í dag búgva tey í Klaksvík, og hon starvast í Havn. Hon umsitur HR-pallin NOTION, sum m.a. er ein íblástrarkelda til HR-arbeiði í gerandisdegnum í Føroyum. Alexandra hevur serligan áhuga fyri HR og starvsfólkaviðurskiftum, og henni dámar væl at blogga um ymisk viðurskifti í gerandisdegnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB