Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fólk hava givið broytingarnar í veðurlagnum ans í meiri enn 100 ár. Men tað eru bert tey seinastu 30 árini, at global upphiting er farin ovast á breddan. | Mynd: www.bbc.gov.uk

Alheims upphiting gerst tíðindi

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  09.11.2018 - 17:21 Tíðindi Veðrið

Hvussu veðurlagið er broytt síðan 1880ini, er ofta dokumenterað í bókum og filmi. Hvussu veðurlagið fer at broytast næstu ættarliðini, hava vísindafólk nøkur boð uppá. Hesi boð byggja á allar mátingarnar og allar kanningarnar, tey hava gjørt kring allan heimin í mong, mong ár.

Mong viðurskifti eru, sum kanska gera tað eitt sindur fløkt at fylgja við hesum kjaki.

Her verður farið eitt lítið sindur aftur um nøkur av hesum viðurskiftum og roynt at greiða frá.

Hesaferð er tað um, at søgan um alheims upphiting gerst høvuðstíðindi hjá tíðindastovum.

Alt kjakið byrjaði í 1890unum. Svante Arrhenius, ein svenskari, fann útav hvørjar eginleikar CO2 at goyma upp á hita í lufthavinum.

Vísindafólk fóru at gera meiri burtur úr hesum, og so við og við vaks rúgvan av vísindafólki, sum fingust við hetta.

Í 1912 stóð ein grein í Popular Mechanics um hvørja ávirkan CO2 hevði á hitalagið. Greinin varð endurgivin kring allan heimin. Greinin roknaði upp, at sløk 2 milliardir tons av koli vóru brúkt kring heimin um árið, og úr øllum hesum kolinum fóru meiri enn 6 milliardir tons av CO2 út í lufthavið!

…á hendan hátt fer fer eitt heitt teppi at leggja seg um alla jørðina og økja hitalagið. Um bert fáar øldir fer tað at merkjast, stóð í greinini.

Síðan 1912 er fólkatalið á jørðini fleirfaldað fleiri ferðir, flutningstól sjó- og luftvegis eru nógvar ferðir fleiri og størri, og so næstan allir íbúgvar á jørðini hava ravmagn. So sjálvandi er nýtslan av koli og olju verið mangar ferðir hatta, sum so dapurt varð spátt í 1912!

Í 1950unum fóru vísindafólk at nýta meiri orku upp á mannagjørdu ávirkanina á veðurlagið.

Men tað var ikki fyrr enn í 1988, eftir at skógurin kring heimin var nógv minkaður av høgging og trædeyða og sýruregni, og osonlagið var minkað niður í púrt einki, at fólk av álvara fóru at tosa um globala upphiting. Eftir hetta var evnið ikki bert viðgjørt sum ein viðmerking í onkrari spaltu, men tað bleiv høvuðsyvirskrift.

Tað var vorðið meiri og meiri greitt, at okkurt var áfatt við veðurlagnum. Hitabylgjurnar kring heimin gjørdust títtari, skógareldarnir somuleiðis.

1988 var árið, at fleiri altjóða nevndir vóru settar at kanna og gera frágreiðingar um broytingarnar í lufthavinum. Hesar nevndir og aðrar hava ferð eftir ferð gjørt viðmæli um útlát av CO2, hvussu nógv tað má minka fyri at avmarka økingina av hitanum í lufthavinum.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…