Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tá sjúkrafrávera á arbeiðsplássinum gerst ein spurningur

SKRIVAÐ: Alexandra á Dul  |  07.11.2018 - 06:46 Bloggur Vinna

Sjúkrafrávera er eitt av teimum mongu viðurskiftum, ið leiðarar regluliga skulu hava støðu til. Sjálvt um fráveru vegna sjúku skal viðgerast so at siga eins – av tí tað er lógligt fráfall, og leiðarar ikki mugu spyrja um sjúkuna sjálva, tí tað er privatmál – eru umstøðurnar altíð ymiskar, og tað hevur við sær, at niðurstøðan eisini er ymisk.

Alsamt fleiri fyritøkur vilja arbeiða fyribyrgjandi í sambandi við sjúku. Í dag síggja vit fyritøkur, ið hava ein hugburð til søtt og tilvitað leggja nógva orku í at borðreiða við heilsugóðum mati í døgurðasteðginum, varpa ljós á regluliga rørslu umframt at skipa fyri átøkum, har rørsla á ein ella annan hátt er á skrá. Grundtankin er góður – og stórt herðaklapp til fyritøkur, sum fáa starvsfólkið at taka undir við hesum.
 

Sjúkrafrávera í gerandisdegnum á arbeiðsplássinum
 
Eg havi lagt oyra til nógv ymiskt í sambandi við sjúkrafráveru – bæði frá leiðarum og sjúkraraktum. Og eitt, sum eg ofta hefti meg við, er, at leiðarar halda tað verða trupult at handfara sjúkrafráveru á arbeiðsplássinum, m.a. seta teir spurning við, hvussu teir á bestan hátt tryggja sær rætt og gott samskifti og frameftirlítandi gongd millum seg og tann sjúkrarakta. Grundin til hesi ivamál er, at teimum vantar greiðar leiðreglur og viðkomandi amboð til at viðgera tær ymisku støðurnar, ið fráveru kann hava við sær, umframt amboðini til at stuðla tann sjúkrarakta, soleiðis at hann kann koma fyri seg og aftur virka á arbeiðsplássinum.
 

Sjúkrafrávera rakar ikki bara tann sjúkrarakta
 
Tað er einki loyndarmál, at nógv frávera órógvar arbeiðsgongdina á arbeiðsplássinum. Nógv frávera kann hava øgiligar fylgjur – bæði fyri tann, ið er raktur av sjúku, og starvsfelagarnar, merkja eisini fráveruna (møguliga við at renna tað skjótari, so teir náa allar uppgávurnar!). Tí er tað umráðandi, at leiðarar taka sjúkrafráveruna í álvara, bæði mótvegis tí sjúkrarakta og hinum á arbeiðsplássinum.
 

Tí skulu leiðarar gera nakað við tað beinanvegin
 
Starvsfólk eru tað týdningarmiklasta tilfeingið hjá fyritøkuni. Og av hesi orsøk er tað umráðandi, at leiðarar hava amboð, sum bæði kann virka fyri starvsfólkið og fyri fyritøkuna í sambandi við fráveru. Eitt amboð, sum leggur upp til eitt munadygt sínámillum samskiftigrundlag, og sum veitir bæði starvsfólki og leiðarum eina góða og rætta gongd í sambandi við tey viðurskifti, sum fylgja við, tá frávera er á skrá.

Vit vita, at longur starvsfólk eru burtur frá arbeiðinum, truplari er tað at koma í gongd aftur. Hetta hevur bæði neiliga ávirkan á arbeiðsplássið og á tann, ið er raktur av sjúku.

 

Hvussu arbeiða tit miðvíst við at minka um sjúkrafráveruna?

Orða ein sjúkrafráveru- og umsorganarpolitikk og legg upp til, at samskiftið í sambandi við fráveru er tvívegis – gott og rætt samskifti merkir, at leiðarin og starvsfólkið tosar saman.
Fá staðfest, hvat sjúka veruliga er, og hvat er onnur frávera. Eg havi hoyrt nógvar undarligar søgur um fráveru vegna sjúku, m.a. fráveru í sambandi við vakurleikaviðgerð (hetta vóru vøkur og sunn fólk, ið gingu høgt uppí sína útsjónd) og fráveru, tí tey tóku virknan lut í náttarlívinum og ikki orkaðu til arbeiðis dagin eftir, eisini kallað “mánadagssjúka”.
Fyribyrgjandi arbeiði. Set fráveruna regluliga á skrá. Set tíð av til at grunda á fráveruna hjá tykkum og hvønn leiklut, tú sum leiðari hevur, og hvussu tú/tit kunnu fyribyrgja fráveru framyvir – og minst til at skilja millum “mánadagssjúku” og veruliga sjúku.
Skjalfest fráveruna (hagtøl yvir allar fráverur, eisini frítíð/feriu, fráveru orsakað av arbeiðsskaða o.s.fr.). Á tann hátt fáa tit lættari eyga á fráveru í sambandi við “mánadagssjúku” og regluliga fráveru o.s.fr. Við at fáa eina reiðiliga, mynd av fráveruni er tað einfaldari at vita, hvar tit skulu seta inn. Tað er góður skikkur at kunna um, at tit skjalfesta fráverurnar, men ikki orsøkirnar til sjálva sjúkrafráveruna.
Set fráveruna á skrá á deildarfundum. Er deildin merkt av nógvari fráveru, er tað sjálvsagt at taka eitt felags tak við at taka evnið upp á einum deildarfundi. Hetta leggur upp til, at starvsfólkini eisini fáa høvi til at seta orð á fráveruna. Minst til, at sjúkrafráveru kann koma av so nógvum – tað er ikki altíð likamlig sjúka, sum hevur fráveru við sær. Tað sálarliga arbeiðsumhvørvið kann eisini elva til sjúkrafráveru, so sum happing, høg arbeiðskrøv/-byrða o.s.fr.
Tá sjúka so rakar, er tað umráðandi, at tú hevur eina góða og rætta framferð gjøgnum alla tilgongdina.

Avtala, at tú skalt verða kunnaður alt fyri eitt um alla fráveru vegna sjúku. Tá hevur tú eisini høvi at spyrja, um fráveran varir ein dag ella fleiri dagar. Tað ger tað lættari hjá tær at leggja til rættis arbeiðið á deildini , framleiðsluhøllini o.s.fr.
Avtala, nær tit tosa saman aftur, soleiðis at tit kunnu meta um væntanir tykkara millum í sambandi við fráboðan um, at tann sjúki er frískur aftur. Er sjúkan umfatandi, viðmæli eg, at tit tosa saman, tá starvsfólkið hevur verið hjá lækna og fingið staðfest, hvussu álvarsamt tað er og møguligar kanningar, ið liggja fyri framman. Tá kanst tú eisini biðja starvsfólkið um at senda eina váttan í sambandi við fráveruna. Er sjúkan lívshættislig, er tað umráðandi, at tit avtala nær og hvar tit tosa saman, og hvussu tú á bestan hátt kanst stuðla og hjálpa. Eg havi upplivað, at starvsfólk, ið eru rakt av ógvisligari sjúku, ikki megnaðu at taka tað fyrsta stigið í sambandi við viðtalu hjá sálarfrøðingi. Í slíkum føri kann HR eisini veita eina hjálpandi hond í trúnaði.
Bjóða teg fram og spyr, hvussu tú á bestan hátt kanst stuðla tí, ið er raktur av sjúku. Sjúka kemur ikki altíð orsakað av onkrum uttanhýsis. Starvsfólk verða eisini sjúk orsakað av innanhýsis viðurskiftum á arbeiðsplássinum, so sum strongd og happing.
Er sjúkan minni hættislig, kann avtalast, at starvsfólkið verður sett niður í tíð í eitt avmarkað tíðarskeið. Á tann hátt varðveitir starvsfólkið tilknýtið til arbeiðsplássið.
Sjúka er trupult evni at taka støðu til. Sum arbeiðspláss vilja vit fegin sýna fyrilit og umsorgan, samstundis sum vit hava til uppgáva at tryggja framdrátt, soleiðis at fyritøkan virkar allatíðina. Hetta er eisini torført evni at skriva um, og eg veit, at tað er trupult hjá nógvum fyritøkum at seta orð á og hava støðu til í gerandisdegnum á arbeiðsplássinum. Mítt ráð er tí at arbeiða fyribyrgjandi, gera greiðar leiðreglur og seta orð á, hvat sjúka veruliga er. Tá sjúka rakar, tryggið tykkum so, at tit arbeiða eftir eini greiðari mannagongd. Eg havi góðar royndir við einum samskiftisskjali, sum hjálpir bæði leiðarum og starvsfólkum at hava eina sjúkra- og umsorganarsamrøðu, og hvussu tey áseta eina frameftirlítandi gongd. Hetta leggur upp til eins viðgerð, og leiðarar sleppa undan, at starvsfólk seta spurning við mannagongdina.

Við ynski um eitt burðardygt og sunt arbeiðspláss.

Lýsing
Bloggarin
Alexandra á Dul
Cand. Merc. í HRM & HA í heimspeki

Alexandra á Dul hevur eina HA í heimspeki og eina kandidatútbúgving í HRM frá Copenhagen Business School. Hon hevur búð í Keypmannahavn í 16 ár, og í tíðarskeiðnum 2012–2018 arbeiddi hon sum HR-partnari í eini miðalstórari heilivágsfyritøku. Summarið 2018 fluttu familjan og hon heim til Føroyar, og í dag búgva tey í Klaksvík, og hon starvast í Havn. Hon umsitur HR-pallin NOTION, sum m.a. er ein íblástrarkelda til HR-arbeiði í gerandisdegnum í Føroyum. Alexandra hevur serligan áhuga fyri HR og starvsfólkaviðurskiftum, og henni dámar væl at blogga um ymisk viðurskifti í gerandisdegnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Ægir nýtt met í 4x100 metur frí fyri mix…
KOKS gevst eftir summarið í Grønlandi og…
Gongur væl at umvæla svimjihylin
Lea O. Højsted nýtt føroyskt met
Løgtings­skrivstovan vitjaði Varpið
Frá Útskiftingar­nevnd­ini í Haraldssundi
Nýggjar bátabrúgvar á Borðoyarvík
U15 landsliðið til kapping í Farum
Konsert við Schubert
Kórfagnaður í Mentanarhúsinum
VIDEO: Eg leggi meg eftir at tala beinle…
VIDEO: Talurnar kunnu vera til signing e…
Ein virkin vika farin aftur um bak
Flogbóltslands­dystir um vikuskifti
Upprunin hjá Straight Ahead er ein saman…
Ársins flogbóltsleikarar valdir
Kórið í Christians­kirkjuni til Bornholm
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Fólk við trygdarábyrgd mugu skilja hvørt…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda Sund ti…
Lýsing