Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hetta vikuskiftið fer vindurin at koma úr landsynningi ella har á leið. Tað fara at vera løtur við regni, men eisini langar løtur við turrum veðri. | Mynd: Ónevndur - funnin á Flykr

Vikuskiftisveðrið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  09.11.2018 - 10:08 Tíðindi Veðrið

Hetta vikuskiftið rekur nokkso heit luft til Føroya úr landsynningi. Luftin kemur til okkara úr Suðurevropa. Hitin alt vikuskifti fer at liggja um 8 til 10 stig.

Veðrið í morgin er ikki so gali – 5 til 10 m/s úr landsynningi, turt kring alt landið, og hitin liggur um 8 til 10 stig. Nakað eftir døgurða fer at veksa eitt sindur – klokkan 16 eru væntandi 10 til 15 m/s, og eina løtu eftir tað fer at regna eina løtu. Í kvøld er turt.

Vindurin fer at veksa í kvøld. Á midnátt er komið upp í 15 til 20 m/s. Sunnanfjørðs verða 18 til 23 m/s. Í nátt fer at regna – tað er eitt brúgvalag úr útsynningi sum nærkast okkum, og tað fer at liggja yvir okkum til middags í morgin.

Seinnapartin í morgin slítur í, og vindurin minkar niður í 5 til 10 m/s. Í annaðkvøld fer ættin niður ímóti suðuri, tað fer at regna eina løtu, og vindurin fer at minka eitt sindur.

Á midnátt er aftur turt, og vindferðin 3 til 8 m/s úr landsynningi-suðuri.

Sunnudagin verður lítil vindur úr landsynningi, um 5 m/s, og fyri tað allarmesta turt.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð