Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landstýrið brúkar Landsbankan til valkampanju

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  12.11.2018 - 15:11 Leiðarin Politikkur

Í morgun kom tíðindaskriv frá Landsbankanum har greiningarfyritøkan Moody’s ger eina greining útfrá stóra inntøku vøkstrinum, sum almenna føroyska húsarhaldið hevur havt av ali- og fiskivinnuni seinastu árini.

Greiningarfyritøkan Moody’s gevur landskassanum toppkarakter fyri vaksandi kredittvirði vegn vaksandi inntøkur, sum tað almenna hevur fingið við at áleggja størri og fleiri avgjøld á vinnuna.
 
Kommunurnar, sum hava havt metinntøkur seinastu mongu árini fáa toppkarater frá Landsbankanum, sum við mynd av Klaksvík hevur yvirskriftina: Fíggjarstøðan hjá kommununum er nógv batnað…..
 
Hví just nú?
Tað er neyvan nakar føroyingur sum ivast í at almennu kassarnir í landinum hava havt tað sera gott seinastu árini.
Vit á Norðlýsinum hava fylgt gondini hjá Klaksvíkar Kommunu sera tætt. Stóra menningin í virðisskapanin í pelagisku vinnuni hava gjørt at kommunan seinastu mongu árini, hevur fingið millum 10 til 20 mió. kr. meira inn í kassan á hvørjum árið, enn tað býráðslimir roknaðu við tá árligu fíggjarætlanirnar vóru samtyktar.
 
Framgongdin í inntøkunum hjá Klaksvíkar Kommunu seinastu 10 árini er uttan samanberingar í søguni hjá kommununi.
 
Men hetta seinasta árið hava inntøkumetingarnar verði meira varligar, vegan m.a. høgu avgjøldini, sum landsmynduleikin hevur lagt á vinnuna, og tað óvissu, sum nú er komin inn í vinnuna sum beinleiðis fylgja av nýggju fiskivinnulóggávuni, sum kom í gildi á nýggjárinum.
 
Nýggjastu tølini (2018) frá Føroya Gjaldsstovu visa at inntøkuvøksturin hjá Kommununum í norðurøkinum er avtakandi í 2018, og nú vit komin inn í  seinasta kvartali í árinum síggja vit at inntøkurnar hjá eitt nú Klaksvíkar Kommunu tveir teir seinastu mánaðir av 2018 eru minni enn tær vóru í 2017.
 

Samanteljing
Skattainntøkur í 2018 í mun til 2017 (íroknað januar – oktober)
 
Klaksvíkar Kommuna              1,88%
Eysturkommuna                     0,60%
Runavíkar Kommuna              1,74%
 
Tórshavnar Kommuna            5,83%
 
Miðal alt landið                       3,72%

(Kelda: Gjaldstova Føroya)
 
Vit hava seinastu tíðina fegnast um jaliga gondin í Fiskiskapinum hjá tí partinum av heimaflotanum, sum framvegis er undir gomlu fiskidagaskipanini. Hetta gevur vón um at november og desember vónandi verða betri enn undanfarnu mánaðar og harafturat fær kommunan partafelagsskattin fyri 2017 í endanum av hesum árinum (2018). Her kunnu vit óivað vantað ein góðbita til kommunukassan, tí 2017 var eitt sera gott ár hjá uppisjóvarflotanum.
 
Landsbankin í politiskum spæli
So seint sum fríggjadagin vísti orðaskifti um fiskivinnuna í Løgtinginum, at flestu løgtingslimir eru ikki álviligir við støðuna nú nýggja skipanin hevur virkað í næstan eitt á og eitt nú avreiðingarvirði er minkað í stórum. Landsstýrismaðurin vil hava tingið at samtykkja kvotaskipan fyri heimaflotan, men undirtøkan er lítil í løgtinginum. Formaðurin í Fólkaflokkinum, sum hevur havt sera góða undirtøku í flestu veljarakanningum endurtók lyfti hjá Fólkaflokkinum um at avtaka Landsbankan tá teir koma aftur til valdi.

Í seinastu viku vóru vit vitni til ósømuliga spælið við almennum tølum, hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Tingkvinna hjá Tjóðveldi spurgdi hvussu støðan í Norðoyggjum var broytt síðan sitandi samgonga tók við. Landsstýrismaðurin valdi at samanber 2014 tá undanfarna sæt við valdi við 2017, tvs. eitt ár áðrenn fiskivinnupolitikkurin hjá sitandi samgongu varð samtyktur. Í tinginum umbar landsstýrismaðurin seg við at Hagstova Føroya ikki átti nyggjari tøl, men sjálvur umsitur landsstýrismaðurin VØRN, sum hevur øll tey feskastu tølini frá vinnuni fram til dagin í dag.
 
Í morgun kom so tíðindaskriv frá Landsbankanum, sum byggir á tøl frá 2013 til 2017, sum mála eina framúr bjarta mynd av føroyska búskapinum og harafturat hevði Landsbankin biðið kreditt greinarafelagið Moody’s at meta um hvønn týdning nýggja fiskivinnulóggávan fær fyri landskassan – ikki vinnuna. Greiningarfyritøkan lýsir nøkur powerpoint uppá veggin og staðfestur at við vaksandi inntøkum til landsskassan í huga sær framtíðin hjá almennum Føroyum bjørt út????
 
Tó er vert at bíta merki í at Moody’s einki sigur um at tey ætlað at broyta kredittvirði hjá samlaða føroyska búskapinum – hóast tey sera jaligu útlitini hjá landskassans.
 
Vit kunnu bara staðfesta at Landsbankin hevur enn einaferð prógva at hann er eitt politiskt neyðaregg sum ikki kann takast fyri nakað meira.
 
At hann nú virkar sum spinndoktari hjá sitandi samgongu er seinasta skotið í byrsuni í royndini hjá leiðsluni at bjarga egnum størvum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð