Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sonni Eliassen Europameistari í Kettlebell

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  15.11.2018 - 11:32 Ítrottur Myndarøð Tíðindi Vinna

Vikuskiftið 09. - 11. november, luttók Sonni Eliassen í europameistaraskapinum í Kettlebell í Porto, Portugal. Her luttók hann í tveimum greinum: Long Cycle og Biathlon. 

Fríggjadagin luttók hann í "Long Cycle" - sum innan olympiska vektlyfting eitur "Clean and Jerk". Kappingin fer fram á tann hátt, at luttakarin hevur 10 min at lyfta so ofta sum gjørligt. Sonni stóð allar 10 minuttirnar og lyfti 2 x 32kg tungar kúlir 44 ferðir. - úrslitið var eitt flott 1.pláss.

Sunnudagin luttók hann so eisini í "Biathlon" - tað eru tvær greinar í einum: Jerk og Snatch.

Kettlebell ítróttur hevur sín uppruna í Russlandi, har tað eisini er tjóðarítróttur.

Tríggjar stórir felagsskapir skipa fyri kappingum innan hesa ítrótt, tað er kanska at líkna saman við felagsskapirnar innan boksing.

Felagsskapurin, sum Sonni Eliassen luttók í í Porto eitur WKSF.

Sonni Eliassen er ættaður úr Fuglafirði og undirvísir í fullpower í Klaksvík.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð