Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hví skal Gud signa Føroyar?

SKRIVAÐ: Bjarni Djurholm  |  17.11.2018 - 00:26 Lesarabrøv Mentan Tíðindi

Um dagarnar var samrøða í Weekendavisen við parlamentariska álitið og politisku nøgluna í samgongubátinum - eina av alternativu politikarunum, har hon illgitti og speirak, eisini sínar starvsfelagar í Løgtinginum:

“Tey royna at goyma seg aftanfyri eina bíbilska agenda, men í veruleikanum eru tey xenofobar, homofobar, rasistar, og hvat veit eg. Tey halda Bíbliuna frammanfyri seg og geva henni skyldina fyri teirra ótolsemi. Og tað er sjálvandi sera hent at kunna brúka Bíbliuna soleiðis.” vóru orðini sambært blaðnum….?

KvF sendi í vár “Gud signi Føroyar” - framhaldssending í 4 pørtum um trúarlívið í Føroyum. Í sjálvum sær áhugaverd evni og eisini við nógvum viðkomandi lýsingum.

Kortini var í sendingini undirrák, sum hevði støði í nývunnu “humanismuni”, sum alt meira myndar tíðarandan í samfelagnum.

Tí sat hyggjarin eftir við kenslu av eyðmýking av pørtum av trúarlívinum í Føroyum.

At vera liberalur og rúmligur verður marknaðarført sum rætta alternativið til borgarliga medvitið, sum hevur støði í mentarligum, átrúnaðarligum og siðbundnu fatanini av kynsbýti og familjumynstrinum.

Sum fyri mansaldri síðani, tá hetjurnar vóru Lenin, Mao, Che og Pol Pot, og fíggindin var kapitalisman, kristindómurin og øll borgarlig virði, er sokallaða postmodernisman vorðin nýggja religiónin hjá alt fleiri. Meginreglan er hin sama – alt tað siðbundna er ivasamt og skal fyri bakka.

 

Fótin fastan

Farnu trý árini hava tey sokallaðu rúmligu fingið fótin fastan í politisku skipanini.

Sosialistska samgongan og tveir stuðlar úr andstøðuni samtyktu broytingar í hjúnabandslógini sum orsakaðu, at stríðsmálið um giftu av tveimum av sama kyni ikki varð avgreitt í Løgtinginum, sum eitt mál í semju - at javnseta tey samkyndu við lóg um skrásett parlag. Nakað, sum stórur meiriluti av Løgtinginum óivað hevði samtykt og fjøldin av Føroya Fólki hevði stuðlað.

Ístaðin vórðu broytingarnar í hjúnabandslógini um kynsneutralitet blakaðar í føvningin á fólkakirkjuni, vitandi um, at hetta málið kann kloyva kirkjuna og harvið fundamentið undir siðbundna kristna samfelagnum.

Men tað viðkom ikki teimum, sum eru forsprákarar fyri moralskari realtivismu, har standardurin er, at moralur ikki byggir á tað ósvitandi, men ístaðin er treytaður av etiskum “sannleikum”, av mentanarfatan, kenslum, hugi, lystum og øðrum hissini variablum.

 

Mong sýnast eisini at hava ta fatan, at kirkjan skal vera eitt humanistiskt missiónshús, har kulturkristindómur er vegurin og har kirkjan tí sum frálíður verður javnsett við mentanarhús – sjónleikahús, listasøvn og leikhús.

Í spurninginum um javnstøðu eru hesi “rúmligu” ikki tolin, men avdúka ofta eina óhugnaliga intoleransu móti øllum øðrvísi hugsandi, sum síðani verða eyðmerkt í samljóði við orðini í donsku avísini um dagarnar.

Ótollyndu viðmerkingarnar á sosialu miðlunum eru skelkandi, har ákærurnar eru markleysar og har hampafólk verða eyðmýkt, útspilt og skýrd at spjaða haturstalu. 

 

Súlurnar skakaðar

Vit hava religiónsfrælsi, og kann tann einstaki sjálvsagt lýsa seg leysan av átrúnaði. Men tað kann eitt samfelag ikki.

Tað er neyðugt við átrúnarligum undirstøði, sum eru karmarnir um meginreglurnar fyri tað virðiliga samfelagið – og tað er har, átrúnaðurin er vøllurin og leiðreglan.

Hjá okkum er kristindómurin og boðskapurin um næstrakærleika súlurnar undir okkara fólkaræði, sum vissar mannarættindi, trúarfrælsi og øll frælsini, sum harumframt hava tryggjað rættartrygd og materiellan framburð.

Verða súlurnar skakaðar eru vit á glíðibreytini, ið sum frálíður fer at skeikla samfelagið burtur frá  grundvirðunum, sum er savningarmegin í tí góða samfelagnum.

Og har hevur samgongan lagt fyrsta spreingiknøttin undir einu súluna við at blaka broyttu hjúnabandslógina inn í fólkakirkjuna.

 

Upploysingarevni

Tey, sum virka í tíðarandanum, postmodernismuni, sleppa snikkaleys frá síni útlegging av lógum og morali. Tey spæla við á vøllinum sum annar parturin – samstundis sum tey eru dómarar, linjuverjar og málmenn. Kemur bólturin ov nær teirra brotsteigi, so verður bríkslað fyri rangstøðu og bólturin verður so gippaður yvir á vallarhálvuna hjá mótpartinum, har tey so við hjálp frá dómaranum fáa síni brotsspørk.

 

Hesin tíðarandin er sera hættisligur sum samfelagsligt upploysingarevni. Av summum kallað konstrukturalisma, sum verður brúkt at teppa øll við, sum ikki taka undir við og elta boðini frá hesum nýggju “dialektisku materalistunum” (sum hini so fínt kallaðu seg, áðrenn marxistisku múrarnir rapaðu).

Hetta hættisliga upploysingarevnið hótti okkum eksistensielt undir Kalda Krígnum. Nú er hóttanin innanífrá, uttan okkara samtíð sær vandan í, at tey siðbundnu virðini og tað góða samfelagið er fyri hóttafalli.

 

Kynsneutralitetur

Og nú er so eisini røddir frammi sum halda uppá, at børnini skulu alast upp í einum kynsleysum umhvørvi, ymiskleikin – munurin millum kynini skal burtur. Hetta rákið er samleikarán, sum er í andsøgn við allar náttúrugivnu fortreytir, moral, etisk virði og eisini trúgv.

Við tilgjørdari tilsiping til javnstøðu verður kynsneutarliteur soleiðis settur í system, sum fer at hava við sær samleikaloysi hjá tilstundandi ættarliðinum.

Soleiðis verður samfelagið ein opnahjallur fyri øllum hissini áskoðanum, sum vilja hava fastatøkur á føroyska samleikanum.

Avleiðingin gerst moralskt hóttafall, har siðbundna bulverkið fjarar burtur. Sum frálíður fer samfelagið at liggja víðopið fyri øllum handa rákum og átrúnaðum, sum ikki seta menniskju í sentrum og fornokta fólkaræði, veruliga javnstøðu og rættartrygd.

 

Jú, sanniliga hava vit brúk fyri, at Gud signar Føroyar.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni