Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hans Erik Danielsen

Uppstillingin er kunngjørd

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  20.11.2018 - 12:15 Ítrottur Tíðindi

Hetta er uppstillingin í kvøld.

Fsf.fo skrivar: Seinasta umfar í bólkaspælinum í UEFA Nations League er á skránni í dag. Føroyar spæla á útivølli móti Malta, og undan dystinum er greitt, at hvørki av liðunum kann spæla seg víðari í kappingini.

 

Kortini hevur dysturin stóran týdning. Taparin endar allarhelst í niðasta styrkisbólki, tá lutakast verður til komandi EM-undankapping. Tí er eingin ivi um, at Føroyar fara á vøllin eftir øllum trimum stigunum á Ta’ Qali Stadion.

 

Føroyska landsliðið hevur fyrireikað seg væl til avbjóðingina móti Malta. Ferðalagið kom úr Aserbadjan tíðliga seinnapartin leygardagin, og síðani hava tvær venjingar verið á skránni.

 

Seinastu fundirnir hava nú verið, og Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Malta.

 

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Gilli Rólantsson Sørensen, Sonni Ragnar Nattestad, Atli Gregersen og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum frá byrjan verða Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen og Rene Shaki Joensen. Fremsti maður verður Jákup Ludvig Thomsen.

 

Á bonkinum frá byrjan verða Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Gunnar Vatnhamar, Odmar Færø, Kaj Leo í Bartalsstovu, Heini Vatnsdal, Jógvan Rói Davidsen, Jóannes Bjartalíð, Árni Frederiksberg, Meinhard Egilsson Olsen og Klæmint Andrasson Olsen.

 

UEFA Nations League landsdysturin millum Malta og Føroyar á Ta' Qali Stadion á Malta, verður floytaður í gongd klokkan 19:45, føroyska tíð. Tað er klokkan 20:45 lokala tíð

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni